• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Herleivs kvæði

 

Herleivs kvæði

 

CCF 64

TSB D 211

 

1 Heima sita sveinarnir

halda sær at gaman,

keisarin raskan sonin eigur,

frægan og so vænan.

 

2 Heima sita sveinarnir,

halda at tí gleim,

keisarin raskan sonin eigur,

frægan Herleiv.

 

3 Herleivur vóks á leikvølli

vant sítt svørð í droyra,

alskyns mál og fuglasang

tað lærir hann, hvat hann hoyrir.

 

4 Herleivur vóks á leikvølli

undir kápu blá,

lærdi allar listir tær,

ið eyguni gótu sjá.

 

5 Herleivur er á leikvølli,

hann talar við sínar dreingir:

„Hvar vitið tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.“

 

6 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi svara

uttan ein so lítin svein,

hann komst tá við at svara.

 

7 Uttan ein so lítin svein,

stóð honum skamt ífrá:

„Best mást tú vita við sjálvum tær,

hvør tín stár hugur á.

 

8 Best mást tú vita við sjálvum tær,

hvør tín stár hugur á,

hevur tú hoyrt, at Ívar kongur

væna dóttur ár?

 

9 Ívar kongur dóttur eigur,

sveinarnir hava við orði;

hennara stólur av gulli gjørdur

fram av kongins borði.“

 

10 Tað var enntá Herleivur

sveipar seg í skinn,

so gongur hann í hallina

for sín kera faðir inn.

 

11 Herleivur stendur á hallargólvi

við treyðan og tungan trega:

„Nú lystir meg til Danmarkar

Ívars dóttur at biðja.“

 

12 Svaraði hansara sæla móðir,

henni líkaði illa:

„Far tú teg til Danmarkar,

og eftir situr tín frilla!“

 

13 Fert tú teg til Danmarkar,

eftir situr tín frilla,

svørji tann eið á mína trú,

at hon roynist tær illa.

 

14 Hoyr tú, mín hin sæli son,

hvat er tygara mun,

hon er seg ein jalsdóttir,

og tú ert ein keisarason?“

 

15 Tí svaraði Herleivur,

hann tók tey orð við vreiði:

„Tó skal eg til Danmarkar,

eg komi ikki aftur úr teirri.“

 

16 So letur hann Herleivur

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

17 Gingu teir til strandar oman,

fagurt var tað lið:

faðir hans og móðir,

Isgerð var tann triðja.

 

18 Isgerð stendur á hvítum sandi,

sára ið hon grætur,

Herleivur heldur forgylta stýri,

hirðir ei, hvat hon lætur.

 

19 Herleivur heldur forgylta stýri,

so er komið til mín,

grátandi snúðist Isgerð

aftur for móður sín.

 

20 „Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,

elska ikki sjálvs síns kyni,

hav so lætta hugsan á

í dag fyri keisarans syni!“

 

21 Tað var hin vánda Isgerð,

sum gerning spardi ei at koyra,

báðar hendur í Herleivs hár,

á ódnum mátti hoyrast.

 

22 Grótið reis frá grunni,

illgerð mátti kallast,

so stýrir hann Herleivur,

at ikki nár at halla.

 

23 Níggju dagar tann gylta knørra

í eysturmála stóð,

so stýrir hann Herleivur,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

24 Níggju dagar tann gylta knørra

í eysturmála stendur,

so stýrir hann Herleivur,

so blóðigar vindur hann hendur.

 

25 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Herleivur

sínum fótum á land.

 

26 Fyrstur steig hann Herleivur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans menn

undir hans høgru hond.

 

27 Herleivur gongur frá strondum niðan

við silkikneptari húgvu,

kinn var reyð sum hummarklógv

og eyga sum í dúgvu.

 

28 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

29 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ívar kongur á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

30 Herleivur gongur í hallina inn,

forðum var so siður,

hevur nú alt í einum orði,

hann heilsar og hann biður.

 

31 Herleivur stendur á hallargólvi,

ber fram bønarorð síni:

„Sit væl, raski Ívar kongur,

gev mær dóttur tína!“

 

32 Leingi tagdi Ívar kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Herleivi

hánligt andsvar fá.

 

33 Tí svaraði Ívar kongur,

tekur hann so at tala:

„Leið mína dóttur í hallina inn

sjálva for seg at svara!“

 

34 Tveir vóru teir sveinarnir,

ið eftir henni gingu,

tá hon Herleiv við eygum sá,

hon vilja til hans fekk.

 

35 Frúgvin varð bæði studd og leidd

inn í faðirs síns veldi,

ljómin dreiv um akslagrein,

tað skein sum av *tignareldi.

 

36 „Vælkomin, mín hin sæla dóttir,

biðilin er at svara,

síðan kanst tú kjósa tær,

um tú vilt kappan hava!“

 

37 Svaraði frúgvin Ívars systir,

talaði orðum svá:

„Eg hevði unnað Herleivi,

áðrenn eg hann sá.“

 

38 Tað var enntá Herleivur,

fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Ívars systur

til ektar festi sær.

 

39 Drukkið varð teirra brúdleyp,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Herleivur og hans vív.

 

40 Drukkið varð teirra brúdleyp

bæði við gleði og gaman,

mánaðin ein av tøldum døgum,

ið tey vóru saman.

 

41 Lógu tey í síni song,

tað kom til so brátt,

frúnna sókti helsótt

[á] teirri somu nátt.

 

42 Níggju dagar í dvala lá

mitt í loftis brú,

Herleivur seg í kloystur gav

við so góðari trú.

 

43 Herleivur seg í kloystur gav

við so góðari trú,

ongum sinni av ævini

tá livir hann betur enn nú.

 

CCF 64

TSB D 211

 

Handrit: Savn Hammershaimbs AM, Access. 4, nr. 41

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 43

 

Heimild: Úr Suðuroy:  J.H. Schrøter (1771-1851), Vági, Thomas Johan Augustinussen, Johan í Smillum (1823-1896), Vági.

 

D 211 Herleivs kvæði (Man deserts mistress and marries, but his bride dies)

Keisarans sonur Herleivur vil sleppa til Danmarkar at biðja um kongsdóttrina. Mamma hansara ávarar hann um, at hjákona hansara fer at hevna seg inn á hann, men hann fer og giftist kortini við kongsdóttrini. Ein mánað seinni doyr brúðurin. Herleivur gevur seg í kleystur.

á føroyskum: CCF 64 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017