• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Frúgvin Olrina

 

Frúgvin Olrina

 

CCF 81

TSB D 437

 

1 Vænar eru moyggjar tvær,

sita í síni høll,

Ingibjørg og Olrina

eystan fyri fjøll.

 

Eg sá hest á skarði,

derpá forgyltan mann,

sunnan undan tindinum

tann brúni rann.

 

2 Eina veit eg rímuna,

inni hevur ligið leingi,

um hann Virgar Valindsson

og aðrar reystar dreingir.

 

3 “Hoyr tað, mín hin sendisvein,

sig mær satt ífrá:

hvar veitst tú so væna jomfrú,

mær er sámi at fá?”

 

4 Sveinin so til orða tekur,

tagdi eina stund:

jallin eigur tógva døtur

vestan fyri lund.

 

5 Hoyrt havi eg, at Grímur ungi

ríður upp á landa,

tað er frúgvin Ingibjørg,

hon gongst honum til handa.

 

6 Men von er frúgvin Olrina,

Ingibjørg ikki lík,

hon kann bøkur og rúnarmál,

fáar finnast slíkar.”

 

7 Árla var um morgunin,

sólin roðar í høll,

Virgar setst at skriva bræv

eystur yvir fjøll.

 

8 Virgar krevur sín sendisvein,

klæðir hann í skrúður:

“Eg havi teg av øllum roynt,

at tú hevur verið mær trúur.”

 

9 Tað var Virgar Valindsson

letur honum klæði skera,

sum tað væl og virðiliga

sámir ein riddar at bera.

 

10 Virgar letur klæði skera,

skrúður og skarlak reyð:

“Ei skal hon nøkur lýti síggja,

tann dýra drósin *reyð.

 

11 Her skalt tú hava skjøld og svørð,

hjálm og brynju síða,

um enn tær møtir ein reystkempa,

tú skalt ikki undan ríða.

 

12 Her skalt tú hava gangaran tann,

prýddur við virðin full,

og so góðar gullgrímur,

saðil av reyðargull.

 

13 Her skalt tú hava brøvini

at føra tað væna vív;

um enn tú vilt við svikum fara,

missa skalt tú lív.”

 

14 Sveinin fór av hallini út

av so góðum huga,

so leyp hann í saðilin upp

yvir leysan loga.

 

15 Tað var hesin sendisvein,

hann leyp til gangaran høg,

snarliga skundar hann síni ferð,

hann reið, sum fuglur fleyg.

 

16 Svartir vóru hógvarnir,

oyruni vóru grá,

hvítur var tann gangarin,

ið Geyti ríður á.

 

17 Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

18 Sveinin gekk í hallina inn,

glógvar í gullinum reina,

jallin yvir borði sat

við fimtan sínar sveinar.

 

19 Jallin so til orða tekur

fyrsta orðið tá:

“Hvaðan ert tú av londum komin,

klæddur í brynju blá?”

 

20 Sveinin so til orða tekur

alt fyri uttan vanda:

“Eg eri Virgars sendisvein

higar upp á landa.”

 

21 “Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

22 “Eg kann ei tín mjøðin drekka,

ei tann klára vín,

hvar er frúgvin Olrina,

onkardóttir tín?”

 

23 Ein gekk moyggj í hallina inn,

sigur frúnni frá:

“Her er maður frá Virgar sterka,

vil teg brádliga sjá.”

 

24 Frúgvin varð bæði studd og leidd

inn í sín faðirs veldi,

ljómin skein av akslagrein,

tað skyggir av tignareldi.

 

25 Læsir hann upp forgylta skrín,

snúgviliga vendi:

“Her eru brøvini, Olrina,

ið Virgar sterki sendi.”

 

26 Frúgvin las tey brøv so brátt,

leggur í kistu niður:

“Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

nú væntast ei longur friður!”

 

27 Jallin so til orða tekur,

frá man frættast víða:

“Hvat er títt í brøvum tín?

Tað skalt tú mær siga.”

 

28 Tað er frúgvin Olrina,

letur so honum svara:

“Virgar vil meg til drotning hava

og lata hinar fara.”

 

29 Jallin so til orða tekur

fyrsta orðið tá:

“Svara dreingi høviskliga,

sjálv skalt tú hava ráð.”

 

30 Tað er frúgvin Olrina,

svarar so frá sær:

“Bið hann Virgar heilan liva,

einki vænta av mær!”

 

31 Tað er frúgvin Olrina,

lítur seg upp til oyggjar:

“Hann hevur sær í gullborgum

væl hundrað stolsmoyggjar.

 

32 Bið hann Virgar heilan liva

heima í borgum sín,

skemta við sínar stolsmoyggjar,

hann tarv ikki vænta mín!”

