• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ániasar táttur

 

Ániasar táttur

 

CCF 192 A

Einki TSB-nr.

 

1 Viljum tær nú lýða

mínum orðum á,

hvussu mær og Ániasi,

okkum hevur borist á.

 

Skuljum tær á mjúkum armi sova,

ljósið leikar runnið,

lystig var tann liljan,

eg væl unni.

 

2 Eg mundi smogið meg

fastan í eitt glopp,

men Ánias hevur brent seg

og sína móður upp.

 

3 Ánias fór seg

til Havnar fróur,

keypti eina byrsu,

hartil krút og lóður.

 

4 Ánias fer sær

Norður um Fjørð,

keypir eina byrsu

fyri móður sínar jørð.

 

5 Fimtan vóru byrsurnar,

allar í einum vali,

jørðina setti hann burtur fyri eina

norður í Gásadali.

 

6 Móður sínar jørð

í pant hann setir:

“Við hesi somu byrsuni

føði eg meg í vetur.

 

7 Hvørt tað skip,

til Vágs vil herja,

tað skal eg við míni

byrsu verja.

 

8 Tá ið eg fari meg

har út í Kinn,

tá skal einki skipið

tora inn.

 

9 Tá ið eg fari meg

út í Vika,

tá skulu tey toppseglini

fyri mær strika.

 

10 Vilja tey ikki toppseglini

fyri mær strika,

tá skulu tey fáa

annað at vita.

 

11 Tá ið eg lagi meg

til at grumla,

skotini tey skulu

í homrunum rumla.

 

12 Tá ið eg fýri

undir Gjørðaveggi,

kúlan skal fúka suður um fjørð,

beint í Garðin á Bergi.

 

13 Tá ið eg leggi meg

niður at skjóta,

mastrarnar og seglini

skulu fyri borðið róta.

 

14 Tá skal eg skatt

av teim skipunum taka,

tá skal eg tubbakkið

undir meg raka.

 

15 Tá skal eg fáa,

hvat eg vil,

hálendar og eingilskar,

teir skulu seta til.”

 

16 Ánias hann vildi

havt meiri prál,

hann segði, hann vildi verið

ein korporál.

 

17 Hann segði, hann vildi verið

ein korporál,

og borið eina korðu

við sítt lár.

 

18 Tá ið hann segði

hesi stóru orð,

tá sat hann oman fyri

eingilsksins borð.

 

19 Hetta tókti Rólvi

einki at vera gott:

“Hoyr tú tað, mín Ánias,

tú fært av byrsuni spott!”

 

20 Hetta fell øllum

so væl í lag,

Ánias kom til Suðuroyar

mikkjalsmessudag.

 

21 Teir løgdu at landi

á Hellutanga,

Larvas frá Neystum

mundi mót honum ganga.

 

22 Larvas frá Neystum

mundi mót honum ganga:

“Hoyr tú tað, mín Ánias,

hvar hevur tú byrsu fangað?”

 

23 “Visti tú ikki, tað vóru

míni ørindi Norður um Fjørð,

at keypa eina byrsu

fyri mammu mínar jørð?

 

24 Hesa hevði eg heim við mær

av øllum, sum vóru í vali,

jørðina setti eg burtur fyri hana

norður í Gásadali.”

 

25 Larvas hann svaraði

honum upp á spott:

“Hoyr tú tað, mín Ánias,

tú fekk keypið gott.”

 

26 Hetta tókti Ániasi

vera so mikið gott,

síðan bað hann Larvasi

góða nátt.

 

27 Byrsuna legði hann

undir sín vanga,

síðan mundi Ánias

suður til Porkeris ganga.

 

28 Byrsuna legði hann

undir sín nakka,

síðan mundi Ánias

suður til Porkeris vakka.

 

29 Tá ið hann kom

at Trongisvágsá,

tá mundi regnið

detta á.

 

30 Tá ið hann kom

har suður í Boga,

tá var alt krútið

samanknoðað.

 

31 Ánias hann oman

eftir Hálsinum fer,

dregur eina byrsu

við sítt lær.

 

32 Ánias hann heim

í garðin fór,

úti hansara sæla móðir

fyri honum stóð.

 

33 “Góðan dag,

mín kæra móðir,

eg havi keypt eina byrsu,

hartil krút og lóður.”

