• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Biðla táttur

 

Biðla táttur

 

CCF 226

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

fallið ikki í fátt,

meðni eg gangi upp á gólv

at kvøða Biðla tátt!

 

Grani bar gullið av heiði,

brá hann sínum brandi av reiði.

 

2 Tað var Rasmus Ólason,

spurdi sína móður til ráð,

hvørt hann skuldi fara sær

eina píku at fá.

 

3 Tað var hansara sæla móðir,

hon man siga satt:

“Far teg ikki til Velbastaðar,

tí tú manst fáa krakk!”

 

4 Einar nýggjar svartaskógvar

tók hann á sín fót,

so gekk hann til Velbastaðar,

og vindur lá honum ímót.

 

5 Tað var Rasmus Ólason,

honum fall væl tvøst,

tá ið hann kom til Velbastaðar,

tá datt hann í stóra køst.

 

6 Tað var Malan Jákupsdóttir,

lág var hon til kníggja:

“Munnu her eingir biðlar vera

til at koma at fríggja?”

 

7 Tað var Rasmus Ólason,

inn í fjósið sá,

hugdi eftir síni píku,

hattin misti hann tá.

 

8 Tað var Rasmus Ólason,

svør um sína sál:

“Tann sum finnur mær hattin aftur,

brennivín skal hann fá.”

 

9 Tað var Ólavur ommuson,

inn í fjósið sá,

tað var mær á sonnum sagt,

at hattur í flóri lá.

 

10 Tað var Ólavur ommuson,

svør um sína trú:

“Eg fortjenti mær brennivín,

og hattin fann eg nú.”

 

11 “Hoyr tú, Ólavur ommuson,

tú vert mær ikki bráður,

alt tað brennivín, eg eigi,

tað skulu vit drekka báðir.”

 

12 Árla var um morgunin,

høsnini fóru at gala,

upp stóð Malan Jákupsdóttir,

á sína kvørn at mala.

 

13 Tað var Rasmus Ólason,

svarar so for seg:

“Hoyr tú, Malan Jákupsdóttir,

eg komi at kyssa teg!”

 

14 “Tú skalt ikki kyssa meg,

men tú skalt lata meg vera,

tú kanst hvørki at rógva út,

ei nakað arbeiði at gera.”

 

15 “Hvussu kann eg rógva út,

tá ið eg havi ongan bát,

líka gott kann eg føða meg,

tí eg eri ein kongsins soldát.

 

16 Hoyr tú, Malan Jákupsdóttir,

tó tað líkast tær illa,

eg skal geva tær brystið tað,

ið tvey eru verð ein gyllin.”

 

17 “Mangur hevur biðið,

men eingin hevur lovað mær bryst,

tað skal eingin í Dannimark spyrja,

tú skalt fáa meg kyst.

 

18 Fái eg ikki frið á Velbastað,

so skal eg út í Hest,

tað skal eingin í Dannimark spyrja,

tú skalt fáa meg fest.”

 

19 “Far tú, hvar tú fara vilt,

eg komi eftir tær,

eg skal hava tógva sveinar

til at fylgja mær.

 

20 Eg vann tríggjar konur í Havn,

allar í einum syfti,

hoyr tað, Malan Jákupsdóttir,

eg lovi tær sama lyfti.”

 

21 Tað var Malan Jákupsdóttir,

svaraði so for seg:

“Antin tú vann tvær ella tríggjar,

tú skalt ikki vinna meg.”

 

22 Bardust tey um gólvið,

so hvørt um annað tók,

tað var mær á sonnum sagt,

hon stappaði hann í ein krók.

 

23 Bardust tey um gólvið,

so kistan sprakk úr lási:

“Hoyr tað, Malan Jákupsdóttir,

lítið er tær á vási!”

 

24 Bardust tey um gólvið,

so hvørt um annað fekk,

tað var mær á sonnum sagt,

at brókaleysur hann gekk.

 

25 Árla var um morgunin,

menninir fóru á hav,

eftir lá Rasmus Ólason

í síni song og svav.

 

26 Árla var um morgunin,

menninir fóru út

eftir lá Rasmus Ólason

bæði við sorg og sút.

 

27 Tað var Rasmus Ólason,

til Havnar mundi hann venda,

einki fekk hann av teirri píku,

nú er táttur á enda.

 

Grani bar gullið av heiði,

brá hann sínum brandi av reiði.

 

CCF 226

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) I, s. 24, nr. 4.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 461.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 181.

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908) Koltri, 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017