• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hústrúin og hovmaðurin

 

Hústrúin og hovmaðurin

 

CCF 180

TSB F 21

 

1 Hústrúin sat við akur og skar,

- gylni ráð, spensi á -

tað kom ein hovmann og hana bað.

- Í rondutum brókum,

gylni ráð, spensi á,

hann lá deyður í Vendilsá

í rondutum brókum.

 

2 “Hoyr tú, hovmann, eg tali til tín,

sást tú nakað til bónda mín?”

 

3 “Mín kæra hústrú, tú ert vitin,

hvussu var tín bóndi litin?”

 

4 “Hansara stakkur var grøn sum leykur,

eyguni hevði hann sum ein heykur.

 

5 Hansara stakkur var apaldagráur,

silvurbeltið um bakið lá.”

 

6 “Jú so menn, at eg hann sá,

hann lá deyður í Vendilsá.”

 

7 Hústrúin varð so illa við,

hon fell sær í óvit niður.

 

8 “Mín kæra hústrú, ver ikki óð,

eg skal vera tær javngóður!”

 

9 Tey lógu saman ta longu nátt,

tey snakkaðu mangt, tey svóvu fátt.

10 Árla um morgunin, sólin skein,

tá kom bóndin ríðandi heim.

 

11 Bóndin inn um dyrnar sá,

hovmaður hjá hans hústrú lá.

 

12 Bóndin inn um dyrnar leyp,

hovmaður út av vindeyga kreyp.

 

13 “Tað kom ein hovmann og leyg í gjár,

at tú lást deyður í Vendilsá.

 

14 Eg befalti hann eystur og vestur,

- gylni ráð, spensi á -

eg las fyri honum pater noster.”

- Í rondutum brókum,

gylni ráð, spensi á,

hann lá deyður í Vendilsá

í rondutum brókum.

 

CCF 180

TSB F 21

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), uppskrift hjá V. U. Hammershaimb, 1848.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 264.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 136.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Poul Mikkelsen (1819-1901), Vági 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017