• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Frú Dagmoy

 

CCF 122 A

TSB C 3

 

1 “Eg sá segl á sundi fara,

 

- for mangan ein gyllini floy -

tað mundi hann harra Strangir vera.”

- Nú siglir junkarin Strangir til frú Dagmoy.

 

2 “Strangir, vilt tú mær boðini bera,

inn til Boyalands skulu tey fara?”

 

3 “Skal eg inn til Boyalands fara,

væl tretivu sveinar skulu við mær fara.”

 

4 “Sveinarnir eru til reiðar,

um tú vilt hava fleiri.”

 

5 Teir vinda síni segl so høgt í rá,

teir sigla til Boyalands í mánaðir tvá.

 

6 Teir vundu síni segl so høgt í ský,

sigla til Boyalands í mánaðirnar ní.

 

7 Teir kasta sínum akkerum á hvítan sand,

fyrstur steig Strangir sínum fótum á land.

 

8 Fyrstur steig Strangir fótum á land

upp til kníggja niður í sand.

 

9 Mitt í garðinum akslar hann sítt skinn,

so gár hann í loftið fyri Boyakongin inn.

 

10 “Væl situm I, Boyakongur, við eders borð,

kongin av Dannemark hevur sent tær orð.

 

11 Hann sendi tær orð og blíðan tala,

hann vil tína dóttur til dronning hava.”

 

12 Boyakongur svarar honum hartil:

“Tað er ikki nokk, man hava vil.”

 

13 “Mín harri hann eigur eitt fiskivatn,

tað rentar honum meira enn alt Boyakongsins land.

 

14 Mín harri hann eigur eitt fiskidíki,

tað rentar honum meira enn alt Boyakongsins ríki.”

 

15 “Fyrr enn tú skalt tá jomfru fá,

før skal terning pá tavlborð gá.

 

16 Fyrr enn tú skalt tá jomfrú vinna,

før skal terning pá tavlborð rinda.”

 

17 “Set teg niður, Strangir, og telv við meg,

min gode kåbe sætter jeg i ved.”

 

18 “Sætter du i ved kåben din,

så sætter jeg i ved kjortel min.”

 

19 Tann fyrsti gullterning pá tavlborð rann,

Strangir tapti, og Dagmoy vann.

 

20 Upp stóð Dagmoy, høgt hon ló:

“Nú havi eg telvt um mína tró.”

 

21 Upp stóð Dagmoy og helt av gaman:

“Kápa og kjortil bera væl saman.

 

22 Set teg niður, Strangir, og telv við meg,

min gode sadel sætter jeg i ved.”

 

23 “Sætter du i ved sadel din,

så sætter jeg i ved gangere min.”

 

24 Tann annar gullterning pá talvborð rann,

Strangir tapti, og Dagmoy vann.

25 Upp stóð Dagmoy, so høgt hon ló:

“Nú havi eg telvt um mína tró.”

 

26 Upp stóð Strangir og helt av gaman:

“Saðil og hestur teir bera væl saman.”

 

27 “Set teg niður, Strangir, og telv við meg,

mína góðu æru sætter jeg i ved.”

 

28 “Sætter du i ved æren din,

så sætter jeg i ved hálsbein mítt.”

 

29 Strangir út av vindeyganum sá,

hann heitir á Gud og sankta Pál.

 

30 Hann heitir á Gud og sankta Knút,

at hann mátti vinna tað talvið út.

 

31 Tann triði gullterning pá tavlborð rann,

Dagmoy tapti, og Strangir vann.

 

32 Upp stóð Strangir, so høgt hann ló:

“Nú havi eg telvt um mína tró.”

 

33 Upp stóð Dagmoy og helt av gaman:

“Riddar og jomfrú bera væl saman.

 

34 Tólv tunnur reyðargull liggja í skrín,

tað gevi eg tær, Strangir, for æren mín.”

 

35 “Eg haldi tað ei vera kallmans maka,

reyðargull fyri sína kærastu taka.”

 

36 So  snart bleiv silki eftir vegnum breitt,

og Dagmoy niður til strandar leidd.

 

37 Teir vinda síni segl so høgt í rá,

teir sigla til Dannemark í mánaðirnar tvá. 

 

38 Við aðrari hendi stýrdi hann floy,

við aðrari helt hann dýru Dagmoy.

 

39 “Hoyr tú, Strangir, eg tali til tín,

er mín harri so vakur sum tú?”

 

40 “I tigun kvirr, Dagmoy, I talun ei slíkt,

eingin tjenar kann vera sín harra lík”.

 

41 “Væl kann hann vera sín harra lík,

um hann er ikki so pengarík.”

 

42 Mælti tað Dagmoy, tá hon sá hann:

“Hvat er hatta for riddar, har ríður eftir sand?”

 

43 Mælti tað Dagmoy, tá hon sá ein:

“Er hetta kongsins hestasvein?”

 

44 “Mín kæra Dagmoy, I talun ei so,

tað er tann harri, sum tú skalt fá.”

 

45 “Skamm fái tú, Strangir, tú kundi at ljúga,

mín harri hann hevur ikki meir enn eitt eyga.

 

46 Skamm fái tú, Strangir, tú vanst meg í leik,

mín harri hann er bæði følin og bleik.”

 

47 Teir kasta sínum akkerum á hvítan sand,

fyrstur steig Strangir fótum á land.

 

48 Fyrstur steig Strangir fótum á land,

og Dagmoy undir hans høgru hand.

 

49 So snart bleiv silki eftir veginum breitt,

og Dagmoy upp frá strondunum leidd.

 

50 “Krist gævi, eg var innan Boyakongaland,

og Strangir við mína høgru hand.

 

51 Krist gævi, eg var innan Boyakongaríki,

so væl mátti Strangir vera mín líki.”

 

52 Kongurin sínum svørði brá,

og hann kleyv Strangir í lutir tvá.

 

53 “Hetta skal eg hava for tróskap mín,

- for mangan ein gyllini floy -

for dýru Dagmoy skal eg láta mítt lív.”

- Nú siglir junkarin Strangir til frú Dagmoy.

 

CCF 122 A

TSB C 3

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

 

1. Svend Grundtvig: Danmarks Gamle Folkeviser III, 1858-63, s. 919.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 50.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 100.

 

Heimild: Úr Streymoy:  Hans Daniel Jakobsen (1813-1883), Kollafirði, 1859.

 

C 3 Frú Dagmoy (Queen Dagmar is brought to Denmark in 1205)

Valdimar danakongur sendir ein av riddarum sínum, harra Streingir, til Bøhmen sína vegna at biðja um Dagmar prinsessu. Hon sigur ja. D, F, N: Tá ið Dagmoy kemur til Danmarkar, sær hon kong niðri við sjóvarmálan, og hon heldur hann vera stak misháttan, skal hon bera hann saman við, hvussu Streingir hevur lýst hann, og hon angrar, at hon segði ja. Y m i s k i r e n d a r: D, cN, S: Kongaliga brúdleypið verður hildið. cN: Streingir drepur kong og giftist við Dagmoy. F: Kongur drepur Streingir av øvundsjúku.

á føroyskum: CCF 122 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017