• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Margretu kvæði

 

CCF 77 A

TSB C 6, C 22

 

I

 

1 Eina veit eg rímuna,

kvøði sum eg kann,

um hana frúnna Margretu,

í Norðnesi brann.

 

2 Eina veit eg rímuna,

eg kvøði sum eg tókti,

um hana frúnna Margretu,

hon var kong Eiriks dóttir.

 

3 Ótakk havi Eirikur kongur,

hvat hann gjørdi nú,

hann læt síni børn *við óvinir* burt,

dreingir brutu trú.

 

4 Ótakk havi Eirikur kongur,

hvat ið hann læt nú gera,

hann læt síni børn í *oyður burt

moykongar at læra.

 

5 Tá ið hon hevði í kloystri verið

fullar mánaðar tríggjar,

lystir frúnni Margretu

síni faðirs skip at síggja.

 

6 Hvørt tað barn, í ríkinum var,

fylgdi teirri frúvu á leið,

og hann sjálvur Eirikur kongur

niður til strandar reið.

 

7 Tað var Eyðun hestakorn,

frúnna tók í favn,

slepti hann henni í sævarflóð

í tað hála tang.

 

8 Slepti hann henni í sævarflóð

í tað hála tang,

har stjól hann tað fingurgull,

ið moyggin bar á hand.

 

9 Nú er blítt at sigla,

byrur blæsur í hav,

løgdu síni skipini út

helga tórsdag.

 

10 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tvá,

onga vættra máttu tey

til nøkur lond at sjá.

 

11 Svaraði frúgvin Margreta,

nógv hevði gull til fíggja:

“Lovið burt olmussu,

so fáum vit land at síggja!”

 

12 Summar lovaðu eina og tvær,

Margreta lovaði tríggjar,

tokan tók at lýsa av,

tey fingu lond at síggja.

 

13 Væl sitið tit, riddarar og sveinar,

tit hava tykkara gleði mist,

í tí ríka Týsklandi

har gistu tey fyrst.

 

14 Í tí ríka Týsklandi

innan grøna lund

stjólu Katrina keypmannsdóttur,

tað hitt væna sprund.

 

15 Svaraði Eyðun hestakorn,

heldur á brýndum knívi:

“Hvar á land skulum vit selja

hetta hitt væna vív?”

 

16 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

hon var so ráðavond:

“Vit skulu selja hana

greivanum í Blálondum.”

 

17 Svaraði frúgvin Ingibjørg

í annað orðið tá:

“Vit skulu selja hana greivanum,

tí har spyrst einki frá.”

 

18 Vinda tey upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Blálond.

 

19 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

Eyðun og frúgvin Ingibjørg

gingu har fyrst á land.

 

20 Eyðun og frúgvin Ingibjørg

gingu har fyrst á land,

tá var greivin av Blálondum

riðin niður til strand.

 

21 Svaraði greivin av Blálondum,

heldur á brýndum knívi:

“Hvaðan av londum havið tit ført

hetta hitt væna vív?”

 

22 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

hon var so ráðafull:

“Hetta sama væna vív

vit seljum tygur for gull.”

 

23 Mælti tað greivin av Blálondum,

gott er at taka til evna:

“Hoyr tað, tú unga jomfrú,

kanst tú faðir tín nevna?”

 

24 “Eg kann ikki sannari

siga fyri tær,

Eirikur kongur av Noregi

hann er faðir at mær.”

 

25 Tá ið greivin hetta hoyrdi,

hon var av kongakyni,

hann vildi ikki gifta hana burt

við sínum onkasyni.

 

26 Tað var greivin av Blálondum,

hann gav tann virðin smá,

hann gav fyri frú Margretu

meiri gull, enn hon vá.

 

27 Greivin eigur snekkju tá,

flýtur í sævarflóð,

so letur hann til strandar bera,

hann laðir sítt skip í sjó.

 

28 Inn kemur Katrin keypmannsdóttir,

fellur fyri teim í knæ:

“Eina bøn, ið eg tygur biði,

hana *veiti tygur mær.*

 

29 Eina bøn, ið eg tygur biði,

hana vil eg tiggja:

Lovið meg á Blálond

frú Margretu við at byggja!”

 

30 “Hvat skalt tú á Blálondum,

tú kanst tær einki mál?

