• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gorplands kvæði

 

Gorplands kvæði

 

CCF 227

Einki TSB-nr.

 

1. Eg veit eina rímuna,

gjørd við nýtum orðum

um hann Úlv á Gorplandi,

sum kongur var í forðum.

 

Fuglin í fjøruni o.s.fr.

 

2. Úlvur eigur ta borgina,

stendur á borgartanga,

tílíka hava tit onga sætt,

hvørki stutta ella langa.

 

3. Hon er øll við gróti sett,

grøn sum Gorplands eingir,

har eru byrsur og banarør

og bæði svørð og stengur.

 

4. Úlvur gongur á borgini,

heldur seg so spakan:

„Vita tit nakran føddan vera,

ið borgina torir taka?“

 

5. Tí svaraði Kuril jall,

hann lyftir upp sínar hendur:

„Herjar nakar á Gorplandsborg,

so verður hann aftur vendur.

 

6 Tað svørji eg við sannan Gud

og við mín tummil langa,

herjar nakar á Gorplands borg,

tað skal honum illa ganga.”

 

7 Baldur býr á Sjólondum,

hann talar til sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað leingi?”

 

8 Svaraði ein av Sjólondum,

klæddur var í lín:

“Úlvur kongur av Gorplandi

er yvirmaður tín.

 

9 Úlvur eigur ta borgina,

stendur á Borgartanga,

tílíka hava tit onga sætt,

hvørki stutta ella langa.

 

10 Hon er øll við gróti sett,

grøn sum Gorplands eingir,

har eru byrsur og banarør,

og bæði svørð og stengur.”

 

11 Baldur heldur á hallardyr,

hann talar til sínar garpar:

“Nú lystir meg til Gorplanda

at royna tann kongin snarpa.”

 

12 Gingu teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir drógu sín knørr úr neysti.

 

13 Settu segl á hvørja stong,

knørrur tók sjógv at klúgva,

so var skútan ferðarmikil,

rætt sum fuglar flúgva.

 

14 Sigldu teir í dagar,

sigldu teir í tríggjar,

tað var á tann fjórða morgun,

teir mundu Gorpland síggja.

 

15 Baldur eftir bunka gongur

við sítt hjarta balda:

“Vit skulu ei at borgini fyrst,

men norður um landið halda.”

 

16 Baldur sigldi um landið norður,

hann var ikki um seg ræddur,

sama dag var gamli Pávi

út á havi staddur.

 

17 Pávin situr í sínum báti,

klæddur var í roð:

“Hoyrið meg, allir mínir menn,

eg geri skipaboð!”

 

18 Svaraði Markus skeiteyga,

hann leit seg upp til skýggja:

“Hatta man vera eitt ófriðarskip,

tað kann eg væl síggja.”

 

19 Svaraði Gunnar stamikukkur,

við sínum hjarta blíða:

“Lagt skal verða at hesum knørri,

vita hvat hann man týða.”

 

20 Baldur gongur eftir bunka fram,

við silv[ur]spentan fót:

“Eg síggi bát eftir havi koma,

hann rør mær ímót.”

 

21 Baldur so til orða tók,

so lættur var hans andi:

“Hoyr tað, tú hin fremmandi maður,

hvussu stendur til á landi?”

 

22 Svaraði Gunnar stamikukkur,

hann var kallmans maki:

“Úlvur kongur í Gorplandi

hann drepur os allar í raki.”

 

23 “Hoyr tú, Gunnar stamikukkur,

sig mær av tí sanna,

hvussu er borgin innan skipað

við rasku kongsins manna?”

 

24 “Hoyr tú tað, tú fremmandi maður,

eg sigi tær satt ífrá,

tú sært trinni áttati menn

borgini standa á.”

 

25 Pávin situr í sínum báti,

møddur var av ekka:

“Hoyr tú tað, tú fremmandi maður,

gev okkum nakað at drekka!”

 

26 Baldur talar til skeinkjaran:

“Tak tína butel í hendi,

skonk teimum øl og brennivín,

so væl teir frá okkum sendið!”

 

27 Teir drukku hvør síni fýra gløs

av øl og brennivíni,

hartil fingu teir hveitibreyð

og bæði mjøl og grýn.

 

28 Pávin situr í sínum báti,

drukkin var av øli:

“Nú skal gera velling í kvøld

av hesum góða mjøli.”

 

29 Svaraði ein av Sjólands monnum,

í *sín kikara* hyggur:

“Hvat er hatta fyri neyðardýr,

sum niðri í skuti liggur?”

 

30 Svaraði ein av Gorplands monnum:

“Tó at tað er skomm,

hatta sama ólukkudýr,

hatta er pávin av Rom.”

 

31 Heilsaðu teir til báðar síður,

tóku av teirra hattar:

“Heilsið til lands, tit góðu menn,

tit skulu snart frá mær frætta!”

 

32 Nú skal lætta ljóðið av,

eg kvøði ei longur á sinni,

nú skal taka upp annan tátt

og betur leggja í minni.

 

33 Baldur talar til sendisvein:

“Ríð mær í ein fart,

ber míni boð til Úlvar kong,

og bið hann svara snart!

 

34 Antin skal hann stríðast mót mær

og standa í miklum vanda,

ella hann skal borgina geva,

og ganga so mær til handa.”

 

35 Aftur kom tann sendisvein,

tað segði hin grái:

“Alla gevur hann borgina

undir tygara náði.”

 

36 Baldur lær so hjartaliga,

mælir hann um tað hátt:

“Snarliga gekk tann dreymur út,

eg droymdi hesa nátt.

 

37 Eg droymdi, eg var í borgini,

Úlvur gekk henni frá,

tríggjar vóru víntunnur,

sum lógu mær íhjá.”

 

38 Baldur gongur frá strondum niðan,

glaður við sínar sveinar:

“Leitið nú eftir víntunnum,

so skulu vit vínið royna!”

 

39 Tað var ein av Sjólands monnum,

hann bar so upp á mál:

“Lovið mær, mín veldigi harri,

at drekka tygara skál!”

 

40 Tað var ein av Sjólands monnum,

hann leit seg upp til skýggja:

“Eg havi funnið tær víntunnur,

tær liggja her allar tríggjar.”

 

41 Svaraði annar av Sjólands monnum,

hann niður í tunnu rýkur:

“Hvussu er hesin mjøður vorðin,

hann luktar sum rotin kíkur?”

 

42 Svaraði triði av Sjólands monnum,

hann rørir niður við trænum:

“Fý fyri allar ólukkur,

tað stinkar verri enn fanin.”

 

43 Baldur lær so hjartaliga,

hann mælir for sínum munni:

“Fáur hevur fyri mær

tvag á borgum funnið.”

 

44 Svaraði ein av Sjólands monnum,

hann stendur á borgargarði:

“Hjartað er farið á Úlvar kongi

niður í vinstra lærið.”

 

45 Úlvur gekk av borgini

í sín kappa grá,

hin reyða lá í posanum,

so er mær sagt ífrá.

 

46 Úlvur gekk av borgini,

hann sínum ferðum skundar,

eftir fylgdu Gorplands menn

sum halaleysir hundar.

 

Fuglin í fjøruni, o.s.fr.

 

CCF 227

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Úr søvnum Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Savn hjá Ole Mikkelsen nr. 5, skrivað hevur J. H. Schrøter, løgtingsmaður.

 

Útgávur:

1. Jakob Jakobsen: Poul Nolsøe – lívssøga og yrkingar, 1912, s. 293

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 463.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 132.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Johan Henrik Schrøter, løgtingsmaður, f. í Trongisvági

(1842-1911) Sandi, 1887.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017