• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brókar táttur

 

CCF 193 A

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

og fallið ei í fátt,

meðan eg gangi upp á gólv

og kvøði Brókar tátt!

 

Út at rógva fór Jóannis,

tað var ei til dans,

gitið man verða, meðan Kvívík stendur,

flundrutak hans.

 

2 Jógvan vaknar í sínari song

eina morgun snimma:

“Nú fýsir meg á sjógvin út,

eg vil ikki standa og spinna.”

 

3 Allar vekir hann bátmenninar,

undir Hellu lon,

seinast fór hann í húsið inn

til Jóannis Niklasson.

 

4 Tað var Jógvan Tummasson,

tekur til orða svá:

“Statt upp, Jóannis Niklasson,

tak sjókappan uppá!”

 

5 Svaraði Jóannis Niklasson,

tí lítil var í honum dugur:

“Tað eg fari í sjókappan,

tað er av lítlum huga.”

6 Jóannis setst upp undir seg,

títt við hondum pjakar,

rætt sum eggsjúk høna

runt um reiðrið rakar.

 

7 Hálva økt hann klæddi seg,

so er sagt ífrá,

so fór hann úr húsinum út,

til strandar læt hann stá.

 

8 Jóannis krevur sín morgunmat,

lágur er hann í beinum,

driftir hann sínum veli

sum steinstólpa á steinum.

 

9 Kristin liggur í síni song,

hoyrir, Jóannis gongur:

“Ger nú ikki eldsløkking,

tú hin grái drongur!”

 

10 Tað er Jóannis Niklasson,

tekur til orða svá:

“Eg rívi brand úr árni út,

standist hvat av ið má.”

 

11 Morgunmatin í høgru

og brandin í vinstru hond,

so gongur Jóannis Niklasson

niður til sjóvarstrand.

 

12 Men tá ið hann kom í urðina oman,

fekk hann *veiðifall,

føturnir í veðrið upp,

og nakkin í helluna small.

 

13 So leikar teirra bátur á lunni,

sum leysur knívur í skafti,

so var Jóannis í urðini kvikur

líkasum kúgv í hafti.

 

14 Draga teir bát eftir urðini oman

eftir fornum vana,

so var Jóannis í urðini kvikur

rætt sum dreivaður hani.

 

15 “Hevði eg nú havt ein taraleyp

at slett upp á mín nakka,

hentari arbeiði var mær tað

enn út á sjógvin at flakka.”

 

16 Tí sigur Jóannis Niklasson

av so lítlum huga:

“Betri var í urðini

undir taraleypi at toga.”

 

17 So kasta teir hann í eysrúmið,

í bátin í stýriborð,

so róði Jóannis Niklasson,

og talaði ikki eitt orð.

 

18 Rógva teir við Bakkan suður,

besta mið man vera,

allir settust hellumenn

flundruagn at skera.

 

19 Allir teir á bátinum vóru

egndu fyri kalva,

uttan Jóannis Niklasson

hann egndi fyri seg sjálvan.

 

20 Tað er Jóannis Niklasson,

tekur til orða svá:

“Eg vil hava ein stóran krók,

sum eg kann líta á.

 

21 Eg vil hava ein sterkan krók,

fyri uttan nakað kjak,

eg havi droymt ein dreym í nátt,

betýðir eitt ódnartak.

 

22 Bindur nú stein og ongul á,

alt upp í ein vasa,

kastar síðani út fyri borð

og niður til botns at ræsa.

 

23 Flundran kemur eftir botninum

við sín maga svanga,

hon sær hesar fiskikrókar

sær fyri eygum hanga.

 

24 “Hetta munnu vera so raskir menn,

sum hesar krókar draga,

komi eg til at taka teir,

teir verða mær at skaða.

 

25 Hetta munnu vera so raskir menn,

sum hesum krókum halda,

komi eg at taka teir,

so komi eg mær í vanda.”

26 Men tá ið hon kom at Brókar króki,

fullvæl hon hann kendi:

“Hetta man vera eitt ómenni,

sum heldur um henda enda.

