• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Pellu táttur

 

Pellu táttur

 

CCF 194

Einki TSB-nr.

 

1 Eitt er hús í Vágum,

har eru tríggir brøður,

bákna teirra slektir saman

eftir gomlum frøðum.

 

Strýggjan við oyrað,

har er mangt og smátt,

uppi á skølti hovmenn dansa,

allir drekka kátt.

Strýggjan við oyrað.

 

2 Hanus er framman av kjafti,

og Andras millum pert,

ytst úr hvørjum snøkli,

tað er Jákup stert.

 

3 Maður kom frá Sundi heim,

gott var í honum treyst,

høvur sat á hansara kroppi,

tað var makaleyst.

 

4 Vavdi hann tað við spjarrar

og uttan yvir við strá,

plinkurnar út ígjøgnum skína,

sum ljós í myrkari vrá.

 

5 Mangur hevur vágað,

eingin hevur komið fram,

uttan Pætur Niklasson,

hann hin menskur mann.

 

6 Tríggiar setir hann vaktirnar

um tann spjarraknokk,

eingin skal á slottið storma,

inn á krankopp.

 

7 Tríggjar setir hann vaktirnar,

um tær vóru ikki fleiri,

eina við munn, aðra við kinn,

triðju aftur við oyrað.

 

8 Hann leyp inn um vaktirnar,

hvørki við krút ei lóður,

reikar runt um borgina,

upp á skøltin fór.

 

9 Geitir hevði hann oman í brýr,

og *strýggjur aftur við oyrað,

tóktist so øllum á at lýða,

fagurt var at hoyra.

 

10 Kvøðið havi eg kvæði mítt,

og aftur lati eg venda,

hetta kallum vit Pellu kvæði,

nú er táttur á enda.

 

Strýggjan við oyrað,

har er mangt og smátt,

uppi á skølti hovmenn dansa,

allir drekka kátt.

Strýggjan við oyrað.

 

CCF 194

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) III, nr. 10, 1781-82. b: Savn hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 142, nr. 75.)

 

Útgávur:

1. Svabos Færøske Visehaandskrifter. Chr. Matras legði til rættis  (1937-39), s. 475.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 325.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 80.

 

Heimild: Úr Vágum. Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017