Far tú heldur til Noregis,

tú kanst har siðir vár.”

 

31 “Verður mær tað lagað,

eg komi til Noregis heim,

siga skal eg Eiriki kongi

tygra tunga mein.

 

32 Verður mær tað lagað,

eg komi til Noregis lund,

siga skal eg Eiriki kongi

tit seldu tað væna sprund.”

 

33 Tóku tey Katrina keypmannsdóttur,

løgdu í dúnið smá,

Eyðun og frúgvin Ingibjørg

tey settust har omaná.

 

34 Tóku tey Katrina keypmannsdóttur,

løgdu í hvíta lín,

Eyðun og frúgvin Ingibjørg

tey skiltu hana snart við lív.

 

35 Ikki kostaði Eyðun

minna við enn tá,

børurnar av reyðargulli

letur hann henni slá.

 

36 Børurnar av reyðargulli

letur hann henni gera,

krossin av tí skæra silvur,

merki til at bera.

 

37 Vindur hann upp síni silkisegi,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

38 Eirikur kongur fyri glasi stendur,

gevur fullgott treyst:

“Nú man koma knørrur tann,

ið hiðan fór í heyst.”

 

39 Eirikur kongur fyri glasi stendur,

sær á sínar hendur:

“Nú man koma knørrur tann,

ið fyrr var burtur sendur.”

 

40 Kasta sínum akkerum

á tann hvíta sand,

Eyðun og frúgvin Ingibjørg

tey bóru tað lík á land.

 

41 Eyðun og frúgvin Ingibjørg

tey bóru tað lík á land,

tá var hann riðin, Eirikur kongur,

niður til sjóvarstrand.

 

42 Tí svaraði Eirikur kongur,

mong eru dømin slík:

“Hvaðan av landi hava tit ført

hetta hitt ljósa lík?”

 

43 “Hoyr tað tú nú, Eirikur kongur,

hvat eg tali til tín,

hetta er frúgvin Margreta,

onkadóttir tín!”

 

44 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

elur hon seg so mjúka:

“Mitt í miðjum írlandshavi

fingu vit moynna sjúka.”

 

45 Tí svaraði Eirikur kongur,

heldur á gyltum glógva:

“Sprettið av tí ljósa líki

og latið meg sjálvan prógva!”

 

46 Tí svaraði Eirikur kongur,

tá ið hann likið sá:

“Hetta er ikki frú Margreta

hvørki á brún ella brá.

 

47 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

hon er so ráðavond:

“Menniskjan er so vanskepulig,

tá ið hon gevur upp anda.”

 

48 Svóru fyri Eiriki kongi

tólv manna skrín:

“Hetta er frúgvin Margreta,

onkadóttir tín.”

 

49 Svóru fyri Eiriki kongi

tólv manna eið:

“Hoyr tú, kongurin, harri mín,

viljið tær hava fleiri?”

 

50 Tólv vóru teir eiðir gjørdir,

allir á einari stund,

tað var ei so undarligt,

hann var í dømum tung.

 

51 Tóku teir tað hitt ljósa lík,

bóru eftir veginum fram,

himmiríkis einglarnir

ímóti henni rann.

 

52 Tóku teir tað hitt ljósa lík,

bóru í kirkju inn,

sjálvar ringdu klokkurnar,

tað tendraðust ljósini fimm.

 

53 Síðla var um aftanin,

fólkið svøvnin fekk,

tað var Katrin keypmannsdóttir,

í dreymum fyri kongi gekk.

 

54 “Hetta eri eg Katrin keypmannsdóttir,

ið higar er komin til tín,

eftir livir á Blálondum

Margreta, dóttir tín.

 

55 Margreta er á Blálondum,

tað er henni betur,

hon ber greivans synir tvá,

hon verður har í vetur.”

 

56 Árla var um morgunin,

høsnini tóku at gala,

kongurin heintar Eyðun sjálvan

fyri seg at tala.

 

57 “Hetta er Katrin keypmansdóttir,

ið higar er komin til mín,

eftir livir á Blálondum

Margreta, dóttir mín.”

 

58 Svóru fyri Eiriki kongi

tólv manna skrín:

“Hetta er frúgvin Margreta,

onkadóttir tín.”