 

33 “Hann kann tínar borgir byggja og bróta,

avrekskappin reysti,

eingin uttan Sjúrður frægi

situr við hann á hesti.

 

34 Lakari maður enn Sjúrður frægi

sítt svørð kann bera við síðu,

Ásmundur hevur hann inni sett,

hann torir ei út at ríða.”

 

35 Jallin fór av hallini út

eftir fornum vanda,

ætlaði sveininum banahøgg

við sínum bitra brandi.

 

36 Sveinin leyp av hallini út,

ilt var skap at eggja,

hann vá jallin í borgarkálva

og so hans dreingir tveggja.

 

37 Hann tók bæði gull og silvur,

alt tað hann kundi finna,

eina sótu moyggjar tvær,

blikna undir kinnar.

 

38 Hetta frætti Sniolvur

inn í sína høll,

Geyti hevur jallin vigið

eystan fyri fjøll.

 

39 “Hoyrt havi eg, at Grímur ungi

ríður upp á landa,

tað er frúgvin Ingibjørg,

hon gongst honum til handa.”

 

40 Tað er ungi Sniolvur

heldur á búnum knívi:

“Eg skal ríða á skógvin burt

at taka hann av lívi.”

 

41 “Sit her heldur, Sniolvur,

leika við frúvu tín,

ymist er í útiferð,

trúgv væl orðum mín!”

 

42 Hann tók bæði skart og skreyt,

frúgvin skuldi eiga:

“Eg skal ríða upp á land

ta fløkju upp at greiða.”

 

43 Tað var ungi Sniolvur,

seg á skógvin reið,

møtir honum riddarin Geyti

mitt á síni leið.

 

44 Sniolvur gav so stórt eitt høgg,

nú man tað so verða,

stakk so riddaran Geyta

ímillum rivs og herða.

 

45 Gangari hans so flótur var,

at eingin kundi hann fá,

Sniolvs gangari trýtur gongd,

síðan vendi hann frá.

 

46 Sniolvur reið at borgini,

klæddur í brynjubjálva,

hann fann jallin og synir hans

deyðar í borgarkálva.

 

47 Sniolvur gekk í hallina inn

væl í góðan tíma:

“Hvar er ungi Grímur,

hann verjir ei borgir tínar?”

 

48 Svaraði frúgvin Ingibjørg

við trega og tunga pínu:

“Hann er seg í Brandarvík

hos faðir og móður sín,”

 

49 Ásmundur kom so síðla á degi

við sítt búgvið svørð:

“Nú skal eg mær frillu kjósa,

deyður er høvuðleysur herur.”

 

50 Borgin var innan við mentir full,

leinkjur, línur og garn,

Sniolvur spenti streingir upp,

Ásmund fastan í jarn.

 

51 “Hoyr tað, ungi Sniolvur,

lat meg hiðan koma

aftur til mína sælu móður,

ikki man hon meg fjóna!”

 

52 Knepti hann av teir streingirnar,

Ásmund loysti av bondum,

at hann skuldi ferðina halda

burt av Selgjalondum.

 

53 Ásmundur so til orða tekur,

upp á gangaran skjýtur:

“Minnast skal onkur á hetta spæl,

hvør ið happið nýtur.”

 

54 Sendisvein kom í gullborgir

síðla dags á degi,

blóðigur hansara saðil var,

sigst í hesum frøði.

 

55 “Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín,

hvøssu tók frúgvin Olrina

við orð og brøvum mín?”

 

56 “Hon bað teg, Virgar, heilan liva

heima í borgum tín,

skemta við tínar stolsmoyggjar

og ikki vænta sín.”

 

57 Svaraði Virgar Valindsson,

frá man frættast víða:

“Hvør hevur tær í víggi møtt,

blóðið rennur so stríða?”

 

58 “Eg havi fingið eitt ólívssár,

tað er so mikil vandi,

møtti mær ungi Sniolvur,

hann reið seg upp á landa.”

 

59 Hann lekti aftur skaðan tann,

Geyti hevði til meina,

síðan lá Virgar Valindsson

í níggju vintur heima.

 

60 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða,

tað er Virgar Valindsson,

hann búði seg út at ríða.

 

61 Tað var Virgar Valindsson,

hann búði seg út at ríða,

hann kom niður for vestan lund,

sum vegir liggja víða.

 

62 Tað var Virgar Valindsson,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Olrina

fyri honum stóð.

 

63 “Statt væl, frúgvin Olrina,

úti fyri mær,

hví kom mín hin sendisvein

so blóðigur frá tær?”

 

64 “Hann hevur vigið faðir mín

og tók mína arvagrein,

takk havi ungi Sniolvur,

at hann vann honum mein!”

 

65 Tað var Virgar Valindsson,

rætti fram ljósan hand:

“Frúgvin, vilt tú fylgja mær

yvir Selgjaland?”

