• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Páll í Leirvík

 

Páll í Leirvík

 

CCF 203

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið nú ljóð og lýðið á,

leggið nú væl í minni,

meðan eg kvøði um mannin tann,

í Leirvík var á sinni!

 

Havið nú frið upp á Leirvíksfjall,

fellur so væl í rím,

kátur loypur folin

undir saðil sín!

 

2 Páll hann býr í Leirvík inni,

so siga gamlar søgur,

hárið var sum avsetur,

men bunit prýddi høvur.

 

3 Grefligur í andlitsskap,

rætt sum sjálvur hin versti,

hálslangur og holdligur,

hans høvur við herðar festi.

 

4 Rundar herðar og langur ryggur,

fast við breiðum rassi,

bein og lær var øgiligt,

so reystur var tann knassi.

 

5 Árla var um morgunin,

tók fyri dag at tynna:

“Nú lystir mær til Velbastaðar,

Ellind at finna.”

 

6 Hann tók upp ta stúkuna,

kvarðað var við bláum,

morreyðar kubbar á skøvning dregur,

spunnar við tveimum tráðum.

 

7 Tað var tá, sum ofta er enn,

neyð í krambúð var,

tekur upp klút av bátsmanslørifti,

bindur um háls á sær.

 

8 Hann fór í tær brøkurnar,

klokkuskornar vóru,

grovar tær í verki vóru,

líva um tjógv tey stóru.

 

9 Bindur hann um seg slíðraband

fast við brøkur svartar,

stórur knívur við svørtum slíðrum

við vinstru síðu dartar.

 

10 Gráar hosur og kálvskinsskógvar

Páll á føtur dregur,

hvar ið hann til ferðar býst,

hann ei á beinum svevur.

 

11 Smoyggir hann sær í skinnstúku,

reyðan hevur hann svíra,

hesa somu skinnstúku

fekk hann frá Gunnari dýra.

 

12 Páll hann át sín morgunmat,

brúkti gamlan sið,

drýl og forna garnatálg

át hann afturvið.

 

13 Trettan vóru pørini

til Havnar skuldu fara,

keypa við og brennivín

og aðrar handilsvarur.

 

14 Stingur hann pør í klæðsekk niður,

prukku tekur í neva,

so munđi rádni Leirvíks Páll

mót Leirvíksfjalli streva.

 

15 Páll hann gekk eftir Leirvíksfjalli,

skjótt man vegur líða,

tá ið hann kom til Norðragøtu,

hitti hann konu blíða.

 

16 Konan gav honum mjólk at drekka,

Páll við stampi tekur,

lokkar, flugur og húsvætti

so tjúkt í stampi rekur.

 

17 Páll hann tók mót stampinum,

hann drakk tann drykkin stíva,

har var fjórða kryddarí,

hann læt í kíkin dríva.

 

18 Páll hann gekk frá Norðragøtu,

eftir sandi man vagga,

so skvaggar mjólk í vomb á honum,

rætt sum vatn í kagga.

 

19 Páll hann gekk um gjónna yvir,

prukkan skramblar á gróti,

gekk so yvir til Syðrugøtu,

bóndans húsi ímóti.

 

20 Bóndin var bæði blíður og týður,

beyð honum sess at sita:

“Hvat er títt á ferðum fyrst,

tað skalt tú lata meg vita?”

 

21 “Væl livir fólk í Leirvík inni,”

Páll hann svarar á palli,

“eg fann vøttir og kollhúgvu

uppi á Leirvíksfjalli.

 

22 Eg ætli mær til Havnar suður,

tað er mín ferð tann fyrsta,

so fari eg til Velbastaðar

hjá Ellindi at gista.”

 

23 Bóndin gav honum kjøt at eta,

tað var *mikil frøi,

um enn hann hevði borið grót,

hann hevði ikki kent til møði.

 

24 Páll hann steig frá borði upp

fyri mat at takka,

so tók hann sær prukku í hond,

víðari fram at flakka.

 

25 Páll hann gekk eftir Hólheygnum,

hart man fótur trampa,

lotið aftan undan honum

mundi so illa dampa.

 

26 Páll hann gekk móti Glyvrum út,

mundi væl vegin ansa,

altíð harðna hvirlurnar

aftan undan Skansa.

 

27 Páll hann heilsar glyvramonnum,

stórar hevur hann hendur:

“Himmiríkis kosnir verði tit,

flytið meg yvir á Strendur!”

 

28 Tað var játtað skjótt og brátt,

áðrenn hálvtalað var orðið,

mannaðan bát av Glyvrum út,

tríggjar menn í hvørt borðið.

 

29 Fluttu teir hann um fjørðin yvir,

skjótur var tann róður,

Páll hann stígur á landið upp

og tykist at vera móður.

 

30 Páll hann stendur á Strandalandi,

hugsar um tey ráð:

“Eg skal gista hjá Ertnabúki,

tað stendst hvat av, ið má.”

 

31 Páll hann gisti hjá Ertnabúki,

so er sagt mær ífrá,

fisk fekk hann til náttverða,

súpan omaná.

 

32 Páll hann drakk tá súpan[in]a,

tykist møði renna,

sterkan mundi hann landsmakin

at skrindusúpan kenna.