 

59 Svóru fyri Eiriki kongi

tólv manna eið:

“Hoyr tú, kongurin, harri mín,

viljið tit hava fleiri?”

 

60 Tólv vóru teir eiðir gjørdir,

allir á einari stund,

tað var ei so undarligt,

hann var í dømum tung.

 

61 Tað leið ikki longur um,

tað kom til so brátt,

kongin sókti helsótt

á teirri somu nátt.

 

62 Kongin sókti helsótt

á teirri somu nátt,

letur nú boð til Hákun gera

bæði skjótt og brátt.

 

63 Inn kom ungi Hákun,

fellur fyri hann í knæ:

“Krist signi teg, Eirikur bróðir mín,

og hvat vilt tú mær?”

 

64 Enntá var tað Eirikur kongur,

tekur í Hákunar hond:

“Margretu lýsi eg ríkið hálvt,

kemur hon lívs í lond.”

 

65 Ikki kostaði Hákun

minni við enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hann honum slá.

 

66 Børurnar av reyðargulli

læt hann honum gera,

krossin av tí skæra silvur,

merki til at bera.

 

67 Ikki vantaði í ríkinum

harpur og harpuklang,

sjálvur gekk tá Hákun

undir børustong.

 

68 Eystan undir kirkjuni,

sum dreingir eyka fold,

gróvu teir tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

69 Margreta vaknar um midnátt,

sigur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.

 

70 Meg droymdi, í Noregi

har var vaksin sút,

hjørtin í mín faðirs garði

spældi fyri bergið út.

 

71 Meg droymdi, í Noregi

har var vaksin grein,

kom ein maður í svørtum klæðum,

spilti alt fyri teim.

 

72 Meg droymdi, í Noregi

har var vaksin viður,

kom ein maður í svørtum klæðum,

sló teir allar niður.”

 

73 Svaraði greivin av Blálondum,

væl kann dreymin ráða:

“Tað er tín hin sæli faðir,

fallin er ríki frá.”

 

74 “Er tað mín hin sæli faðir,

fallin er ríki frá,

nógv eigi eg í Noregi

gullið fyri at ráða.”

 

75 “Nógv hevur tú á Blálondum

gullið fyri at ráða,

enn at fara til Noregis

at elva tær sorg og váða.”

 

76 Tað var frúgvin Margreta,

sveipar hon seg í skinn,

so gongur hon í høllina

fyri meistaran Bjarnar inn.

 

77 “Hoyr tú, meistarin Bjarnar,

hvat eg spyrji teg at,

vilt tú vera mín stýrimaður

yvir tað salta hav?”

 

78 Svaraði hann Bjarnar

hitt fyrsta orðið tá:

“So gjarna verði eg tín stýrimaður

yvir tað salta hav.”

 

79 “Nær skal bryggja og baka,

nær skal blanda vín,

nær skal eg, mín veldiga søta,

higar aftur til mín?”

 

80 “Eri eg ikki aftur komin

á mikkjalsmessu í heyst,

tú skalt bryggja og baka,

gera fullgott treyst.

 

81 Eri eg ikki aftur komin

á mikkjalsmessu í ár,

tú skalt lata kirkju gera,

ringja fyri mína sál.”

 

82 Harri Gud av himmiríki,

so tung var teirra mein,

greivin fylgdi síni frú

ytst á flóðarstein.

 

83 LegSði hann hendur um frúnnar háls,

myntist við hana blíða,

skiltist so frá lind í borg,

tey sóust ikki síðan.

 

84 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

85 Svaraði frúgvin Margreta,

á bunkan tar hon steig:

“Siglið bak við Noregi,

tí tað er styttri leið!”

 

86 Svaraði meistarin Bjarnar

í annað orðið tá:

“Siglið heldur hovmansliga

inn á Berintvág!”

 

87 Svaraði frúgvin Margreta

í annað orðið tá:

“Vánt man vera í Noregi,

mín faðir er fallin frá.”

 

88 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig frúgvin Margreta

sínum fótum á land.

 

89 Fyrst steig frúgvin Margreta

sínum fótum á land,

og hann meistarin Bjarnar

undir hennar høgru hond.

 

90 Svaraði frúgvin Margreta,

á foldina tar hon steig:

“Tað kenni eg á mínum holdi,

av sonnum eri eg feig.”

