• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Jákup á Møn

 

Jákup á Møn

 

CCF 197 A

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og havið gott stev,

kvæði mítt væl skal ljóða,

gevist ei brátt, men haldið so við,

so klókliga millum tváa.

 

Væl már mín gangari sín saðil bera,

og sjálvan meg til hóvar.

 

2 Álvarjógvan og Danimeya,

hjún vóru tey so vøn,

áttu son á tjúgunda ári,

skírdu hann Jákup á Møn.

 

3 Meya átti henda son

tollaksmessudag,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

4 Hann aldist tá upp hjá síni móður,

sum einhvør kann vita,

tærdi mangan greytarspónin,

mangan feitan bita.

 

5 Tá ið hann var á tólvta ári,

var hann ein sleppingur góður,

lærdi at ramsa upp ABC,

og sýntist at bregða til móður.

 

6 Genturnar á Vesturlandi,

bæði lítlar og stórar,

tóktu so mikið um tann son,

sum mamma hevði fóðrað.

 

7 Trettan ár hann á baki hevði,

fjúrtanda gekk í møti,

søgdu tá øll, hann tók at gerast

kátur í sínum kjøti.

 

8 Faðir og móðir hildu ráð,

um tann onkadrong,

eingin fekk hann longur at liggja

einsamallan í song.

 

9 Tí segði hann Álvarjógvan,

situr og smíðar dyllur:

”Hvat skal gerast við okkara son,

mær tykist, hann gerst so villur.”

 

10 Meya situr á grúgvuni,

vermir síni lær:

“Fáa vit hann at giftast,”

tað var hennara svar.

 

11 ”Tá ið menninir ei vilja gera

tað, ið teim man semja,

seta vit teir í konugildi,

so skulu vit teir temja.

 

12 Minnist tú á tann jólaaftan,

tá ið tú spottaði móður,

klovan tú undir oyra fekk,

og síðan vart tú góður.

 

13 Minnist tú kyndilsmessudag,

tá tú mundi greytin lasta,

tá ið eg tók teg við hørðum tøkum,

lærdi teg at fasta?”

 

14 Tá svaraði Álvarjógvan:

”Sig tú, hvat tú vil,

hvøssu skulu vit hann giftan fá,

hann er ikki gingin til?

 

15 Hann kann ikki meiri enn partar fimm

og sítt faðirvár,

illa man tað bera til

at ganga til í ár.”

 

16 ”Eg kenni so væl tann hálshvíta rætt,

tað er eingin skamm,

kasta honum átta dálar,

so sleppur hann fram.

 

17 Klokkaran kenni eg so væl,

hann leggur gott fyri meg,

um enn vit hava lagt ástir saman,

nógv er eftir for teg.”

 

18 Drongurin fór fyri prest og degn,

slapp at ganga til,

móðir ynskir honum til lukku:

”Giftst nú, tá ið tú vil!”

 

19 ”Ungur eri eg á aldrinum,

leingi havi eg tráað,

hvaðan av landi er tann vív,

ið mær er sámi at fáa?”

 

20 ”Gentuna eg tær vísa skal,

tað er mær eingin vandi,

nevnd er hon Gyðja Haraldsdóttir,

býr á Eysturlandi.

 

21 Hon kann bæði at binda og spinna

og at kirna smør,

einans er hon arvingin

til átta merkur í jørð.

 

22 Hon kann at gera ketilost

og at elta tálg,

tá ið tú hana við eygum sært,

av henni fært tú nálg.”

 

23 ”Er hon so vøn og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av, ið má.

 

24 Sjálvur skal eg ta kvøðu upp bera,

vønu Gyðju til,

biðja dóttur Haralds bónda,

tað stendst hvat av, ið vil.”

 

25 Tað var um ein halgudag,

kettan í eystan klórar,

Jákup fór at biðja sær bát

og átta menn til róðrar.

 

26 Toggarnsbuksur fór hann í,

tøvdar upp í tógva,

hvítar hosur av koltursgarni,

spenni og danskar skógvar.

 

27 Hosubondini fingurbreið

bindur hann undir knæ:

”Statt upp, sankta Ólavur kongur,

gev mær ein góðan dag!”

 

28 Nýggja stúku fór hann í,

við snjóhvítan klút:

”Sig mær, sæla móðir mín,

hvøssu síggi eg út?”

 

29 ”Vundnar leggir og hyldlig lør,

lendar hevur tú breiðar,

kalsmans merki á hvørjum lið,

so gott tykir móður at eiga.”

 

30 Bláa troyggju fór hann í,

muffur fram yvir fingrar:

“Eg má fáa í lumma mín

nakað sum dúgliga ringlar.”

