• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Saka táttur

 

Saka táttur

 

CCF 195 A

Einki TSB-nr.

 

1 Tað var um ein árla morgun,

ælmeiting stóð,

Hanus tekur nál og tráð

og pentar um skarvsfót.

 

Har var fitlan, har var tritlan,

har pjakan á honum Saka,

tá ið hann eftir ærini skuldi taka.

 

2 Inn kemur Jákup Jákupsson

og talar til Hanus Saka:

“Tú skalt teg í markir út

sjúkan seyð at taka.”

 

3 Hanus loypur nú fimur á føtur,

eftir skónum grevur,

gongur í hans nasaglugga

knýttur kallmansnevi.

 

4 Hugsaði Hanus Saki:

“Eingin man meg síggja,

eg skal tó fyrstur fara ástað,

út á Seyðberg kníggja.”

 

5 Ærin stendur í lágini,

niðan um seg hyggur:

“Hvat er hetta fyri toppskarvur,

uppi á heygnum liggur?”

 

6 Ærin stendur í lágini,

stendur og hellir vanga:

“Hetta er ikki tann seyðamaður,

her var vanur at ganga.”

 

7 Ærin stendur í lágini,

niðan um seg skeitir:

“Hetta man vera maðurin,

sum kettubøðil eitur.

 

8 Tá ið tú vart yngri,

tá vart tú bøðil á kettu,

nú hevur fjendin upphøgað teg

og teg til seyðamann sett.

 

9 Kjøtið er gott at steikja

og snurra sær upp í smør,

men tó er tálgin betri

at gera til prikmør.

 

10 Tú fært ikki sperðil úr mær,

og ikki skalt tú meg fletta,

halt tú teg við títt foriga handverk,

tað var at basa kettu.

 

11 Fyrr skal eg renna mót Póli

og lata hann meg taka

enn ómenni og kettubøðil,

øll munnu kenna Saka.”

 

12 Hanus snúddist av heygnum niður

við so ódligum lóti,

krøkir í við króktá

og hælar við breiðum fóti.

 

13 Kvøðið havi eg tátt mín,

nú lati eg aftur venda,

hetta kallum vær Saka tátt,

og nú er táttur á enda.

 

Har var fitlan, har var tritlan,

har pjakan á honum Saka,

tá ið hann eftir ærini skuldi taka.

 

CCF 195 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) III, nr. 8, 1781-82. b: Savn hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 159, nr. 73.

 

Útgávur:

1. Svabos Færøske Visehaandskrifter. Chr. Matras legði til rættis  (1937-39), s. 460.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 325.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 80.

 

Heimild: Úr Vágum. Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017