• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Frunta táttur

 

CCF 208 A

Einki TSB-nr.

 

1 Eina so vil eg vísuna kvøða,

hvørki um fýrkantað ella runt,

hvørki um dygdir ella lastir,

uttan um tey sum brúka frunt.

 

2. Tað var áður í gamlar dagar,

genturnar tóku so mangan á glunt,

tó av teim snildum vistu tær ikki,

krumsakka ella brúka frunt.

 

3 Sikem var so vakur ein junkar,

hansara rov var illa unt,

Dina kostaði pá at forføra,

tóat hon ikki brúkti frunt.

 

4 Enntá minnist eg væl fleiri

í tí halga landinum so runt,

enn Klópatra og Bernisa,

hvørki av teimum brúkti fmnt.

 

5 Nú er verðin so víð um vorðin,

*fortrotið øðrum og illa unt,

fortreð pá aðra so munnu tær hava,

sum hárið bera leyst og brúka frunt.

 

6 Summar tær ganga við kambi í hári,

krúlla tað væl og flætturnar runt,

tað er mótin hjá teim flestu,

niðurslagið hár og brúka frunt.

 

7 Summar hava kýsan aftur á nakka,

kloddan í krúlli balla tær runt,

flestar sum vildu, fingu tá maka,

tóast tær ikki brúktu frunt.

 

8 Eitt sinn gentur koma tilsaman,

snakka tær um tað landið so runt,

dreingir at lova, summar at lasta,

skjóta til tær, sum brúka frunt.

 

9 “Spáa mær, systir,” segði tá onnur,

“gev mær títt hjartans orðið so sunt,

hvørt eri eg vakrari, sum eg eri,

enn sum eg hevði klipt mær frunt.”

 

10 “Frunturin má teg so lítið prýða,

tí andlitið títt tað er so runt,

betur ber teim, sum langleitt eru,

tí búgvist eg at klippa mær frunt.”

 

11 Hartil flagrandi kom tann triðja,

skjúrtið og fyriklæðið vavt upp í bunt:

“Hví so síðla manst tú koma,

hevur tú verið og klipt tær frunt?”

 

12 Fjórða kom rennandi fram undan veggi,

gleið á garði og fell ikki grunt:

“Ilt, segði kelling, nýtst av bræði,

slíkt neytst tú av at klippa frunt.”

 

13 Dreingirnir halda sær á teiti:

“Handan hevur ikki staðið grunt,

síggið nú ønið, saman er samlað,

ráðsláa tær og snakka um frunt.”

 

14 Summar vilja vera við tað gamla,

hárið undir kýsa balla tær runt,

neppa í spæli at nøkur verður tikin,

uttan hon hevur klipt seg frunt.

 

15 Draga tær dýnu ella krumsakka,

reisa tey hjørt, ella dansa tey runt,

summar ganga stakar, ei verða tiknar,

tí tær hava ikki klipt sær frunt.

 

16 Lat tær nú apa seg, sum tær vilja,

lat tær brúka allar mótar runt,

breiða líning, frynsar um herðar,

sama ber teim, sum brúka frunt.

 

CCF 208 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 57 (AM, Access. 4); b: úr søvnum  Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Kvæðabók hjá  Rasmusi Petersen av Sandi.

 

Útgávur:

1. Jakob Jakobsen: Poul Nolsøe – lívssøga og irkingar, 1912, s. 207.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 362.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 113.

 

Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017