• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Greivin av Orient

 

Greivin av Orient

 

CCF 209

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið eitt ljóð og lýðið tará,

meðan eg gangi at dansa,

kvøði um greivan á Orient

og roysnisverkið hans.

 

*Gyltar sporar verði mítt fótaspenni,

so temji eg mín gangara *góða,

*lati renna.

 

2 Tá ið man skrivaði hosnaárið,

tá var greivin borin,

feitur bæði til hond og fót,

hvøssu skal hann vera vorðin?

 

3 Havi tær hoyrt hans navnið gitið,

hvøssu tað er pá fransk?

tað er rætt sum seyðasmæra

kallast upp á dansk.

 

4 Eftir meir av navninum er,

har um vil eg nú tala,

tað er bæði S og K,

R við einum hala.

 

5 Tá ið man kvøður um ungdóm hans,

tá má vera vending,

eg ætlaði tað at vera nú,

og goyma tað alt til enda.

 

                                           

6 Tað var um eitt halgikvøld,

eldurin hann mundi geisa,

tá fekk hann í sinni tað,

í onnur lond at reisa.

 

7 So fór hann við skipinum,

sum æt eftir hansara móður,

tað var mær á sonnum sagt,

hann var bæði glaður og fróur.

 

8 Vundu upp segl í húnar hátt,

og blíðan byrin fekk,

søgdu so allir, at upp og niður

so kvikliga hann tá gekk.

 

9 Kósina til Miklagarðar

góvu teir seg at stýra,

so gekk hann á dekkinum kvikur,

rætt sum kúgv í mýri.

 

10 Kastaðu sínum akkerunum

á so hvítan sand,

fyrstur steig greivin av Orient

sínum fótum á land.

 

11 Leypa vil eg nú forbí

mangt, sum hann har sá,

uttan at tí eina,

tí vil eg siga frá.

 

12 Mitt í býnum stendur eitt fjall,

vorðið sum Trøllkonufingur,

har mól hann tá rundan um

tíggju ferðir um klingur.

 

13 Runt so var tað uttaná,

skelin hon var fríð,

dyrnar vóru á botninum,

men opið innaní.

 

14 Hálva øktina gekk hann tá,

áðrenn hann slapp uppá,

hann meinti, sum alla verðina,

hann tá fyri eygum sá.

 

15 Hann meinti, hann sá sín føðibý,

og lætna tók hans hjarta,

turkur burtur av eygunum,

ei sá hann fossin svarta.

 

16 So maktaðist hann av hitanum,

sum barnið ið liggur reivað,

mangur reystur riddari

hann harmaði henda greiva.

 

17 Snarliga vendi hann sær um,

meinti at sita í mak,

skundaði sær aftur til føðisland

við óforrættaðari sak.

 

18 Keddur var hann av longum veg,

maktin var so svekkað,

skrivar bræv til sína móður,

geva sær gott at drekka.

 

19 Tá ið hann kom til landa aftur,

errin mundi hann vera,

kundi fortelja ævintýr,

og einki tíðindi at gera.

 

20 Nú skal falla niður um stund,

eg kvøði ikki longur á sinni,

meðan eg taki upp annan tátt,

sum dreingir leggja í minni.

 

21 Gentur her á gólvi gingu,

rætt sum hønur flagra,

gerið nú ei for mikið av,

tí nú kemur av tí vakra!

 

22 Nú skal rapla fyri mær,

rætt sum tað var prentað,

greivin setst í hásætið

at lesa sítt testamenta.

 

23 Hann gav seg við manndóms ár,

rætt sum grimmir hundar,

til at ríva hvannir upp

og til at morða lundar.

 

24 Brøvini lat hann skriva mong,

um tey vóru pá klakk,

mangar gentur setti hann á,

men allar góvu honum krakk.

 

25 Ágrýtin so mundi hann vera

rætt sum revins frens,

síðan fór hann haðan

til kongsins residens.