 

91 Svaraði frúgvin Margreta,

tar hon steig á jørð:

“Ein fót var eg lættari

hetta mundið í fjør.”

 

92 Tað var frúgvin Margreta,

sveipar at sær skinn,

aftan fyri hallardyrnar

har fór hon inn.

 

93 Bak við hallardyrnar

har gekk hon inn,

har sat Eyðun hestakorn,

hann smílist undir skinn.

 

94 Margreta gekk at borðinum,

tekur í Hákuns hond:

“Sit við frið, mín faðirbróðir,

nú eri eg komin í lond!”

 

95 Tí svaraði Hákun kongur

fyrsta orðið tá:

“Hvat skalt tú, hin unga kona,

tær til vitnis fá?”

 

96 “Vánt man vera í Noregi

vitni at bera til mín,

heintið mær meistarin Hilmar,

fosturfaðir mín!”

 

97 Inn kom meistarin Hilmar,

fellur fyri hana í knæ:

“Krist signi frúnna Eiriksdóttur,

hvat vilt tú mær?”

 

98 Tí svaraði Hákun kongur

hitt annað orðið tá:

“Hvar skalt tú, hin unga kona,

tær annað vitni fá?”

 

99 “Vánt man vera í Noregi

vitni at føra til mín,

heintið mær Ásu Tissismoy,

fosturmóður mín!”

 

100 Tað var frúgvin Ingibjørg,

ið henni var ímót,

tá ið Ása vitna skuldi,

hon steig á hennara fót.

 

101 Svaraði Ása Tissismoy,

reyðargull bar á hendi:

“Hjálpi mær Gud av himmiríki,

eg kenni ei hetta kvendi!”

 

102 “Minnist tú, Ása Tissismoy,

at tú gjørdi svá,

tú slóst meg við títt fingurgull,

so fast á kinnum lá?

 

103 Tú slóst meg við tínum fingurgulli,

so fast á kinnum lá,

mín faðir frætti í høllina inn,

at tú gjørdi svá.

 

104 Mín faðir frætti í høllina inn,

at tú gjørdi svá,

snarliga læt hann boðini senda,

eg skuldi fyri seg inn gá.

 

105 Eg var mær so lítið eitt barn,

eg skuldi í høllina renna,

eg fell í føður míns borðstólar,

eg beri her errið enn.

 

106 Eg var mær so lítið eitt barn,

eg skuldi í høllina ganga,

eg fell í føSður míns borðstólar,

eg beri her errið í vanga.”

 

107 Svaraði Ása Tissismoy,

nógv hevði gull til fíggja:

“Eg kalli tað ei vera brennimerki

at ljúgva sær arv til fíggja.”

 

108 Svaraði frúgvin Margreta,

hugsar nú so við sær:

“So víst verður tú blind og deyv,

sum tú kennir meg.

 

109 Eg var mær so lítið eitt barn,

eg fylgdi mínum føður til tinga,

prestar og so lærdir menn

teir tóku meg upp i ringum.

 

110 Prestar og so lærdir menn

teir tóku meg upp í ringum,

tá vóru fleiri vinir og frændur

enn nú eru í dag á tingi.”

 

111 Mikil var tann miskunnin,

ið frú Margreta fekk,

bæði blind og málleys

Ása av tingum gekk.

 

112 Mikil var tann miskunnin,

ið frú Margreta neyt,

bæði blind og málleys

Ása av tingum reið,

 

113 Tí svaraði Hákun kongur

í fyrsta orði tá:

“Gangið tit í Norðnes

og kyndið henni bál!

 

114 Gangið tit í Norðnes

og kyndið henni bál,

vil hon seg ei frá rættum svørja,

setið hana har útá!”

 

115 Margreta gekk at kirkjuni,

hevði bæði angist og harm,

har kom jomfrú Maria,

hon skilti hana við barn.

 

116 “Hoyr tú, frúgvin Margreta,

gev tær fullgott treyst,

í morgin verður tú á báli brend,

gev tær fullgott treyst!”

 

117 Margreta sat í kirkjuni,

ætlaði at sitja við frið,

har kom Eyðun hestakorn

við alt sítt valdra lið.

 

118 Margreta sat í kirkjuni,

sang úr síni bók,

Eyðun kom har gangandi,

hann hendur um frúnna tók.

