• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Mikkjals táttur

 

Mikkjals táttur

 

CCF 201

Einki TSB-nr.

 

1 Árla var um morgunin,

tá ið sólin rann:

“Hvør torir vekja Bjarnarisa,

tann stóra mann?”

 

Hann er eingin, ið teirra torir hevna,

glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

teir vilja allir hava bót,

tað er eingin, ið teirra torir hevna.

 

2 Maðurin leyp ur sínari song

á gólvið fram:

“Eg tori at vekja Bjarnarisa,

tann stóra mann.”

 

3 Maðurin leyp

úr sínari song:

“Eg tori at vekja Bjarnarisa,

tann stóra drong.”

 

4 Gingu so um dalin yvir

við ein fart,

teir gingu seg at vindeyganum

og rópa hart.

 

5 “Statt upp, langi Bjarnarisi,

á sjógvin út,

gloym ikki vøttir og hettu,

sum hava tút!”

 

6 Upp stóð langi Bjarnarisi,

var bogin sum gjørð:

“Eg má vinda tað sama noða,

eg vant í fjør.”

 

7 Upp vaknaði hon gamla Myrisnípa,

hon var ikki glað:

“Abbanum verður ikki vundið

í henda dag.”

 

8 Upp vaknaði hon gamla Myrisnípa,

um seg leit:

“ Abbanum verður ikki vundið,

eg tað veit.”

 

9 Upp vaknaði hon gamla Myrisnípa,

hon var ikki blíð:

“Abbanum verður ikki vundið

í mínari tíð.”

 

Hann er eingin, ið teirra torir hevna,

glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

teir vilja allir hava bót,

tað er eingin, ið teirra torir hevna.

 

CCF 201

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 349.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 113.

 

Heimild: Úr Streymoy. Gudmund Effersøe, f. í Havn (1827-1916), Vestmanna, 1846.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017