• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Keisara kvæði

 

CCF 210 A

Einki TSB-nr.

 

1 Árla var um morgunin,

tá ið sólin rann:

“Hvør torir skjóta hundin,

sum eitur Pann?”

 

Hann skeyt hundin í trýnið.

 

2 Til tað svaraði Keisarin,

alt sum hann stóð:

“Eg man tora at renna

tað hundablóð.”

 

3 Maðurin situr og bindur

eitt hosubrot:

“Lat nú hundin falla

fyri fyrsta skot!”

 

4 Til tað svaraði bóndin

ta somu stund:

“Mætari kríatúr hevur hann felt

enn henda hund.”

 

5 Keisarin gongur eftir túninum,

hirsar buksur upp um knæ:

“Læna mær bóndans byrsu

á Selatrað!”

 

6 Keisarin gongur eftir túninum

við hagl og krút:

“Skjót nú, so at hundurin

hann [ei] brýtur út!”

 

7 Lúkan var til krútmáta,

og hon var full,

proppar vóru av Breiðadali,

av høvdaull.

 

8 Fýra fylgdu hundinum

til rættarstað,

bundu hann í línur fimm

tann mikudag.

 

9 Heiðrikur hann kennir

henda ringa lutt:

“Hoyr tú, Keisarin, søti mín,

ger málið stutt!”

 

10 Hundurin stendur á hamrinum,

hugsar so við sær:

“Hatta man vera Keisarin,

ið siktar eftir mær.”

 

11 Ógvuligt var buldrið,

tá ið skotið gekk,

eittans haglið hundurin

í trýnið fekk.

 

12 Hundurin skar so sára við,

tá hann haglið fekk,

allir teir á hamrinum meintu,

staðurin forgekk.

 

13 Til tað svaraði Geiparin,

tá blóðið fleyt:

“Ólukka í hondina,

ið hundin skeyt.”

 

14 Til síðst so kurlaði hann línurnar,

tann argi fjendi,

oman bleiv hann kastaður,

tað var hans endi.

 

Hann skeyt hundin í trýnið.

 

CCF 210 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a-b: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4); a: “Blå blade” nr. 2; b: úr Vestmanna; c: Søvn Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Kvæðabók hjá Kristionnu Karolinu Nolsøe, Tvøroyri 1845.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 369.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 145.

 

Heimild: V.U. Hammershaimb, f. í Sandavági (1819-1909), Keypmannahavn.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017