 

119 Tekur hann hennara báðar hendur

aftur um bak at binda,

frúgvin græt so møðuliga,

at blóð sprakk undan lindum.

 

120 “Hoyr tú, Eyðun hestakorn,

tú bint meg ikki nú,

tað býr undir lindini,

sum minni formár enn tú!

 

121 Hoyr tú, Eyðun hestakorn,

tú bint meg ikki fast,

tað býr undir lindini,

sum Harrin hevur skapt!”

 

122 Summir rivu av henni klæði,

summir av henni skinn,

drógu frúnna Margretu

í myrkastovu inn.

 

123 “Eg fór mær til Noregis

at finna mínar vinir og frændur,

nú eri eg komin í húsið tað,

ið eg síggi ikki mínar hendur.”

 

124 Svaraði frúgvin Margreta,

á foldina tar hon steig:

“Eg náddi ikki til Postalakirkju

at síggja mín faðirs leiði.”

 

125 Tað var frúgvin Margreta,

ríður fram undir bý,

eld sá hon á Norðnesi

og logan undir ský.

 

126 Eld sá hon í Norðnesi

og logan undir ský:

“Gud náði hesi beinini,

sum har skulu hvíla í!

 

127 Her liggur tú, Katrin keypmansdóttir,

sum pínuna toldi fyri mær,

himmiríkis einglarnir

teir biði gott fyri teg.”

 

128 Tað var Eyðun hestakorn,

ið frúnni gjørdi tað versta,

tá ið hon at bálinum kom,

hann vendi tá frúnna á hesti.

 

129 Øvuga koyrdi hann frú Margretu

í váðalogan inn,

í hesum sama váðaloga

hon føddi tað lítla kind.

 

130 “Tak tú mitt hitt unga kind,

tú skert henni klæði reyð,

hon má liva í Noregi

at elva sín móðurdeyð!

 

131 Tak tú mína ungu dóttur,

tú skert henni klæði grøn,

hon má liva í Noregi,

av Gudi taki hon løn!”

 

132 Tað var Eyðun hestakorn,

ið frúnni var ímót,

hann tók hennara unga kind,

tað rendi upp á spjót.

 

133 Svaraði frúgvin Margreta,

tá ið henni kom barn á knæ:

“Syndina og hevndina

vil eg fyrigeva tær.

 

134 Syndina og hevndina

vil eg fyrigeva tær,

sum eg vil á dóminum,

Gud skal forláta mær.”

 

135 Tríggjar vóru tær tjørutunnur,

stoyttar vóru á bál,

ikki talaði frú Margreta

drístiligari enn tá.

 

136 Svaraði frúgvin Margreta,

ið brend var upp til kníggja:

“Heintið mær meistaran Hilmar,

nú vil eg hann síggja!”

 

137 Fram kom meistarin Hilmar,

fellur fyri hana í knæ:

“Krist signi teg, Margreta Eiriksdóttir,

hvat viljið tær mær?”

 

138 “Tú heilsa Hákun faðSirbróður,

sig honum so ífrá,

tú bið hann lata kirkju gera,

á bálinum at stá!

 

139 Vil hann ikki kirkju gera,

á mítt brennstað stá,

tríggjar ferðir, áður hann doyr,

skal hann av vitinum gá.

 

140 Tú heilsa frúnni Ingibjørg,

hon var mær tann versta,

tá ið hon skal føða børn,

tá føði hon fyl og hestar!

 

141 Tú heilsa frúnni Ingibjørg,

hon var mær tann tunga,

tá ið hon skal føða børn,

tá føði hon fyl og hundar!

 

142 Tú heilsa frúnni Ingibjørg,

hon var mær tann arga,

tá ið hon skal føða børn,

tá føði hon fyl og vargar!

 

143 Eg eigi mær á Blálondum

sjey vetra gamalt barn,

kemur hann norður til Noregis,

so mongum vekir hann harm.”

 

144 Følin var so eldur,

og sløkkin var so eim,

síðstur ríður Eyðun

frá bálinum heim.

 

145 Mikil var tann miskunnin,

ið frú Margreta fekk,

tríggjar ferðir Hákun kongur

av vitinum gekk.