 

33 Tað var um ein annan dag,

vindurin lá á norðri,

sláturmørur og køka til,

tað var lagt á borðið.

 

34 Páll hann át tann sláturmør,

væl man mørur smakka,

síðan steig hann frá borði upp

fyri mat at takka.

 

35 Páll hann fekk teir flutningsmenn,

so sigst í hesum tátti,

mannaðan bát úr Sjóvarstøð,

sum Greivin sjálvur átti.

 

36 Seglið dúkar, báturin rennur,

árar leika við tolli,

skjótt varð gjørt við ferðini,

so væl man dáma Pálli.

 

37 Settu teir hann í Akkersvík,

Páll á landi stendur:

“Berið tit mína blíðu *heilsan

inn aftur á Strendur!”

 

38 Páll hann gekk av Hvítanesi,

hevði ei føtur lamnar,

sveittin rann av andlitinum,

tá hann kom til Havnar.

 

39 Páll hann gekk til hosnamannin,

honum pør at rætta:

“Hevði tú slept mær av við tey,

tað var ein góður lætti.”

 

40 Tikin vórðu pørini,

væl tyktist Páll at liva,

so fór hann til bókhaldaran,

vørur út at skriva.

 

41 “Skriva mær nøkur handilsborð,

tubbakk og farging blá!”

Bókhaldarin ristir við høvdinum:

“Tað er ikki her at fá.”

 

42 “Skriva mær pott av brennivíni,

hamp og nakra nævur!”

Bókhaldarin ristir við høvdinum:

“Tú fært ikki tað, mín maður.”

 

43 Ilskaðist nú Leirvíks Páll,

ikki var vanur at fíra:

“Skamm og last í heilarnar,

ið hesum handli stýra.”

 

44 Ilskaðist nú Leirvíks Páll

við sínum breiða brósti:

“Tað er ikki verri vorðið

inni í Leirvíks køsti.”

 

45 Svaraði ein av dragarunum,

hann hevði svull á tánni:

“Tað besta fer úr krambúðini,

meðan skipið liggur á vágni.”

 

46 Páll hann snúðist í krambadyrnar

í tí ónda sinni:

“Er her nakað skonrugsbreyð

í krambúðini inni? “

 

47 Krambakalin í tunnu tekur,

niður í at hyggja,

sær hann nakrar skonrugsmolar

niðri á botni hggja.

 

48 Helvtin var av músaskarni,

Páll í tí man raka:

“Hvat man Nimfur keypmaður

fyri músalortar taka?”

 

49 Til tað svaraði ein havnarkona,

livir bara av meldri:

“Páll fekk ikki tann fyrsta lort,

í krambúðini varð seldur.”

 

50 Til tað svaraði havnarkonan,

við sínum andliti grá:

“Fleiri krambúðir eru í Havn,

og har er meiri at fá.

 

51 Fimtan eru krambúðirnar,

tær eru allar betri,

tær eru hjálp hjá mongum manni

bæði vár og vetur.”

 

52 Páll hann gekk tá heim í Havn,

drakk sær fullgott rús:

“Ikki sovi eg í nátt

fyrr enn í Ellinds hús.”

 

53 Páll hann gekk eftir Bryggjubakka,

tá var fótur lættur,

bunit niðri á øðrum vanga,

rætt sum danskur hattur.

 

54 Páll hann gekk til Velbastaðar,

nú man ríman falla,

gekk so inn hjá Ellindi,

á Steinum teir kalla.

 

55 Ellindur stóð mót honum upp,

var bæði blíður og glaður:

“Ver vælkomin, Leirvíks Páll,

mín gamli bønamaður!”

 

56 “Eg havi gingið í allan dag,

vegurin var so langur,

væl verði tær, Ellindur,

nú er mín búkur svangur.”

 

57 Potturin yvir eldi hekk,

fullur var av kjøti,

Páll hann fekk ein hálvan drýl,

hann settist at sleikja fløtið.

 

58 Síðani kjøtið kókað varð,

borið inn á fati,

tyggir fast og svølgir títt,

tað vóru ravnalæti.

 

59 Síðani hann at sova gekk,

vítt hann munnin man tenja,

so loypur undan áklæði,

rætt sum hundar grenja.

 

60 Tað var um ein annan morgun,

teir í arbeið stóðu,

komu teir í bardagar saman,

fast av miklum móði.

 

61 Bardust teir um bøin oman,

læti høvdu av trølli,

jørð stóð oman øklaknútar

á tí harða vølli.

 

62 Bardust teir um bøin oman,

hvørgin stóð til falla,

sóttu sínum bardøgum

oman móti halla.

 

63 Bardust út av bakkanum,

Ellindur kom undir,

brakaði hvørt eitt bein í honum,

háls og heysin gekk sundur.

 

64 Eg kann ikki kvøða meir,

eingin vil meg læra,

bóndin misti har sítt lív,

háls og heysin harða.

 

Havið nú frið upp á Leirvíksfjall,

fellur so væl í rím,

kátur loypur folin

undir saðil sín!

 

CCF 203

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Savn hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 71, nr. 57; b: uppskrift hjá  Hans Paula Johan-Petersen, Sandvík ; c: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) I, s. 32, nr. 6.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 351.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 69.

 

Heimild: Úr Streymoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1842.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017