• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tjúgundi biðil

 

Tjúgundi biðil

 

CCF 186 A

TSB F 4

 

1 Eg reið meg í bóndans garð,

sum bóndin stóð:

“Húsbóndin, læna mær hús í nátt,

mín hest er móður!”

 

Tann er eingin, ið teirra torir hevna,

glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

teir vilja allir taka bót,

tann er eingin, ið teirra torir hevna.

 

2 Húsbóndin setir

sín fót á gátt:

“Eg lovi ongum livandi

inn í hesa nátt.”

 

3 Út kom bóndans tjenari,

hann treskti kom:

“Húsbóndi, læna honum hús í nátt,

tað blæs í hom!”

 

4 “Tú hevur etið mítt korn og kjøt

og so mítt flesk,

gakk tú teg í laðuna inn,

statt har og tresk!”

 

5 Út kom bóndans tjenastapíka,

hon treskti malt:

“Húsbóndi, læna honum hús í nátt,

tað er so kalt!”

 

6 Hann tók upp ein eikikepp,

sló hana á lend,

hon fór seg í laðuna inn,

sum hon var brend.

 

7 Út kom bóndans kona,

sín rokk hon spann:

“Nokta tú ikki tann festarmann hús,

tað er stór skamm!”

 

8 Hann tók upp ein rísakveistur,

sló hana á kinn:

“Gakk tú teg í laðuna inn,

statt har og spinn!”

 

9 Út kom bóndans dóttir

í kyrtil grøn:

“Faðir mín, læna honum hús í nátt,

fyri mína bøn!”

 

10 “Tú bint tín hest við ladans dyr

og gev honum hoyggj,

hvar veitst tú so smukkan mann

til hesa moyggj?”

 

11 “Mín kann hesturin úti standa

og eta hálm,

eg veit henni ei smukkari mann,

enn eg eri sjálvur.”

 

12 “Tak tú mína onkadóttur,

før hana ástað,

tú er tó tann tjúgundi maður,

ið hana bað.

 

13 Tak tú mína onkadóttur,

før hana á veg,

tað verður ikki gestaleyst,

meðan hon er her!”

 

Tann er eingin, ið teirra torir hevna,

glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

teir vilja allir taka bót,

tann er eingin, ið teirra torir hevna.

CCF 186 A

TSB F 4

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) I, nr. 10, 1781-82.

 

Útgávur:

1. Svabos Færøske Visehaandskrifter. Chr. Matras legði til rættis, 1937-39, s. 60.

Svabo hevur  yvirskriftina “Ruima”.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 271.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 121.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-82.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017