• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Pálins táttur

 

Pálins táttur

 

CCF 202

Einki TSB-nr.

 

1 Pálin hann kemur sær eystan av leiti,

Óli eyguni eftir honum skeitir.

 

So frýdalig.

 

2 “Man hatta vera Pálin til vissa,

so vissiliga kemur hann meg at kyssa.”

 

3 Óli hann gongur sær vestur á brunn,

hann vaskar sær bæði um skegg og munn.

 

4 Inn kemur Pálin og biður góðan dag,

Óli sat á koyggjudurunum og sprakk ástað.

 

5 Kossin hann gav honum, barkatakið til:

“Lystir Óla meiri, stendur Páli til.”

 

6 So munđu teir um gólvið vappa,

at Ólas tá varð sundur traðkað.

 

7 “Mín kæri Pálin, traðka mær ei for nær,

eg havi so ilt út í mínar tær!”

 

8 “Hevði eg vitað, at táin var svak,

tá skuldi eg staðið við dyrnar í mak.”

 

9 Inn kemur eitt og sigur teimum frá:

“Pálin hevur troðið sundur Ólas tá.”

 

10 Aftur kemur Pálin, sum hann kom í fjør,

onga leigu bar hann Óla fyri sína jørð.

 

11 “Mín kæri Óli, hvat tykir tær betri,

krovið um heystið ella gimburlambið um vetri?”

 

12 “Gimburlambið er gott, men krovið er betri,

tað doyggja so nógv gimburlomb burtur um vetri.”

 

13 “Tað sama krovið, tú skuldi fáa í fjør,

tað gekk til, sum báturin stóð í gerð.

 

14 Krovið skalt tú vissiliga fáa,

ókyrt var við landið, eg kundi ikki ná.”

 

15 Lýsiprilluna tók hann pá sítt bak,

tí mátti krovið hanga í mak.

 

So frýdalig.

 

CCF 202

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a. Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4). b: Savn hjá Svend Grundtvig  (Dansk Folkemindesamling 68), heimildarmaður: Oliver Petræus Effersøe (1830-1897), Vestmanna, 1846.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 350.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 116.

 

Heimild: Úr Streymoy. Gudmund Effersøe, f. í Havn (1827-1916), Vestmanna, 1846.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017