• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Beitisbóndin

 

Beitisbóndin

 

CCF 224

Einki TSB-nr.

 

1 Skrokkur gerdi eitt ódnartak,

Skraddarin fleyt tá fyri eitt vrak,

nakað mundu Sperðilsmenn rógva,

Skrokkurin mundi teir aftur knógva.

 

2 Sýslumaðurin úr rongini sprakk:

“Havið nú ikki so mikið snakk,

Skrokkur dikar for aftan meg,

Brasan, lat meg rógva for teg!”

 

3 Brasan varð koyrd úr sínum sessi:

“Skamm fái tú, sonur Tessa!”

Indrið í Vágum sat næstan og græt:

“Við skommini munnu vit skiljast at.

 

4 Avslettið legði árina í lag,

velti upp tað bláa hav,

beitisbóndin ímóti sperrir:

“Illa fara mínar stoltu vørrir.”

 

5 Beitisbóndin við soninum dýra

settist at rógva mót øllum fýra,

væl kundi hann sínum knørri stýra,

sonin hevði hann fitað sum líra.

 

6 Beitisbóndin mælir á tí bræði:

“Hetta er bæði skomm og skaði,

stokkutur varmi í konusokki,

tit góvu tykkur at rógva mót slíkum skrokki.”

 

7 Mjáahond so til orða tekur:

“Nú meini eg, tit eru gyrdir í brøkur,

haldið nú saman tykkara flabbar,

eg siti á borði við Førkustabba.”

 

8 Indrið í Vágum undir verkunshúgvu

róði við árini fram undir grúgvu:

“Óreint veri fyri tykkara hondum,

betri tit høvdu verið yvir á Strondum.”

 

CCF 224

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) I, s. 184, nr. 24; b: Úr søvnum Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Kvæðabók hjá Rasmusi Petersen av Sandi.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 460.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 174.

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908) Koltri, 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017