• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Øskudólgur

 

CCF 189 A

TSB F 7

 

1 Heimakona og bóndi

halda sær á gaman:

- væl mást tú mín bíða -

“Hvussu skalt tú føða meg,

tá ið vit koma saman?

- Yvir langar skógar at ríða.

 

2 Hvussu skalt tú føða meg,

tá ið vit koma børn at fá?”

“Eg skal taka mær tráðu í hond

og ganga oman við á.”

 

3 “Hvussu skalt tú føða meg,

tá ið eingin er fiskur í á?”

“Eg skal meg á havið út,

størri fiskar fá.”

 

4 “Hvussu skalt tú føða meg,

tá ið fiskurin ei vil bíta?”

“Eg skal meg í bóndans garð

og treskja kornið hvíta.”

 

5 “Hvussu skalt tú føða meg,

tá ið lúður vil ikki láta?”

“Eg skal taka mær tong í hond

og hamar at smíða bátar.”

 

6 “Hvussu skalt tú føða meg,

tá ið plógvið vil ikki ganga?”

- væl mást tú mín bíða -

“Far tú teg til meinvitis,

eg vil ikki við teg pranga!”

- Yvir langar skógar at ríða.

 

CCF 189 A

TSB F 7

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) III, nr. 6, 1781-82.

 

Útgávur:

1. Svabos Færøske Visehaandskrifter.  Chr. Matras legði til rættis (1937-39), s. 456;

Svabo hevur yvirskriftina “Rujma”.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 276.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 128.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-82.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017