 

27 Eg skal taka um henda krók,

standist hvat av ið má,

eg tori fáa gloypibita,

Brókina omaná.”

28 Fyrsta takið, flundran tók,

fast hon á hann seig,

hendumar út á sjógvin fóru,

búkur á stokki reið.

 

29 Annað takið, flundran tók,

fast hon á hann strongdi,

kvartalið av vørrini

niður á bringu hongdi.

 

30 Jóannis liggur á stokkinum

og rópar av tungari neyð:

“Hjálp nú, Jógvan Tummasson,

hetta verður mín deyð!”

 

31 Jóannis liggur á stokkinum,

so man hans muður mæla:

“Hjálp mær, Jógvan Tummasson,

eg skal tær væl betala!

 

32 Fært tú ikki silvurpening,

ella tess virði fult,

tak mína jørð í Mykinesi,

er betri enn reyðargull!

 

33 Tú tak mína jørð í Mykinesi,

innan og uttan fyri garðar,

har hanga eingir lappar við,

uttan Nilsi eitt túmark betala.

 

34 Hon fóðrar bæði neyt og seyð,

ryssur og so hestar,

súlan úti [í] hólminum,

hon man vera tann besta.

 

35 Kóparnir undir oynni liggja,

lundin flýgur í ring,

grásúlan í hólminum

hon kann lýsið bringa.”

 

36 “Tá ið tú kemur á sjógvin út,

tá situr tú fyri eitt eiti,

betur kanst tú í urðini

undir taraleypi at teita.

 

37 Tá ið tú kemur á sjógvin út,

tá setst tú til at sukka,

betur kanst tú í urðini

undir taraleypi at knukka.”

 

38 Tað var Jógvan Tummasson,

snarliga hann sær vendi,

so var hann í hondum kvikur,

hann fekk um Brókar enda.

 

39 Tveitti hann hann í eystrið inn,

tóktist fáa lætta,

glógva so eygu í hansara heysi

sum í nøkrum katti.

 

40 Jóannis liggur í rúminum,

glaður í hjartarøtur,

flundran var komin undir høgg,

áðrenn hann kom á føtur.

 

41 Jógvan dró ta flundru upp,

hann hin nýti drongur:

“Hoyr nú, Pætur Niklasson,

sit nú ikki longur!”

 

42 Pætur treiv eftir sóknarjarni,

aftur eftir báti gongur:

“Hav nú kleppin til reiðar,

tú hin grái drongur!”

 

43 Fyrsta høgg var høggið væl,

tað høgdi hann Pætur,

Jóannis skuldi hakka til,

tá kom kleppur flatur.

 

44 Tóku teir flundru í bátin inn,

í hvørjum spreki knarkar,

Jóannis hann fekk sporl um heys,

so hann feyk aftur í barka.

 

45 Tað er Jóannis Niklasson,

strýkur sær um enni:

“Skaðafiskur vart tú mær

í begynnilsi og enda.”

 

46 Jóannis tekur sín telgimudd,

stingur í kalvamønu:

“Fyrr tá vildi tú deyða meg,

nú skal eg tær løna.”

 

47 Flundrurnar úti um Túgvurnar,

tær eru ikki mjúkar at strúka,

hvør sum kemur í ferð við tær,

hann títt má lívið lúka.

 

48 “Saktans havum vit leingi her

úti á sjónum hingið,

førum nú aftur til landanna,

við tí, vær høvum fingið!”

 

49 Kvøðið havi eg kvæði mítt,

aftur man eg venda,

hetta kalla vit Brókar kvæði,

nú er táttur á enda.

 

Út at rógva fór Jóannis,

tað var ei til dans,

gitið man verða, meðan Kvívík stendur,

flundrutak hans.

 

CCF 193 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) II, nr. 19. b: Kvæðasavn hjá N. Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 140, nr. 74. 

 

Útgávur:

1. Svabos Færøske Visehaandskrifter. Chr. Matras legði til rættis (1937-39), s. 410.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 285.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 314.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 52.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017