 

146 Hann heilsaði frúnni Ingibjørg,

hon var henni tann versta,

tá ið hon skuldi føða børn,

tá føddi hon fyl og hestar.

 

147 Hann heilsaði frúnni Ingibjørg,

hon var henni tann tunga,

tá ið hon skuldi føða børn,

tá føddi hon fyl og hundar.

 

148 Hann heilsaði frúnni Ingibjørg,

hon var henni tann arga,

tá ið hon skuldi føða børn,

tá fødđi hon fyl og vargar.

 

149 Síðla var um aftanin,

ið fólkið svøvnin fekk,

tað var Margreta Eiriks dóttir,

í dreymar for sonin gekk.

 

150 “Vatnkerøldini tvey og trý,

eitt á hvørjum morgni,

tá var eg á Blálondum,

tá ið betur leikaði í horni.

 

151 Reyður hevur login leikað

um tín móður bróst,

bæSði fór hon av vørild út

hungrað, og so tyrst.

 

152 Tú statt upp, ungi Magnus,

tú skonk tær mjøð í skál,

tað fyrsta rós, ið fyri teg kemur,

tú gev fyri móður sál!

 

153 Tú statt upp, ungi Magnus,

tú skonk tær mjøð í ker,

tað annað rós, ið fyri teg kemur,

teim fátæka tú gevur.”

 

154 Magnus vaknar á miðjari nátt,

sigur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.

 

155 Reyður hevur login leikað

um mín móður bróst,

bæði fór hon av verøld út

hungrað og so tyrst.”

 

156 Upp steig ungi Magnus,

skonkti sær mjøð í skál,

tað fyrsta rós, ið fyri hann kom,

hann gav fyri móður sál.

 

157 Upp steig ungi Magnus,

skonkti sær mjøð í ker,

tað annað rós, ið fyri hann kom,

teim fátæka hann gevur.

 

158 Upp steig ungi Magnus

við sínar reyðar ringar,

kykur mundi greivin

av sínum harmi springa.

 

159 Magnus letur krossin skera

fólkið saman at stevna,

har komu tveir, sum boðin var ein,

Margretu deyða at hevna.

 

160 Fimtan skulu herskipini

út av Blálondum ganga,

annaðslíkt skal eftir koma

undir ein loynitanga.

 

161 Fimtan skulu herskipini

út av Blálondum gá,

annaðslíkt skal eftir koma

við svørð og brynjum blá.

 

162 Margreta gongur fyri sannan Gud,

fellur fyri hann í knæ:

“Ongar vil eg hevndirnar

gera eftir meg.

 

163 Ongar vil eg hevndirnar

gera eftir meg,

øll lati tú sjólátast,

men sálina goym hjá tær!”

 

164 Mikil var tann miskunnin,

ið frú Margreta fekk,

tvinni fimtan av Blálondum

alt burtur gekk.

 

165 Mikil var tann miskunnin,

ið frú Margreta neyt,

tvinni fimtan av Blálondum

tey sukku á miðjari leið.

 

166 Tvinni fimtan av Blálondum

tey sukku á miðjari leið,

sálimar fóru til himmals upp,

teir høvdu so góðan gleim.

 

II. Eyðuns ríma.

 

1 Eina veit eg rímuna,

loynir ei mín tunga,

gjørd um Eyðun hestakorn

og Hákun kongin unga.

 

2 Eyðun vaknar á miðjari nátt,

svør á sína trú:

“Undarligt hevur fyri meg borið,

reiður er kongur nú.”

 

3 Árla var um morgunin,

høsnini tóku at gala,

kongurin heintar Eyðun

eina fyri seg at tala.

 

4 *Kongurin gongur í hallina inn

*Eyðun sær á baki:

“Hovr tú, kongurin, harri mín,

hvat eru várar sakir?”

 

5 “Hoyr tú, Eyðun hestakorn,

vilt tú sakir hoyra,

gjørt hevur tú fyri lív og góðs,

um enn tú átti meira.

 

6 Beltið breitt og búgvið var,

ið mín bróðir átti,

hoyr tú, Eyðun hestakorn,

vit eru ei um tað sáttir.

 

7 Beltið breitt og búgvið var,

sett við dýrum steinum,

tað kom ikki um bróður míns bak

fyrr enn jóladagin eina.