 

31 Síða sjóstúku fór hann í,

við tríkantaðan hatt,

móður tykir ogn í unga sínum,

kallar hann søtan skatt.

 

32 Brennivínsfløsku í barmin tók,

fríggjarastav í hendi,

so fór reysti Jákup á Møn

niður til sjóvarstrond.

 

33 “Farið nú væl í Harrans frið,

bæði faðir og móðir!”

Biður tey biðja gott fyri sær,

og setti seg sjálvan til róður.

 

34 Tá ið teir vóru á miðjari leið,

rann honum tað í sinni:

“Eftir liggja vøttir mínir

á bitanum har inni.

 

35 Eftir er pungur og pípustokkur

og mín slíðraknívur,

illa verður mær úr í dag,

eg fari at biðja mær vív.”

 

36 Til tað svaraði Ísakur dirðil,

situr á toftubekki:

”Illa verður tær úr í dag,

eftir gomlum merki.

 

37 Tá ið eg fór burtur at biðja,

legði eg eftir mær,

krakkurin bæði grimmur og stórur

brendur eftir mær varð.”

 

38 Róðu teir henda bátin fastan

fram í hvítan sand,

Jákup á Møn hann loftaði sær

við fríggjarastavi á land.

 

39 Tógva dálar á bekkin legði,

bað teir heilsa heim,

teir settu seg í bátin niður,

hildu sær á gleim.

 

40 Ísakur dirðil segði tá fram,

heldur á válgarsbita:

”Hvøssu biðilin kemur fram,

tað man drotturin vita.”

 

41 Biðilin setti sínari ferð

niðan at einari krógv,

setist at eta morgunmat,

móður og troyttur av sjógv.

 

42 Drýlin setur hann millum knæ,

bógvin eisini,

fór so eftir fløskuni

at leska seg afturvið.

 

43 Gamalsabógvin át hann upp,

tað á svaðasvørði,

kannubaradrýlurin gekk hartil,

sum roðaður var í smøri.

 

44 Hálva fløskuna drakk hann úr,

gott var hon pottamál:

”Nú skal drekka Gyðju prúðu

sankta Mariu skál.”

 

45 Strekkir hann út við longum stavi

yvir bekk og bleytar mýrur,

haðan allan tann langa veg

til Haralds garð hann stýrir.

 

46 Troyttur var hann av longum veg,

hevði gingið hart,

smakkar aftur á fløskuna,

til at styrkja hjartað.

 

47 Tá ið hann upp móti brekkuni gekk,

gjørdist vegurin tungur:

”Nú vilja beinini svíkja meg,

tóast eg eri ungur.

 

48 Liggja her og doyggja úti,

tað má ikki ske,

hevði eg fingið mær eitt ross,

lukkutíð fyri meg.”

 

49 Brúna ryssa Hálvdans

hinkar á trimum beinum,

eittans eyga í skalla hevði,

í læri hevði hon skeinu.

 

50 ”Her síggi eg ein brúnan hest,

ryssa ella mer,

nú skal eg ríða í Haralds garð,

sum ein kavaler.”

 

51 Hann gekk fram við blindu lið,

rópar: ”Tu tu tu!”

Vimsar hon við afturbeinum:

”Hvat síggi eg nú?

 

52 Hetta betýðir einki ilt,

av fornum eg tað haldi,

líkasum Olgar danski,

tá Brifort fyri honum spældi.”

 

53 Jákup tekur í háryggin,

kastar seg aftur á mer,

har lá hann og fetti sær

sum steinkobbi á skeri.

 

54 Tá ið hann slapp á ryssuna upp,

fríggjarin tann hin gævi,

tá fekk hann tað innskotið,

sum vit hava brúkt til stevið.

 

55 Jákup díkir á ryssuna,

niðan mót norðara skarði,

tekur hann út sín telgimudd

og prikar hana í lærið.

 

56 Gortra stóð undir skálaveggi,

tá hon hetta sá,

loypur hon inn í Haralds borg

til at siga frá.

 

57 ”Eg sá hest við skarðið,

har við gyrdan mann,

eystan undan tindunum,

sá eg, tann brúna rann.”

 

58 Men tá ið ryssan sviðan fekk,

fá var hennara líki,

varpaði hon reystan Jákup á Møn

í eitt sortudíki.

 

59 Jákup liggur í díkinum,

væl upp til hálvar leggir,

tekur at banna ryssuni,

tó ilt var skap at eggja.

 

60 ”Bannað veri tú til búk og bein,

sum meg í díkið legði,”

mintist hann á tey hánarorð,

ið Ísakur dirðil segði.

 

61 “Kristin fríggjar til Gyðju,

tað søgdu tey mær heima,

er hann har til hallar í dag,

heldur hann sær á gleim.

