• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Báta táttur

 

Báta táttur

 

CCF 223 A

Einki TSB-nr.

 

1 Eina veit eg rímuna,

sum inni hevur ligið leingi,

gjørd um bóndan av Upplondum

og aðrar reystar dreingir.

 

2 Gjørd um bóndan av Upplondum,

hans líka eg ikki finni,

so lystir honum at kapprógva,

sum leikar í streymi stinna.

 

3 Gjørd um bóndan á Upplondum,

hann vilja vit ikki happa,

Sperðilin hann á sundinum sprongdi,

við sínar forgyltu knappar.

 

4 Tað var um ein árla morgun,

sólin roðar í hav,

bóndin vekir upp kempur sínar,

hann ætlar sær út í hav.

 

5 Tað var um ein árla morgun,

sólin roðar í fjall,

bóndin vaknar av blundi upp,

hann fór í stóra hjall.

 

6 Bóndin vaknar av blundi upp,

og mestur fellur í fátt:

“Undarligt hevur fyri mær borið

í alla hesa nátt.

 

7 Eg droymdi, at mín stóri Skrokkur

mól fyri mínum hondum,

so droymdi eg, at Silvurnálin

sigldi við silkibondum.

 

8 Eg droymdi, at mín góða skúta

var av kempum full,

so droymdi eg, at Silvurnálin

skein sum reyðargull.

 

9 Eg droymdi, at mín góða skúta

mundi eftir havinum dreya,

so droymdi eg, at Silvurnálin

skein sum gullið reyða.”

 

10 Bóndin biður sínar menn

ikki so leingi bíða:

“Eg havi droymt ein dreym í nátt,

eg hugsi, vit koma at stríða.

 

11 Klæðið tykkum so snarliga

fyri uttan pjak,

eg havi droymt ein dreym í nátt,

betýðir eitt ódnartak.”

 

12 Seinast vakti hann ta sterku kempu,

hann bar gull til merki,

Haraldsskjold av Miklagarði,

Sjúrður og Virgar sterki.

 

13 Kempurnar vóru til ferðar búnar,

av so góðum treysti,

so tóku teir tann stóra Skrokk

og ryktu hann út úr neysti.

 

14 Tóku teir tann stóra Skrokk

líka fyri bakkan niður,

bóndin rópar á sínar menn:

“Slíkt era kempusiðir.”

 

15 So løgdu teir frá landi út,

væl má mær ríman falla,

út undir tann stríða streym

og dikst undir Stóraskalla.

 

16 Svaraði kempan á stýriborðsbøgi,

glaður foruttan ekka:

“Vit skulu gera eitt ódnartak,

fyrr enn vit av skálum drekka.”

 

17 Svaraði bóndin av Upplondum,

hann uttan um seg lítur:

“Takið mær hesa Silvurnál,

frammi fyri bátinum flýtur!”

 

18 Allir løgdu árar í kav,

vørrir frá granni bullu,

Skrokkur rendi eina langa leið,

teir kallaðu hann Kempurullu.

 

19 Bóndin biður sínar menn

leggja árar í kav:

“Takið mær Sperðilin nýgjørdan

og støkkið hann tvørtur av!”

 

20 Tað er henda Silvurnál,

heim ígjøgnum íðuna kemur,

hin veiki svør við sína trú,

hann ikki árina nemur.

 

21 Tað sótu *tvær kempur á toftubekki,

tær mældu fyri sínum munni,

dumstrið hoyrdist í homrum upp,

tá vørrin veltist frá grunni.

 

22 Dumstrið hoyrdist í homrum upp,

tá ið vørrir veltust frá grunni,

bóndin rópar á sínar kempur:

“Nú hava vit leikin vunnið.”

 

23 Allir løgdu árar í kav,

tá mundi Skrokkur ganga,

heim ígjøgnum tann breiða barm

og dikst undir Boðatanga.

 

24 Tann rætta kempa sat aftur á læri,

hann hevði stýrið á Steppa,

bóndin tapti á Kunoyargalvi,

nevið sum framman á Freppa.

 

25 Seglini vóra av silkibondum,

togini av akurull,

kempan aftur á bakborðslæri,

eyguni glógva sum gull.

 

26 Tann fyrsti bátur, at landi legði,

tað var ein rættilig skúta,

eg gav honum eitt vakurt navn,

eg kalli hann Mariusúta.

 

27 Tann onnur skúta, at landi legði,

í Seyrvágum er hon smíðað,

eg gav henni eitt vakurt navn,

eg kalli hana Royndin fríða.

 

28 Tann triði bátur, at landi legði,

hann hevði so mikið mál,

eg gav honum eitt annað navn,

eg kallaði hann Silvurnál.

 

29 Tann fjórði bátur, at landi legði,

eg kallaði hann *Askarremmu,

eingin leggur mið av honum,

ei heldur so fagra stemma.

 

30 Tann fimti bátur, at landi legði,

hann var undan Skarði,

høvdu tit hann á flógva møtt,

so høvdu tit verri farið.

 

31 Drógu teir bátin í neystið niðan

alt fyri uttan vanda,

hvar skulu slíkir pumpuringar

í roysnisverkum standa.

 

32 Drógu teir bát í neystið niðan

alt fyri uttan sorg,

glaður snúðist Ólavur bóndi

aftur í sína borg.

 

CCF 223 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) I, s. 108, nr. 17. b: Úr søvnum Jakob Jakobsens (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Kvæðabók hjá Rasmusi Petersen av Sandi).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 455.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 162.

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908) Koltri, 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017