 

8 Beltið breitt og búgvið var,

sett við rósur og krans,

tað kom ikki um bróður míns bak

fyrr enn hann reið í dans.

 

9 Beltið breitt og búgvið var,

sett viSð rósur og liljur,

tað kom ikki um bróður míns bak

fyrr enn hann reið at gilja.

 

10 Eg sendi teg til Upplanda

at biðja mær fæ,

Hósborg og Tósborg

legði tú undir teg.

 

11 Hósborg og Tósborg

eru oyggjar tvinnar,

Berintvág í Noregi

hon var ikki minna.

 

12 Hósborg og Tósborg

eru oyggjar tvær,

Berintvág í Noregi

hevði tú ætlað tær.

 

13 Eg sendi teg til Upplanda

at biðja mær vív,

moyggin misti moydóm,

fyri tað tú letur lív.”

 

14 “Tað tykir meg einki vera,

tó at tú letur meg pína,

tá ið tú læt á báli brenna

bróðurdóttur tína.”

 

15 Tí svaraði Hákun kongur,

hugsar hann so við seg:

“Vitið tað, Eyðun hestakorn,

tað bøtir ei um teg!”

 

16 Væl var hann til gálga reiddur,

tar hann skuldi hanga,

silkihúgvu á høvdi bar,

belti um magan svanga.

 

17 Eyðun hann ber hárið tað,

glitrar á hvørjum lokki,

so reið hann í herin fram

fremstur av fylgisflokki.

 

18 Tóku teir Eyðun hestakorn,

teir hongdu upp í træ,

svørji tann eið á mína trú,

at ravnar rivu ræ.

 

19 Svaraði frúgvin Gyða,

eftir gøtu gongur:

“Nú er bóndi í Norðnesi

í reyðum skildri hongdur.”

 

20 Svaraði frúgvin Gyða,

eftir gøtu gekk:

“Nú er bóndi í Norðnesi,

í reyðum skildri hekk.”

 

CCF 77 A

TSB C 6, C 22

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM Access. 4.

 

Útgávur: 

1. Gustav Storm: „Norsk Historisk Tidsskrift“ 2. partur, 4. bind.

2. V.U. Hammershaimb: „Færøsk Anthologi I“, 1891, s. 120-123 (II. Eyðuns ríma).

3. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 189.

 

Heimild:  Úr Suðuroy:  Thomas Thomsen, í Gørðum  (1822-1911), Sumba 1848

 

C 22 Frúgvin Margreta (The Norwegian princess Margreta burnt at the stake in 1301)

Margreta, dóttir Eirik Magnusson, kong, verður send yvir hav við Eyðuni Hestakorn og Ingibjørg. Tey bæði selja einum útlendskum greiva hana, sum giftist við henni, tá ið hann frættir, hvør ið hon er. Eyðun og Ingibjørg drepa ternu Margretu, føra lík hennara heim til Eirik kong og siga honum, at tað er dóttir hansara. Hon verður jarðað sum kongsdóttirin, men ta náttina talar hon við kong í dreymi, sigur honum, hvør ið hon er, og hvar ið Margreta er. Tá ið kongur seinni liggur í andaleypi, sendir hann boð eftir beiggja sínum og sigur, at um Margreta kemur aftur, skal hon hava hálvt ríki hansara. Margerta kemur aftur og fer til Hákun Magnusson kong og sigur honum, hvør ið hon er. Hann vil hava prógv, men fosturmamma hennara sigur ósatt, at hon kennir hana ikki. Margreta verður brend á báli. Hon eigur son í útlondum, sum savnar skipaflota og leggur til brots at hevna móður sína. cF: Margreta, nú stødd í himli, biður Gud steðga allari hevnd. Skipaflotin hvørvur í illveðri.

á føroyskum: CCF 77 A: I, B: II, C: II (eisini á norskum)

C 23 Eyðuns ríma (Audun Hestakorn accused and executed in 1302)

Hákun Magnusson, Noregs kongur, sendir boð eftir Eyðuni Hestakorn og leggur hann undir at hava framt fíggjarundandrátt á kongsgóðsinum, at hava svikið bróðurdóttur kong, Margretu, og at hava neyðtikið brúður kong. Eyðun Hestakorn verður hongdur á Norðnesi.

á føroyskum: CCF 77 A: II, B: III, C: III, D (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017