 

62 Hann kann væl at bíta í bak

og koma mær í forakt,

lunga hoppar upp yvir mati,

tað hava fornir sagt.”

 

63 Tá ið hann slap úr díkinum upp,

hann toygdist úr hvørjari lykku,

tá breyt hann sín góða stav

sundur í tógva stykki.

 

64 Báðar stumpar á økslina legði,

reikar heim til hús,

tá sá Jákup lítli út,

sum hann var til ilsku fús.

 

65 Menninir vóru til útróðrar

í Haralds báti bjarta,

konurnar tustu saman í flokk

við sínum bangna hjarta.

 

66 Konufólkið saman leyp

at skoða tann komna mann:

”At bíða til hann kemur heim,

tað gongur ikki ann.”

 

67 Summar hildu tað vera ein frans,

summar tað vera ein jøda:

“Eya meg,” vóru Gyðju orð,

“tað ristir í mínum kjøti.”

 

68 Til tess svaraði gamla Gortra,

svaraði so fyri seg:

”Leypið tit sum nakað orka,

einki orki eg!”

 

69 Konufólkið burtur leyp,

hvør sum best kundi ganga,

gamla Gortra eftir stóð

og skrubbaði sær um vanga.

 

70 Jákup gekk til húsa heim,

gekk mest upp á rós,

á Gortru festi hann eyga sítt,

tá hon leyp í eitt fjós.

 

71 Jákup so til orða tekur,

hann kom fyri fjósdyr:

”Heilt fyri mær títt gull og fæ,

eg havi ei verið her fyrr.”

 

72 Men tá ið hon sá henda mann

og hans føtur svartar,

slepti hon burt aftanundan

til at styrkja hjartað.

 

73 Tá ið hann hoyrdi henda brest

og tað fúlu røst,

tá fór hann eftir nakkanum

beint í Haralds køst.

 

74 Jákup liggur í køstinum,

líkasum í einum dvala,

stjørnur og tað himmalska ljós

sýntist honum fyri sær mala.

 

75 Gortra stetlar á sínum beinum,

alt sum hon kann best,

ætlaði sær at hitta hinar

niðri við stóra neyst.

 

76 Tá ið hon kom at durunum,

tá greip hon veggin fatt,

tá stóðu tær allar og tyrptust har,

rætt sum seyður í rætt.

 

77 Gyðja stóð uttast og alsveitt,

sum hon var av grunni drigin:

”Ver vælkomin omma mín,

man fíggindin vera sligin?”

 

78 ”Hann er fallin og liggur bleytt,

eg sigi tað pá mín sann,

skundið tykkum heim til hús

til at redda hann!”

 

79 Konufólkið saman leyp

at skoða tann komna mann,

líkasum ravnar um deyðseyða,

so hoppa tær uttan um hann.

 

80 Gyðja stóð har skamt ífrá

undir trístykkishúgvu:

”Hetta man vera Belsabub,

kann eg ikki annað trúgva.”

 

81 Tóku tær undir hans høvur og føtur,

hann úr køsti at draga:

”Spakuliga,” vóru Gyðju orð,

”latið ikki koma til skaða!”

 

82 Drógu tær hann eftir foldini

fram at einari á:

”Báturin kemur av útiróðri,

gangið og sigið teimum frá!”

 

83 Haraldur gongur frá strondini niðan,

sær hann hetta spæl:

“Ei man hetta, mín sæla dóttir,

fara at ganga væl.”

 

84 Byttur og baljur har varð dragsað

saman í ein hóp,

rivu so klæði av kroppi hans,

sum tú flettir kóp.

 

85 Byttur og baljur har varð dragsað,

tvagstampurin hálvur,

tá var hann so snoðin og fríður

sum ein sloktur kálvur.

 

86 Haraldur tók undir høvur og føtur,

bar tann falna drong,

bar hann so til húsa heim,

og kastaði hann í eina song.

 

87 Jákup liggur í seingini,

spraklar av lív og deyð,

inntil deyðans bróðir kom

og slapp honum úr teirri neyð.

 

88 Jákup svav, til sólin rann,

fjálgur mundi hann liggja,

tá reiv hann sundur eyga sítt,

uttan um seg at síggja.

 

89 Haraldur gekk til hansara song:

”Góðan morgun, maður,

fyri tú vart frelstur í gjár,

mást tú vera glaður”

 

90 ”Eg ætli mær til Haralds garð

henda sama dag,

var eg í nakrari neyð í gjár,

sig mær einki tað!”

 

91 ”Eg eri Haraldur, stovan er mín,

ið tú inni ert,

kemur tú mær til handa í dag,

tað skal falla mær kert.”

 

92 Haraldur fór eftir fløskuni,

skeinkir honum gløsini trý,

flýggjar honum pungin:

”Lat tær nú uppí!

