• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Frúgvin Espalín

 

Frúgvin Espalín

 

CCF 46 A

TSB D 11

 

1 Eina veit eg rímuna,

man meg rætt um minna,

gjørd um frúnna Espalín,

enntó hon var ein kvinna.

 

Orlov um biðjum vær, ærligir menn,

dans skulum vær fremja,

er ikki dagur enn,

orlov um biðjum vær.

 

2 Eingin kann siga forlag sítt,

so leingi hann er á lívi,

mangur er fallin ógildur

fyri hvøssum slíðraknívi.

 

3 Eingin kann siga forlag sítt,

fyri nevndur við aldur,

mangur er fallin ógildur

fyri hvøssum slíðravaldur.

 

4 Torbjørn snúðist av skála út,

hann ræð tann bónda at takka,

snarliga skundar hann ferðini

eystur at Ferjubakka.

 

5 Snarliga skundar hann síni ferð,

vil eg for ydrum tína,

har vá hann bóndan í Hoyløðu

við níggju húskallar sínar.

 

6 Snarliga skundar hann síni ferð,

so er greint fyri mær,

har vá hann bóndan í Hoyløðu,

óskyldigur hann var.

 

7 Hann vá bóndan í Hoyløðu,

vil eg fyri ydrum greina,

eftir var frúgvin Espalín,

hon hevði ternu eina.

 

8 Har vá hann bóndan í Hoyløðu,

so er greint fyri mær,

eftir var frúgvin Espalín,

hon hevði ternur tvær.

 

9 Frúgvin yvir borði situr,

mælir við ternu ráð:

”Hvør skal nú fyri ríki ráða,

faðir er fallin frá?

 

10 Hoyr tað, frúgvin Svanalín,

tað tali eg til tín,

hvør skal nú fyri ríki ráða,

fallin er faðir mín?”

 

11 ”Hoyr tað, frúgvin Espalín,

elv tær ongan vanda,

vel tær ein úr vørildar heim

fyri tínum ríki at standa!

 

12 Hoyr tað, frúgvin Espalín,

elv tær ongan váða,

vel tær ein úr vørildar heim

í tínum ríki at ráða!”

 

13 ”Tær gevi eg mentargávur,

gyltan reyðan ring,

hvør veitst tú í heimi til

vera mín javning?”

 

14 ”Eg veit ein drong í Eysturlandi,

gjørdur er av góðum treysti,

eingin er hann í Ílints riki,

situr við hann á hesti.

 

15 Eg veit ein drong í Eysturlandi,

Ørvar nevni eg hann,

eingin er hann í Ílints ríki,

ið brondum beitir við hann.

 

16 Eg veit ein drong í Eysturlandi,

sum søgur ganga frá,

hoyr tað, frúgvin Espalín,

Ørvar eita má!”

 

17 ”Hoyr tað, frúgvin Svanalín,

tað tali eg til tín,

tú skalt ríða til bróður tín,

biðja hann koma til mín!

 

18 Hoyr tað, frúgvin Svanalín,

meg man rætt um minna,

tú skalt ríða til bróður tín,

sig, eg vil hann finna!”

 

19 Frúgvin sveipar sítt høvur í skinn,

glað for uttan sorg,

so gekk hon í huldanhall,

sum bróðir sat í borg.

 

20 Frúgvin gekk í hallina inn,

yndug terna fín:

”Guði signað, set teg niður,

sæla systir mín!”

 

21 ”Guði signaður, sit við frið,

sæli bróðir mín,

send eri eg úr Hoyløðu

higar nú til tín!”

 

22 Frúgvin so til orða tekur,

meg man rætt um minna:

”Tað er hon frúgvin Espalín,

vil teg á máli finna.”

 

23 Frúgvin so til orða tekur,

ið væl kann tungu mæla:

”Tað er hon frúgvin Espalín,

sjálv vil hon við teg tala.”

 

24 Sveinur so til orða tekur,

hann steig yvir borðið brátt:

”Hvat man frúgvin Espalín

vilja mær í nátt?”

 

25 Sveinur skundar síni ferð,

hann sprakk á gangara reyð,

riðu so í Hoyløðu

sælu systkin tvey.

