• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sanda táttur

 

Sanda táttur

 

CCF 204 A

Einki TSB-nr.

 

1 Dánial á Oyri, gamla mann,

átta seyðamenn minnist hann,

hevði hann fingið nógv at etið,

hevði hann minst tað níggjunda setið.

 

Med vár lystig leikalund,

lætta sorg og milda lund,

skulu so berja for báðum stund,

býður mær tað hitt væna sprund.

 

2 “Tað seti eg við mítt siktaða eyga,

verður mær einki annað at deyða,

tað seti eg við mínar gomlu tenn,

at eg man minnast tann níggjunda enn.

 

3 Eg minnist bøndur í hópatal,

Óla og Heindrik minnist eg væl,

eg minnist Lykkir og bróður Skalla,

hann kom eftir tann gamla Kalla.

 

4 Eg minnist Lykkir, bróður Skalla,

hann kom eftir tann gamla Kalla,

Mikkjal á Sondum, Fullbesettur,

Ólin í Króki við skrúðhettu.”

 

5 Teiar kom har síðst á lista,

hann tók ta bøgu, sum steggin misti,

steggin fór seg yvir um á,

Teiar eftir á ullini lá.

 

6 Teiar við sítt ronduta lær

skuldi gera rættargarð,

hann skuldi standa til verðsins enda,

har skuldi seyðurin aftur venda.

 

7 Barnið út á brúnna titar,

biður Sakaris ikki sita,

Sakaris leyp sum fyri seyð,

meinti, kúgvin hevði verið deyð.

 

8 “Sakaris, gakk og ikki sit,

í Sandastovu er bit og slit,

syftast dreingir, akast við hørðum,

eg meini, teir sláa hvønn annan við kørðum!”

 

9 Sakaris tók teir báðar í favn:

“Høvdu tit verið norð í Havn,

tá høvdu tit upp á træhestin farið,

riðið á honum við naknum læri.

 

10 Tit høvdu farið í bolt og jarn,

líka sum fyri leysingabarn,

tit høvdu farið á vatn og breyð,

átta dagar og nætur sjey.”

 

11 Hálvdan fram við mølini gongur,

høvdið niður í bringu hongur,

píkin setir hann niður í sand,

fiksur kal á hetta land.

 

12 “Eg havi mikla myndigheit,

fiksur kalur, sum hvør mann veit,

substituttur á deknarhólk,

kalsmaður yvir tað slemma fólk.

 

13 Gerið nú av, sum eg tykkum biði,

ella komi eg sjálvur triði,

Lodnihattur og Kummas í Kúsi,

teir skulu møta í Sandahúsi!”

 

14 Klæmint við sín lodna hatt

báðum pørtum segði rætt,

Hálvdan frýsir sum ein kattur,

Sakaris svaraði ikki aftur.

 

15 Klæmint við sín lodna hatt

báðum pørtum segði rætt:

“Royðrargumpur og Eirikur vel,

svør ikki burtur tykkara sjel!”

 

16 Hálvt annað stykki fyri ein mann

er ikki lítið, men hvat tað kann,

tálgarsúpan, illa bótað,

hana fingu vit yvir hjá Nóta.

 

17 Hálvt triðja stykki fyri ein mann

er ikki mikið, men hvat tað kann,

Sakaris við sín mjóva stert,

tann tunna velling er lítið vert.

 

18 Niklas og Sara tey eru par,

Jógvan og barnið tey eru sær,

Elsipu systur skifti eg staka,

hon skal av báðum pørtum taka.

 

19 Nú er komin tann illi granni,

alt ímóti tann eina mann,

nakað hevur hann mót teim knógvað,

nú man hans fjørður fara og rógvast.

 

20 Nú er eftir um Brúðargeira,

faðir og sonur, teir eru ikki fleiri,

vit skulu seta teir í torn,

karva teir inn í krumpin horn.

 

21 Kettan gráa, bollabreiða,

hon dró hann um tríggjar teigar,

hann tók so fast í kattins hala,

tá var hann ikki maður at tala.

 

22 Hann tók so fast í kattins hala,

tá var hann ikki mentur at tala,

hevði hon tikið við hans kjós,

hevði hann sloknað sum eitt ljós.

 

Med vár lystig leikalund,

lætta sorg og milda lund,

skulu so berja for báðum stund,

býður mær tað hitt væna sprund.

 

CCF 204 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Savn hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) I (1840), s. 240, nr. 43; b: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 12, uppskrift frá 1822 eftir Jakob Poulsen Nolsøe í Tórshavn.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 354.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók I, s. 108. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, Tórshavn 1968.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 119.

 

Heimild: Úr Streymoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1840.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017