 

34 Tí svaraði móðir hans,

strýkur hár frá enni:

“Hoyr tú tað nú, lítli mín,

Gud gevi tær lukku við henni!

 

35 Tí svaraði móðir hans,

og slær nú upp við gleim:

“Hoyr tú tað nú, lítli mín,

og ver vælkomin heim!”

 

36 “Hesa hevði eg heim við mær,

av øllum sum vóru í vali,

jørðina setti eg fyri hana

norður í Gásadali.

 

37 Hesa hevði eg heim við mær

teim skipunum at granda,

slíkur hevur eingin skjúttari verið

í øllum Føroya landi.”

 

38 Tí svaraði móðir hans,

hon sá hesa byrsu bjarta:

“Á góðum stundum bar eg teg

undir mínum hjarta.

 

39 Tú skalt mín forsjónari vera,

so leingi eg má liva,

eg havi ikki verið glaðari

á allari míni ævi.”

 

40 Tá ið Ánias braverar,

og sigur síni móður frá,

alt tað fólk, í Eystrum var,

tey leypa at lýða á.

 

41 “Hoyr tú tað nú, móðir mín,

nú vil eg siga tær satt,

eg havi farið so illa ástað,

at krútið er blivið vátt.”

 

42 Loysir hann krút frá byrsu hjá sær,

og tekur til botns at greiða,

hon stóð sjálv og sá uppá,

so gott tókti móður at eiga.

 

43 Tí svaraði móðir hans,

hon vildi tað einki trúgva:

“At tú kanst at turka krút,

tað manst tú fyri mær ljúgva.”

 

44 Ánias hann heldur

á einum roði:

“Hevur tú hoyrt ella spurt til mín,

at eg havi nakað logið?”

 

45 Ánias hann tekur

sína móður í favn:

“Visti tú ikki, eg tænti,

hjá einum meistara norð í Havn?”

 

46 Ánias hann svarar

so fyri seg:

“Hetta lærdi Hanus

Balsar meg.”

 

47 “Einki skoyti eg, hvat tú sigur,

tú rósar av lærdómi tínum,

ilt man berast til í dag,

tað kenni eg á holdi mínum.”

 

48 Ánias hann er

í hondunum eitt skjálg,

stendur og flísar hetta krút,

sum tað hevði verið tálg.

 

49 Tá ið hon sá hetta mikla krút,

sum alt var knoðað saman,

tað vil eg tygur fyri sannheit siga,

tá fell hennara gaman.

 

50 Ánias tyktist at hava

so mikið veldi:

“Tær skuluð hanga mær pottin

so snart upp yvir eldin.

 

51 So skal eg turka hetta krút,

at tað skal frættast víða,”

stendur nú framman fyri potti og gleivar,

báðar hendur í síðu.

 

52 “Verður nú tað, sum Rólvurin segði,

so verður alt umsonst,”

setir nú sneis í pottin niður:

“Nú skal eg vísa mín kunst.”

 

53 Móðir hansara, sum hon situr,

býst at leypa ástað:

“Tað kenni eg á holdi mínum,

tað verður ein dagur í dag.”

 

54 Ánias hann meinti,

tað skuldi einki saka,

skarar upp eld við sneisini,

og aftur í pottin at raka.

 

55 Ánias setir seg

á gólvið at húka,

neistarnir av eldinum

mundu í pottin fúka.

 

56 Ánias meinti,

hann skuldi sita so fast,

men hann varð leysur frá jørðini,

tá ið krút úr potti brast.

 

57 Ánias hann meinti,

hann skuldi á gólvinum sita,

men krútið hevði hann so høgt á loft,

at hann fleyg javnt við bita.

 

58 Tá sá móðir hans,

har sum hon sat,

Ánias undan, roykurin eftir,

login aftanat.

 

59 Tá sá móðir hans,

har ið hon sat,

Ánias, login og roykurin,

øll trý fylgdust at.

 

60 Móðir hansara, sum hon situr,

fellur nú í fátt,

tað var myrkt í húsunum,

sum tað hevði verið nátt.

 

61 Ánias visti ikki,

hvar hann fór,

fyrr enn hann kom smellandi

niður í ein kálvaflór.