 

26 Sveinur gekk í hallina inn,

ternan skamt ífrá:

”Hví er biðil vorðin bleikur,

hvør elvir frúvu trá?”

 

27 Sveinur so til orða tekur,

tar hann stóð í borg:

”Hví er biðil vorðin bleikur,

hvør elvir frúvu sorg?”

 

28 ”Frá mær er fallið faðir og móðir,

so míni systkin tvey,

tað er ei so undarligt,

um mín kinn er ikki reyð.

 

29 Frá mær er fallin faðir og móðir,

so míni systkin fimm,

tað er ei so undarligt,

um eg beri bleikan kinn.

 

30 Frá mær er fallin faðir og móðir,

bróðir látið ond,

eg havi ongan forvitslumann

at verja míni ríki og lond.

 

31 Frá mær er fallin faðir og móðir,

bróðir látið anda,

eg havi ongan forvitslumann

fyri mínum ríki at standa.

 

32 Tær gevi eg nú mentargávur,

gullring um tín hond,

vilt tú vera mítt sendiboð

burtur á Eysturlond.”

 

33 Frúgvin, lat tá skriva bræv

at senda yvir Rín,

”ikki skal eg svíkja teg,

heldur enn eg var faðir tín!”

 

34 Frúgvin, lat tá skriva bræv

senda yvir Rín við mær,

ikki skal eg svíkja teg,

heldur enn eg tín faðir var!”

 

35 Frúgvin setist at skriva bræv,

flættað hár millum herða,

sveinur sá á frúnnar hond,

hon kundi væl pennin røra.

 

36 Frúgvin setist at skriva bræv,

ið lært hevði seym við nál,

hvørt tað orð, ið skrivað stóð,

tað fell sum rúnarmál.

 

37 Frúgvin letur brævið skriva

yvir sítt egið borð,

sendi hon tað á Eysturland,

bræv við bønarorð.

 

38 Frúgvin letur brævið skriva,

sveininum fær í hond:

”Síðan skalt tú flytja tað

burtur á Eysturlond.”

 

39 Frúgvin letur brævið skriva,

sveininum fær í hand:

”Sí5ðan skalt tú flytja tað

burtur á Eysturland.

 

40 Síðan skalt tú flytja tað

eystur á Eysturland,

ikki bræv frá belti loysa

fyrr enn í Ørvars hand.

 

41 Síðan skalt tú flytja tað

eystur á Eysturlond,

ikki bræv frá belti loysa

fyrr enn í Ørvars hond.”

 

42 Sveinur skundar síni ferð,

hann sprakk á gangara reyð,

so reið hann yvir dalir og fjøll,

rætt sum fuglurin fleyg.

 

43 Sveinur skundar síni ferð,

ið gull bar seg á hand,

hann stillaði ikki ferðini

fyrr enn við Eysturland.

 

44 Sveinur skundar síni ferð

við so nýtum orðum,

hann kom seg í hallina inn,

ið Ørvar sat yvir borð.

 

45 Sveinur bræv frá belti loysir,

hann skjýtur tann leik av hendi:

”Her eru brøv úr Hoyløðu,

ið Espalín tær sendi.”

 

46 Ørvar brýtur brævið upp

bæði við spekt og teiti,

tá las hann, sum skrivað stóð,

var glaður við orð og eiti.

 

47 ”Takkaður veri tú, sendisvein,

fyri higarkomu tín',

gakk tú teg í skálan heim

so glaður, og drekk har vín!

 

48 Gakk tú teg í skálan heim

so glaður, og drekk har vín,

í morgin, tá ið sólin rennur,

vit ríða til Espalín!”

 

49 Sveinur fór í skálan heim,

dreingir, leggið í minni!

drukku mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørjum sinni.

 

50 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var ungi sendisvein

til síni klæði fús.

 

51 Sveinur sveipar sítt høvur í skinn,

søgur ganga frá,

so gekk hann í Skikkjuborg,

sum Ørvar á songum lá.

 

52 ”Statt upp, frægur Ørvar ungi,

vilt tú vínið blanda,

síðan skunda tú ferðini,

tú vinn ikki vívi vanda!

 

53 Statt upp, frægur Ørvar ungi,

vilt tú vínið drekka,

síðan skunda tú ferðini,

tú vinn ikki vívi ekka!”