 

26 Tá mól hann um henda bý

bæði dag og nátt,

hitti so eitt lítið hús,

sum uttantil var grátt.

 

27 Dúgvan sat í glæstriborg

bæði prúð og svinn,

greivin hugsar við sjálvum sær:

”Her skal eg fara inn.”

 

28 Hann fell tá um gáttina,

tí hann var so fús,

so fór hann í stovuna inn,

sum átti prins Keraus.

 

29 Tríggjar dúgvur vóru har,

og ein leyp á hans knæ,

og ein við hvørja liðina,

og væl fell tað í lag.

 

30 So fóru tær at tumma hann

og hansara dúgliga knolla,

talaði so til prinsin:

”Gev mær ein punsabolla!”

 

31 Tær fóru eftir nátturða

og bóru honum leik,

ein var reyð, og onnur var brún,

triðja var so bleik.

 

32 Henni svav hann náttina hjá,

mundi hann sjálvur siga,

hvat hann mundi gera meir,

har um vil eg tiga.

 

33 Tá ið tað mót morgni leið,

hann fór á gólvið fram,

fann ikki í herbergið,

so illur var hann harum.

 

34 Tá ið dagurin komin var,

rópar hann pá ’iji’,

býst at spæla við dúgvuna,

hon biður hann hava frið.

 

35 So fór hann í stovuna inn,

har sum prinsurin sat:

“Gakk og gev mær brennivín,

og hartil morgunmat!”

 

36 Hann bar honum svínahøvur,

tað mundi vera ein bolli,

tugdi á við tonnunum,

sum tey mjólka Kollu.

 

37 Rívur tá sum kobbi tosk,

prinsurin biður hann skera:

”Hoyr tað, prinsurin, søti mín,

her lystir meg at vera!”

 

38 Dúgvan so til orða tekur:

”Tær gongur illa til,

tú kanst ikki halda út,

sig tí, hvat tu vil!

 

39 Verður tú her henda vetur,

tað síggi eg á tínum hári,

tú verður ikki mergjaður,

heldur enn brundur um várið.”

 

40 Pipar fleyg í rumpu hans,

har sum hann mundi sita,

tá lyfti hann upp beinið,

og býst nú til at vita.

 

41 Rukkur sló hann á nøsina,

og læt sum nakar hegri,

tá lyfti hann upp beinið,

sló trantin upp í veðrið.

 

42 Skokraðu tey hann innan hall,

satt at siga tað,

hann fór tá av durunum,

býst at fara sín veg.

 

43 Prinsurin tók á honum fatt:

“Veitst tú, hvat eg teinki,

meinar tú tað, tín argi skálk,

eg kosti teg fyri einki?”

 

44 Bangheit mundi hann so betaka,

knappliga kundi at mæla:

”Hoyr tú tað, mín náðigi harri,

hvat er at betala?”

 

45 Dúgvan so til orða tekur,

gerst hon nú so grimm:

“Tú hevur at betala okkum

dálarnar fimm.”

 

46 Leggur hann teir í prinsins hond,

síðan niður á fold:

“Dálarnir eru vakrir,

men allir lukta av mold.”

 

47 Síðan fór hann haðan frá,

aftur til sína móður,

greivin var av hesum verki

bæði muntur og fróur.

 

48 Síðan læt hann skriva bræv,

eini gentu at senda,

tað kom honum so illa við,

sviða fekk hann í enda.

 

49 Testamentið havi eg kvøðið,

sum greivin mær tað gav,

nú orki eg ikki longur,

eg búgvist at halda av.

 

50 Eg vil ikki meiri kvøða

nú á hesum sinni,

látrið tað er niðurdottið,

kobbarnir svøltast inni.

 

*Gyltar sporar verði mítt fótaspenni,

so temji eg mín gangara *góða,

*lati renna.

 

CCF 209

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854) nr. 52 (AM. Access. 4.)

 

Útgávur:

1. Jakob Jakobsen: Poul Nolsøe – lívssøga og irkingar, 1912, s. 221.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 366.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 123.

 

Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017