 

93 Statt nú upp, og lat teg í,

áðrenn nakar sær!”

Gortra fór eftir buksunum

og kastar honum á lær.

 

94 Tá svaraði Haraldur

alt foruttan vanda:

”Sig mær satt av eiti tínum,

hvaðni ert tú av landi?”

 

95 ”Eg eri aldur á Sandi upp,

onkasonur móður,

einans eri eg arvingin,

hvørkin er systir ella bróðir.

 

96 Jákup á Møn, so siga teir mær,

prestar teir meg doyptu,

Álvarjógvan og Danimeya

meg í formi stoyptu.”

 

97 Til tað svaraði Haraldur,

væl kann tungu skilja:

”Hvat eru tygara ørindi,

hvat munuð tær higar vilja?”

 

98 ”Eg siti her við mínum pípustokki

og mínum slíðraknívi,

til tess eri eg higar komin

at fara at biðja mær vív.

 

99 Sannheit eg ikki dylja vil,

men siga líka frá,

tað er Gyðja Haraldsdóttir,

mær stendur hugur á.”

 

100 Til tað svaraði Haraldur,

sló tað upp í háð:

”Mangan man mín sæla dóttir

slíkar hava ráð.”

 

101 Haraldur fór eftir síni dóttur,

loypur í stovuna inn,

hon situr seg á stóli niður,

bæði prúð og svinn.

 

102 Reyðari troyggju, kalmankisskjúrti,

grønari silkihúgvu,

kinnur var reyður sum hummarklógv,

eygað sum í dúgvu.

 

103 Jákup stendur á gólvinum,

strýkur sær um enni,

hárið aftur við oyrunum,

skeitir yvir at henni.

 

104 Haraldur tekur í hennara hond:

“Sæla dóttir mín,

vilt tú henda biðilin lova,

komin at biðja tín?”

 

105 ”Ikki vil eg til slíkan lók

gifta meg í ár,

hann kann fara í køstin í dag,

sum hann fór í gjár.”

 

106 So rak Gyðja spott á hann,

til hann gekk á øllum fýra,

morgunmatarleysur av húsinum fór

heim til Sanda at stýra.

 

107 Genturnar á Eysturlandi,

kátar allar samlar,

hvør við sínum kneppi av hoyggj,

bæði ungar og gamlar.

 

108 Jákup fylgdist við Haraldi,

har sum tey brendu krakk:

”Fyri tú hýsti mær í nátt,

skalt tú hava takk.”

 

109 Danimeya á landi stóð,

sær hon hesa glaðu,

tekur at rópa grindaboð

og koyrir bátin ástað.

 

110 Jákup gekk til strandar oman,

tá hann sá henda bát,

men tá ið hann sá Ísak dirðil,

tá fleyg hann í grát.

 

111 Ísakur var bæði blíður og týður,

hvat skuldi hann annað gera:

”Jákup, hevur tú fingið ja,

og hvar man grindin vera?”

 

112 ”Her er roykur og eingin grind,

tit skulu hava takk,

genturnar á Eysturlandi

brenna eftir mær krakk.”

 

113 Taka teir hann í bátin inn,

teir róðu heim til Sanda,

Jákup gekk frá strondum niðan

fyri sína móður at standa.

 

114 Hon fór eftir fløskuni,

hartil bar hon drekka,

tá ið niður á hjartað kom,

tá var kraftin svekkað.

 

115 Tað var hansara sæla móðir,

gav honum ikki betri treyst:

”Legg teg niður hjá tíni móður,

hon er longst um best!

 

116 Tí at tú nakrantíð heiman fór,

tað man meg nú fortróta,

ilt mundi tú, mín sæli sonur,

av mínum ráðum njóta.”

 

 117 ”Eg eri troyttur av longum veg,

krakkurin er tungur,

konufólkaráð eru ólukkuráð,

helst tá man er ungur.”

 

118 Jákup legði seg upp í snoð,

hann lystir ei longur at fríggja,

onga gentu á hesum landi

tordi hann meiri síggja.

 

Væl már mín gangari sín saðil bera,

og sjálvan meg til hóvar.

 

CCF 197 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: 1 Kvæðasavnið hjá Napoleoni Nolsøe. (Føroya landsbókasavn), 1842. 2. Hanus Hanusson: “Fugloyarbók” (AM, Access 4) nr. 92. 3. Oktavhefti í savni V.U. Hammershaimbs, (AM, Access 4). - 4. Kvæðasavn hjá Jóni Jónssyni, Tórshavn, 1871, nr. 6. Í savni Jakob Jakobsens 1887. Føroya landsbókasavn.

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: “Færøsk Anthologi I”, 1891.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 330.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 79.

 

Heimild: Úr Nólsoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn 1842.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017