 

62 Tekur tað nú nakað

í húsunum at lýsa,

hoyra tey, hvar Ánias liggur

í flóri og snýsist.

 

63 Móðir hansara loypur ástað

og sær beint á hans maga,

tekur nú tvørtur um Ánias

hann úr flóri at draga.

 

64 Móðir hansar loypur ástað,

tekur tvørtur um hans kropp:

“Far og vita, lítli mín,

far og grumla upp!”

 

65 Ánias hann upp úr

hesum flóri gongur,

húðin øll av nøsini

niður fyri munnin hongur.

 

66 “Ævinnan hon stóð fyri tær,

tá ið tú turkaði krút”,

tá fóru trý undir Ánias,

hann at styðja út.

 

67 Ánias út

um dyrnar gongur,

húðin øll av hondunum

niður fyri neglirnar hongur.

 

68 “Harm tykir mær at síggja á teg,

tað má mítt hjarta svíða,

hvussu illa tú fórt við tínum hondum,

so væl sum tú kundi at smíða.”

 

69 Ánias hann út

um dyrnar gongur:

“Eya meg, eg misti teg,

mín góði handverksdrongur.”

 

70 Móðir hansara leggur nú

runu á hvønn fingur,

Ánias rópar og gevur seg,

sigur tað nítur og stingur.

 

71 Móðir hansara leggur

upp á hann runu,

Ánias rópar og gevur seg:

“Eldsbruni, eldsbruni.”

 

72 So var hann Ánias sáraður

av tann ekka,

rópið hoyrdist úr Eystrum

út á Gjørðabrekku.

 

73 So var Ánias sáraður

av tann sviða,

tann var ikki í Porkeri,

sum hann fekk til at tiga.

 

74 Niklas við Á er reiður og grummur,

kastar nú aftur hurð:

“Ilt hevur tú verkið vunnið,

síðan tú kom Norðan um Fjørð.”

 

75 Niklas við Á er reiður og grummur,

illa mundi hann larma:

“Hevði tá eingin brenst uttan hann,

tá mundi hann fáur harma.

 

76 Harm tókti mær at síggja hará,

tá ið bæði míni eygun runnu,

móðirin stóð í køsti og tøvdi,

sum tóarakona í tunnu.”

 

77 Niklas við Á er reiður og grummur,

vríggjar nú sínar hendur:

“Móðir hans og mamma mín,

tær eru um beinini brendar.”

 

78 Niklas við Á er reiður og grummur,

snakkar nú tað við Dóta:

“So er Ánias illa farin,

honum stendur ikki til bótar.

 

79 Hann gitur ei av spóni tikið,

ei við nøkrum grandi,

men tey geva honum við pípu,

sum tey geva lambi.”

 

80 Nú skulum vær taka upp

annan tátt,

síðan skulum vær og Ánias

væl sita um sátt.

 

81 “Hoyr tú tað nú, Gunna mín,

tú læna mær klút um háls,

eg skal mær til Porkeris fara,

og finna Ánias til máls.”

 

82 Símun hann hevur so ónt

út í sítt sinni,

tað var úti í Gjørðum,

har mundu báðir finnast.

 

83 Ánias hann leggur seg

fram á ein garð,

ikki vil Símun

biðja honum góðan dag.

 

84 “Hasin sami har liggur

tubbakkið og tyggur,

djarvur er hann í sær,

hann upp á meg hyggur.

 

85 Líkari var tær, Ánias,

at yrkt um meg nakað annað,

enn míni børn nú skuldu hava

etið skarvagarnar.

 

86 Tú segði tað, eg skuldi liggja

í gloprinum og hylkja,

bæði krákur og ravnar

skuldu yvir mær flykkjast.

 

87 Tú segði tað, eg helt

í eina skarvatá,

tá skuldi ondin ganga mær

aldeilis ífrá.

 

88 Tú segði tað, at steinurin

skuldi mínum brósti meina,

tá skuldi sálin siga mær,

hvat títt var í øðrum heimi.

 

89 Hvat sum eg havi grátið

allan henda vetur,

hann verður ikki betur heitin,

ið síðari grætur.

 

90 So mundi eg tiva,

sum eg hevði verið móður,

hevði ikki Niklas tikið á meg,

so hevði eg verið óður.