 

66 “Gjarna vil eg fylgja tær

yvir Heljaroyggjar,

tú hevur tær í gullborgum

væl hundrað stolsmoyggjar.”

 

67 “Moyggjar sita í gullborgum

og sýa tað silki smá,

ei skal nøkur av øllum teim

verða tær til trá.”

 

68 Fram gekk frúgvin Olrina,

rætti fram ljósan hand,

lystiligt var á at lýða

teirra festnarband.

 

69 Fram gekk frúgvin Olrina,

rætti hond yvir borð,

lystiligt var á at lýða

teirra festnarorð.

 

70 Svaraði Virgar Valindsson,

mælir á tungu inna:

“Hvar er ungi Sniolvur?

Nú vil eg hann finna!”

 

71 Svaraði frúgvin Olrina

fyrsta orðið tá:

“Hann er eingin í verðini,

Sniolv torir sjá.”

 

72 Virgar gekk í hallina inn,

frá man frættast víða:

“Hoyr tað, ungi Sniolvur,

eg bjóði tær út at stríða!”

 

73 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

løgdu sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

74 Riðu saman á grønum vølli,

hvørgin vildi lúta,

gongur so eldur av svørðum teim

sum neistar av árni fúka.

 

75 Virgar gav so stórt eitt høgg,

tað við Mimaringi,

ikki hevði Sniolvur

tílíkar brestir fingið.

 

76 Virgar gav so stórt eitt høgg

við Mimaringi í hendi,

Sniolvs hestur í kníggjum fell,

spjótið í jørðina rendi.

 

77 Sniolvur gav so stórt eitt høgg

bæði av ilsku og bræði,

klývur av honum skjøldarnar,

rivnaði brynjan breiða.

 

78 Frúgvin reið á markir út,

søgur ganga frá:

“Hoyr tað, ungi Sniolvur,

eyka mær onga trá!”

 

79 Virgar situr á sínum hesti,

sær sær einki á meini,

smíddi aftur brynjuna,

ið Sniolvur hevði skeinað.

 

80 Tók hann frúnna Olrinu

alt fyri uttan sorg,

hana førdi Virgar sterki

aftur í gullborg.

 

81 Virgar so til orða tekur

alt fyri uttan neyð:

“Nú skal Geyti lívið lata

fyri tað gullið reyð.

 

82 Geyti tók seg fullvæl vara,

so er komið til mín,

kvittaði burt á oyðin skógv

og aftur til faðir sín.

 

83 Tað var frúgvin Olrina,

hon fekk í hjarta sorg,

 

tá hon sínar føtur steig

inn á gullborg.

 

84 Frúgvin fekk í hjarta sorg,

sjúk og sár av ekka,

skeinkir skál av klárum víni

Virgar sterka at drekka.

 

85 Vendu honum sansir frá,

mót og megi ikki,

tá ið Virgar Valindsson

hevði tikið drykkir.

 

86 Virgar gongur í gullborgum

bæði inn og út,

tað vóru hansara stolsmoyggjar,

bóru sorg og sút.

 

87 Virgar gongur í gullborgum

bæði út og inn,

tað vóru hansara stolsmoyggjar,

bóru tár á kinn.

 

88 Virgar gongur í gullborgum

við trega og tungan vanda,

nú skulu bøndur og búkallar

friðin fáa í landi.

 

89 Frúgvin fekk í hjarta sorg,

søgur ganga frá,

gav seg inn í nunnukloystur

at liva við sorg og trá.

 

90 Olrina er í himmiríki,

dregur messuklæði,

og hann Virgar Valindsson,

sálig vóru bæði.

 

Eg sá hest á skarði,

derpá forgyltan mann,

sunnan undan tindinum

tann brúni rann.

 

CCF 81

TSB D 437

 

Handrit: Johannes Clemensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68 nr. 85

Útgávur:

 

Útgávur:

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982 s. 279. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 249.

 

Heimild: Úr Sandoy:  Poul Pedersen, Poul í Kirkjugerði (1781-1860), Skálavík, 1827

 

D 437 Frúgvin Olrina (Woman poisons her husband and enters a convent)

Virgar sendir ein boðbera til Olrinu at bera fram bønarorð vegna seg. Hon sigur nei. Boðberin drepur pápa og beiggja Olrinu og verður sjálvur álopin og særdur á heimleiðini. Níggju ár seinni fer Virgar til Olrinu og spyr hana, hví boðberi hansara varð særdur. Hon sigur honum frá tí, sum fór fram. Virgar ber aftur fram bønarorð, og hon játtar. Hann fer heim við Olrinu. Hon missir mótið og gevur Virgari eitrað vín, sum ger, at hann gongur av vitinum. Olrina fer í klostur.

á føroyskum: CCF 81 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017