• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Danials táttur

 

Danials táttur

 

CCF 196

Einki TSB-nr.

 

1 Viljuð tit nú lýða á,

ikki falla í fátt,

meðan eg gangi upp á gólv

at kvøða Danials tátt.

 

2 Danial setst upp undir seg,

tað sigur hann fyrst.

 

3 Danial setst upp undir seg

at golpa rætt sum .. .

 

4 Hálvan tíma klæddist hann,

ymsar litir fekk.

 

5 Hálvan tíma klæddi hann seg,

tá var hann komin í vanda.

 

6 Danial kemur út árla morgun,

sigur konu tað.

 

7 Tað var Anna Jákupsdóttir,

tók hann í sín favn.

 

8 Tað var Danial Ólason,

setir seg á skrín:

“Eg fari ikki í havið út.”

 

9 Svaraði Danial Ólason,

á skríninum sum hann sat.

 

10 Tað var Danial Ólason,

við sín svanga maga.

 

11 Danial var takknemmiligur,

tekur av sín hatt.

 

12 Tað var Danial Ólason,

stinnur var hann í beinum.

 

13 Ongar hevði hann roðbuksur,

hann hevði læraroð.

 

14 Tað var Danial Ólason,

oman í Svalbarð gekk,

morgunmatur og læraroð

javnt við jørðina hekk.

 

15 Tað var Danial Ólason,

oman í Svalbarð gongur,

morgunmatur og læraroð

javnt við jørðina hongur.

 

16 Tá hann kom at Svalbarðsá,

fekk hann fyrsta fall.

 

17 Henda sama stóra á,

sum rennur oman úr dali.

 

18 Tað var Danial Ólason,

vildi ikki liggja við rógv.

 

19 Svaraði Danial Ólason,

fyrsta orðið tá:

“Statt upp, Mikkjal Magnusson!”

 

20 Tað var Mikkjal Magnusson,

sló sína hurð úr klova.

 

21 Svaraði Mikkjal Magnusson,

góður er í honum dugur.

 

22 Svaraði Mikkjal Magnusson,

fyrsta orðið tá.

 

23 So leingi rann hann Danial

um tann heila bø.

 

24 So leingi rópti Danial,

inntil hann var hásur.

 

25 Út kom Jákup Ólason,

so beint í hans barm.

 

26 Ikki fekk hann talað,

hann veittrar við sítt roð:

“Statt upp, Jákup Ólason,

eg geri tær sjóboð!”

 

27 Tað var Jákup, bróðir hans,

gav honum ongan grið.

 

28 Danial og hann Pállin

gingu um bøin og runnu.

 

29 Knørrur leyp úr neysti oman

sum kíkaskógvur á gleri.

 

30 Knørrur leyp úr neysti oman

sum kíkaskógvur á ísi.

 

31 Tá hann fór í bátin inn,

tá fekk hann annað fall.

 

32 Tað var Danial Ólason,

heldur seg so mentan.

 

33 Svaraði Jákup, bróðir hans:

“Tað er ikki undur.”

 

34 Svaraði Danial Ólason,

nú sigur hann tað.

 

35 Svaraði Jákup, bróðir hans,

læt ikki á sær finna.

 

36 Svaraði Danial Ólason,

hann setir sína húgvu pá.

 

37 Svaraði Jákup, bróðir hans,

hann eigur børnini tvey.

 

38 “Hoyr tað, Danial, bróðir mín,

tú skalt ikki firra.”

 

39 Svaraði Danial Ólason,

fyrsta orðið tá.

 

40 Svaraði Jákup, bróðir hans:

“Hagar vilt tú fara.”

 

41 Vindurin lá av útnyrðingi,

lá teim væl til vilja.

 

42 Seghð var av kobbaskinni,

av einum gomlum sekki.

 

43 Upp sprakk Mikkjal Magnusson,

tað gjørdi hann tá.

 

44 Snarliga heysaði hann seglið á,

hann segði, hann skuldi ikki fíra.

 

45 Ikki kundi hann at stýra,

hann sneiddi inn á hvønn.

 

46 Ikki kundi hann at stýra,

hann sneiddi inn á hvønn vík.

 

47 Svaraði Mikkjal Magnusson,

frammi á knørri stóð.

 

48 Tað var Danial Ólason,

so er mær greint ífrá.

 

49 Tað var Danial Ólason,

hyggur í bátin niður.

 

50 Tað var Danial Ólason,

blinkar upp við sítt eyga.

 

51 Danial bindur sær ongul á,

sigst í hesum tátti.

 

52 Danial bindur sær ongul á,

søgur ganga frá.

 

53 Hemarin kom frá grunni upp

við sín svanga maga.

 

54 Hemarin kom frá grunni upp,

vil *ikki aftur venda.

 

55 “Hetta man vera ein blindur maður,

fáum kann hann hógv.”

 

56 So tók hemarin fyrsta tak,

fast hann á hann neig.

 

57 So tók hemarin annað tak,

so er mær greint ífrá.

 

58 Hemarin tók tað triðja tak,

fast hann á hann strongdi.

 

59 Allir teir á bátinum vóru

gjørdust nakað knáir.

 

60 Danial rullar í rongini,

rætt sum barn í vøggu.

 

61 Svaraði Mikkjal Magnusson:

“Eg eri eingin *bløðra.”

 

62 Svaraði Danial Ólason,

gerst nú nýtur drongur.

 

63 Upp leyp Mikkjal Magnusson,

aftur í skutin fer.

 

64 Danial hann dró hemaran

væl í hálvan tíma.

 

65 Einki sást á hemaranum,

uttan hann var deyður.

 

66 Svaraði Jákup, bróðir hans,

heldur á árarskafti.

 

67 Svaraði Jákup, bróðir hans,

heldur á árarlummi.

 

68 Svaraði Danial Ólason,

tá fell honum í fátt.

 

69 Tí svaraði Pállin,

heldur hann fyri spott.

 

70 “Tóast eg eigi ikki sil[vur]pening,

tó hans virði full.

 

71 Hann føðir bæði neyt og seyð,

hartil fyl og hestar.”

 

72 Tað var ikki so snarliga,

tað var til landið borið.

 

73 “Mikkjal er mítt rætta navn,

tóast teir kalla meg Brúsa.”

 

74 Henda táttin havi eg byrjað,

nú er aftur at venda,

hetta kalla vit Danials tátt,

nú er hann komin til enda.

 

CCF 196

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 54.

 

Útgávur:

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1982, s. 147.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 328.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 88.

 

Heimild: Úr Sandoy. Johan Michael Hentze, Jóhan í Uttastovu (1787-1840), Sandi 1822.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017