• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kirkjubø táttur

 

Kirkjubø táttur

 

CCF 199

Einki TSB-nr.

 

1 Í Kirkjubø býr ein menskur mann,

- í ríman -

Jógvan Pætursson eitur hann.

- Talborin gigvalin ert tú, søtan mín.

 

2 “Hoyr tú, Anna, sig os frá,

stendur brúdleyp í Kirkjubø í dag?”

 

3 “Gangið skjótt, og liggið ikki slættir,

fólkið er til borðið sett!”

 

4 Tá ið teir komu har upp á skarð,

teir sóu so fagran brúðarskara.

 

5 Tá ið teir komu har betur fram,

aftast gekk ein lítil mann.

 

6 Tá ið teir komu at portri inn,

aftast gekk hann Jákup pinn.

 

7 Jóhannis stendur hendur í hupp:

“Dreingir, eg fái ikki hurðina upp.”

 

8 Ísakur svaraði so fyri seg:

“Kunnugur man eg vera her.”

 

9 Alt teir gingu, og alt teir runnu,

Jákup hoppaði sum ein lundi.

 

10 Jóhannis stendur við hurð og brestir:

“Her eru nógvir snultigestir.”

 

11 Til tað svaraði Jákup pinn:

“Vær eru ikki meiri enn fimm.

 

12 Ein er Hanus, annar er Gýggi,

triði er Jákup, lágur til kníggja.

 

13 Fjórði er Jóhannis, bøttur um lær,

fimti er suðringur, situr har.”

 

14 Jóhannis eigur synir tíggju,

tekur krov og kastar á Gýggja.

 

15 “Vilja tær ikki skera,

so latið krovið vera!

 

16 Vilja tær ikki tyggja,

so latið krovið liggja!”

 

17 Ísakur hugsar so við sær:

“Eg hevði ein lítlan mudd við mær.”

 

18 Ísakur strýkur sær um enni:

“Setist nú báðir í fótaspenni!”

 

19 Krovið tekur at skrædla,

nakkar í gróti gjalla.

 

20 Krovið tekur at skrædna frá,

Jákup opin í skarndíki lá.

 

21 Ísakur sær seg út í Hest:

“Nú er válgarsoyrað leyst.”

 

22 Jóhannis í sín kikara hyggur:

“Hvør er hesin, í grøvini liggur?”

 

23 Jákup svør á sína sann:

“Uppaftur má eg náa hann.”

 

24 Til tað svaraði Gýðin jall:

“Hetta var eitt skammiligt fall.”

 

25 Ísakur setir seg upp á pall:

“Mítt navn tað er Gýðin jall.”

 

26 Ísakur hugsar við sjálvum sær:

“Válgaran havi eg kjósað mær.”

 

27 Hanus sker í sjóðheitan grát:

“Válgari og herðablað fylgjast at.

 

28 Fái eg ikki part fyri mín knív,

so taki eg fyri mítt væna vív.”

 

29 Ísakur svarar alvæl hart:

“Latið ikki konufólk ganga í part!”

 

30 Svaraði stóra Meya:

“Jákup fekk puss í eygað.”

 

31 “Tegi mín kona, tegi mítt barn,

tað er ikki puss, tað er eitt skarn!

 

32 Snultigestir, gangið út,

meðan eg fari oman í Strút!”

 

33 Jóhannis ynskir til lukku:

“Gevið nakað út í krukku!

 

34 Til lukku verði nú henda gifta,

á trødni skulu vit krovið skifta.”

 

35 Tað var gleði, og tað var gleim,

snultigestir fóru heim.

 

36 Tá ið teir komu norð um hús:

“Hetta fæ gav os Lasarús.”

 

37 Tá ið teir komu norð um fjós:

“Hetta gav Jóhannis upp á rós.”

 

38 Pálin kemur sær uttan av bø:

“Nú eru læti úti á trøð.”

 

39 Har var gleði og har var gleim,

snultigestir fóru heim.

 

40 Ísakur situr og teinkir:

“Ríki maður gav os einki.”

 

41 Hanus gongur við miklum larm:

“Eg havi eina knútu í mín barm.”

 

42 Svaraði junkarin Gýggi:

“Lat meg knútuna síggja!”

 

43 Hanus kastar knútu á vøll,

tá skulvu øll Kirkjubøfjøll.

 

44 Hanus kastar knútu á trøð,

tá var skrambl í Kirkjubø.

 

45 Pálin kemur sær uttan av bø:

“Har eru læti úti á trøð.”

 

46 Tá var bæði gleði og gleim,

snultigestir fóru heim.

 

47 Jákup við sítt stutta bein,

reikar uttan um Kyrjastein.

 

48 Nú tekur til at myrkja

Nú er ikki longur at yrkja

 

49 Nú tekur til at skýma,

- í ríman -

nú er ikki longur til at ríma.

- Talborin gigvalin ert tú, søtan mín.

 

CCF 199

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Kvæðasavn hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) III (1851), s. 76, nr. 101; b: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 30 (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 344.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 99.

 

Heimild: Úr Streymoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1851.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017