 

91 Tá segðiNiklas,

har sum vit sótu,

bað meg einki skoyta,

men yrkja aftur ímóti.

 

92 Eg honum svaraði

tá upp á mín sann,

eg skal so gera,

tín danimann.

 

93 Tað fyrsta sum eg hoyrdi,

at tú vart brendur,

tá helt eg saman

báðar mínar hendur.

 

94 Eg bað mína Gunnu,

hon skuldi siga satt,

hvaðani hon hevði

hesi tíðindi frætt.

 

95 Gunna hon bað

so viðurganga sær,

at “Peturin í Toftum,

hann segði tey tíðindi mær.”

 

96 Tað segði hann henni,

Peturin vestan Brunn,

at tú vart nú kolaður,

bæði um hendur og munn.

 

97 Tá segði hann henni Peturin,

tá var hann har inni,

at tú kolaði ullina

uttan av tjúgu skinnum.

 

98 Tá ið tú lást í Eystramýri,

inntil at tú vart kaldur,

tá mundi tú brent tvær danikvinnur upp,

sum vóru væl við aldur.

 

99 Trý máttu liggja oman á tær,

so rópti tú teg øran,

tú vart ikki so rappkjaftaður,

tá ið oyruni stóðu í bløðrum.

 

100 Tá ið eg hoyrdi,

at tú vart brendur,

tá helt eg saman

báðar mínar hendur.

 

101 Helt eg saman mínar hendur,

sá upp yvir meg,

takkaði Harranum stórliga,

sum straffaði teg fyri meg.”

 

102 “Hoyr tú tað, mín Símun,

tú kenni mær ikki meiri enn um hálvt,

tað vóru teir nesdreingir,

sum tað voldu alt.”

 

103 Ánias hann hyggur

nú oman til Geilar,

Símun vrengar munnin

og eftir honum gálvar.

 

104 Ánias rakti Símuni

tubbakkið fram við síðu,

settust báðir á jørðina niður,

gjørdust nú so blíðir.

 

105 “Vit hava verið óvinir tveir

eina so lítla stund,

nú skulu vit vera vinir báðir

rætt av hjartans grund.”

 

106 Ánias biður Símun

sær fyriláta,

settust báðir á jørðina niður,

fóru nú at gráta.

 

107 “So vil eg

fyriláta tær,

sum eg vil á dóminum,

Gud skal fyrigeva mær.”

 

108 Ánias hann upp

á Símun hyggur:

“Nær skalt tú nú

suður fara, lingu[r]?”

 

109 Símun hann svarar honum,

og svør á sína trúgv,

at “eg fari suður

rætt líka núgv.”

 

110 Símun hann loypur á føtur

og sleingir upp á seg posa:

“Hoyr tú tað, mín Ánias,

tú vert nú himmiríkis kosin.”

 

111 Ánias hann loypur á føtur,

kyssir nú hann á munnin:

“Heilsa suður børnunum,

og gloym ikki tína Gunnu!”

 

112 Ánias tekur Símun

undir Gjørðaveggi,

leggur hann hann undir høku á sær,

og strýkur honum um skeggið.

 

113 “Hoyr tú tað nú, Símun,

mær tykir einki betur enn hetta,

tú ert so søtur og mjúkur um munn,

sum tú hevði verið genta.”

 

114 Hann sum har hevði sætt uppá,

hann tókti tað vera stórt gaman,

tað var fult í tógva tímar,

munnar lógu saman.

 

115 So leingi kystust báðir teir,

inntil at hvørgin fekk snakkað,

hendurnar hildu teir

hvør um annans nakka.

 

116 So langt sum teir

til hvønn annan sá,

fyri hvørjum øðrum

neyaðu teir tá.

 

117 Ánias stendur á Gjørðabrekku,

gerst í beinum gleivur:

“Vælsignaður veri nú kollurin,

ið aftur fyri Leitið sveivar.”

Skuljum tær á mjúkum armi sova,

ljósið leikar runnið,

lystig var tann liljan,

eg væl unni.

 

CCF 192 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) II, nr. 18, b: Kvæðahandrit hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 133, nr. 72.

 

Útgávur:

1. Svabos Færøske Visehaandskrifter . Chr. Matras legði til rættis (1937-39), s. 399.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 297.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 10.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-82.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017