 

54 Ørvar klæðist árla morgun,

sveipar hann seg í skinn,

so gekk hann í Solinsstovu

fyri Nýting bróður sín inn.

 

55 ”Sit væl, Nýtingur, bróðir mín,

mæli eg so fyri mær,

eg fari meg í Hoyløðu

so langa leið frá tær!

 

56 Eg festi frúnna Espalín

á hesum sama vári,

tú skalt ætla mær eyða til,

skatt á hvørjum ári.

57 Tú skalt mær av landi lúka

skatt og skínandi eyð,

borin var eg til Eysturland

eftir vár faðirs deyð.

 

58 Eg fari meg í Hoyløðu

at festa hitt væna vívið,

borin var eg til Eysturland,

tá ið mín var faðir av lívi.”

 

59 ”Festir tú frúnna Espalín

á hesum sama vári,

eg skal ætla tær eyðin til,

skatt á hvørjum ári.

 

60 Eg skal tær av landi lúka

skatt og skínandi eyð,

tí borin vart tú til Eysturland

eftir vár faðirs deyð.”

 

61        Teir stíga sínar hestarnar,

burtur á skógvin reið,

vegin vísti sendisveinur,

honum var kunnug leið.

 

62 Teir stíga sínar hestarnar,

teir troða saðilbuga,

ríða so í Hoyløðu

glaðir av góðum huga.

 

63 Ørvar gekk í hallina inn,

tað var so síðla á kvøldi,

frúgvin yvir borði situr,

var klædd í silkifeldi.

 

64 Ørvar gekk í hallina inn,

sveini skamt ífrá,

frúgvin yvir borði situr,

var klædd í silki smá.

 

65 ”Ver vælkomin, Ørvar ungi,

higar so síðla á kvøldi,

vilt tú ráða fyri borg og breyt,

frúvu og faðirs veldi?

 

66 Veri vælkomin, Ørvar ungi,

higar til mín í dag,

vilt tú ráða fyri borg og breyt,

frúvu og faðirs fæ?”

 

67 ”Tær gevi eg festargávu,

tú, hitt væna vívið,

tú skalt ongar sorgir síggja,

so leingi eg eri á lívi.

 

68 Tær gevi eg festargávu,

gullring um tín hand,

tú skalt ongar sorgir síggja,

so leingi eg røki land.”

 

69 Hann festi frúnna Espalín

á hesum sama vári,

Nýtingur ætlaði eyðin til,

skatt á hvørjum ári.

 

70 Hann læt honum av landi lúka

skatt og skínandi eyð,

tí hann var borin til Eysturland

eftir teirra faðirs deyð.

 

71 Hann mundi hana í víggi verja

við búgvin brand í hond,

hon mundi ongar sorgir síggja,

so leingi hann røkti lond.

 

72 Hann mundi hana í víggi verja

við svørð og slíðraknívi,

hon mundi ongar sorgir síggja,

so leingi hann var á lívi.

 

73 Ørvar ráddi for Hoyløðu

aldur og ævi alla,

Nýtingur fyri Eysturlandi,

nú man ríman falla.

Orlov um biðjum vær,

ærligir menn, dans skulum vær fremja,

er ikki dagur enn,

orlov um biðjum vær.

 

CCF 46 A

TSB D 11

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4)

 

Útgávur:

1. Dimmalætting nr. 12, 21.03 1885

2. Jóannes í Króki: „Sandoyarbók II“, 1982, nr. 75  s. 236. Rikard Long greiddi til útgávu.

3. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 139.

4. Óli Dahl o. fl.: „Vit fara upp á gólv III“, 1973-74 s. 18

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Lukassen (1791 -1884), Skálavík, 1847.

 

D 11 Frúgvin Espalín (Orphaned lady offers her hand and her estate)

Pápi frúnna Espalín er dripin, og hon hevur ongan at ansa eftir góðsi sínum. Hon sendir beiggja ternu síni boð og biður hann hennara vegna bera upp bønarorð hjá Ørvari á Eysturlandi. Ørvar kemur til Espalín, giftist við henni og situr fyri góðsi hennara.

á føroyskum: CCF 46 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017