• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gráa táttur

 

Gráa táttur

 

CCF 228

Einki TSB-nr.

 

1 Eina veit eg rímuna,

nýliga er komin heim,

gjørd er um ein gráan hest,

sum sundur breyt síni bein.

 

2 Trínið nú so lættliga,

havið nú gott stig,

meðan eg kvøði um gamla,

gráa hestin við!

 

3 Grái stendur í skriðuni,

lyftir hann upp síni bein,

sukkar hann so sára,

tí hann fær deyðamein.

 

4 Fatlið væl og haldið fast,

rugur er til last,

Grái fór út av bakkanum,

og nakkin í kluftini brast.

 

5 Fatlið væl og haldið fast,

lastin er av rug,

gamli situr á bakkanum,

hann rópar: “Tu tu tu.”

 

6 Ógvuligt var fallið,

ið bæði fingu tá,

posin hann fór undir,

og Grái omaná.

 

7 Grái slongdist í briminum,

svimur frá landi út,

gamli situr á bakkanum

bæði við sorg og sút.

 

8 Trífjórðingur var í posanum,

nakað væl av sjógv,

tað kann einhvør vita við sær,

tá var hann tungur nógv.

 

9 Einans var tann drongurin,

í fótunum var snarur,

hann fekk hendur á posan,

áðrenn hann var farin.

 

10 Fekk hann hendur um posans kjaft,

upp eftir hellu at draga,

hugsaði hann við sjálvum sær,

ikki var posan at skræða.

 

11 Bóru teir henda posan niðan,

teir høvdu so mikið skról,

tað var mær av sannheit sagt,

hann legði hann í eitt ból.

 

12 Drongurin stendur í bólinum

upp til miðjan leggir,

tekur at banna hestinum,

ringt var skapið at eggja.

 

13 “Eg var rætt sum Jákup á Møn,

tá hann í díkið legðist,

hetta var tann hesturin,

sum nakað ilt av segðist.

 

14 Tað eg fór eftir posanum,

tað meg nú fortreyt,”

leysur var bæði posi og hestur,

alt á sjónum fleyt.

 

15 Grái slongdist í briminum

við so miklari ferð,

inntil hann kom bóltandi

tá upp á eitt sker.

 

16 Brimið brýtur ógvuliga,

teir høvdu tað við orði,

Grái slerdi av skerinum

í urðina har norðri.

 

17 Drongurin leyp av bakkanum,

mangt varð honum til mein,

tá ið hann kom í urðina oman,

datt hann um ein stein.

 

18 Drongurin leyp úr urðini upp,

nú er mikil vandi:

“Komið til nú fleiri til mín,

nú havi eg fingið í bandið!”

 

19 Togaðu teir á bandið,

til tað av nakkanum brast,

allir teir, á bakkanum sótu,

duttu fyri eitt kast.

 

20 Grái slongdist í urðini,

nú er mikil harmi,

gamli tekur vøttirnar

og stingur teir í barmin.

 

21 “Tað eg fór á Oyrargjógv,

man meg nú fortróta,

ilt mundi eg í hesi ferð

av gráa hesti njóta.”

 

22 Stoytti hann úr posanum,

vátur mundi hann vera,

ætlaði sær til húsa heim,

ein fjórðing skuldi hann bera.

 

23 Fóru teir til húsa heim,

tað var við allas vilja,

myrkrið mundi menninar

og Gráa sundur skilja.

 

24 Gamli gongur við fjórðinginum,

dúgliga mundi hann tvætla:

“Hevði hin grái verið her,

eg skuldi hann pá hann fatlað.”

 

25 Svaraðu allir menninir:

“Vit munnu fáa tátt,

koma vit til húsa heim,

tey halda at okkum spott.”

 

26 Til tað svaraði gamli,

út av so lítlum veldi:

“Eingin fær at síggja okkum,

nú er myrkt á kvøldi.

 

27 Hesturin var gamal,

hann hevði tænt fyri seg,

hevði eg fingið húðina,

gott var tað fyri meg.

 

28 Hesturin var gamalur,

hann orkaði ikki at bera,

hevði eg fingið húðina

aftur av honum at skera.”

 

29 Tá ið teir komu í Kjálka niður,

tá mintust teir til,

klæðsekkurin hann lá eftir

við eitt skriðugil.

 

30 Gamli talar til sveinarnar:

“Eg geri tað aleina,

síggja tit mær Gráa liva,

so skulu tit hann steina.”

 

31 Aftur komu sveinarnir,

teir søgdu honum beskeð:

“Vit kundu ikki steina hann,

tí myrkrið gjørdi fortreð.”

 

32 “Tú hevur havt av posanum

eina so stóra møði,

hevði eg fingið húðina,

tú skuldi átt eitt skøði.

 

33 Takk havi tú, ungi drongur,

vit skiljast nú her,

betri var eg allan dag

inni við grúgvuna.”

 

34 Gamli stetlar við fjórðinginum,

gekk í húsið inn,

setti hann seg við eldin,

hond upp undir kinn.

 

35 Tað var hansara sæla dóttir,

upp frá eldi springur:

“Hvat hevur tú gjørt við gráa hest,

tóast hann var ringur?”

 

36 “Eg fatlaði posan upp á hann

norð við Leypannagjógv,

tað var bæði posi og hestur,

alt á sjónum fleyt.

 

37 Posan fekk eg aftur,

men hesturin fór sín veg,

tað vil eg for sannheit siga,

tað gjørdi mær stórt fortreð.”

 

38 Øll tey ódýr, í sjónum eru,

mundu hann fortera,

væl aftur um boðarnar

mundi hann burtur vera.

 

39 Grái rekst í sjónum,

uppblástur sum ein hít,

tað varð hansara endi,

hann kom á Viðvík.

 

40 Tá ið gamli fekk hesi boð,

Grái á Viðvík var,

tekur hann eftir knívinum:

“Nú er at fara hagar.

 

41 Tú hevur flett mær hestin

fyri mína bøn,

eg skal geva tær sperðilin,

og tað skal vera tín løn.”

 

42 Tá ið gamli fekk hesi boð,

bar hann onga sorg:

“Nú vænti eg mær húðina

aftur í mína borg.”

 

43 Húðin var einki uttan hol,

tí hon var so rotin,

tað var rætt sum á kóp,

tá hann var illa skotin.

 

44 Gamli gongur við húðini

aftur til staðin at venda,

hetta kalla vit Gráa tátt,

sum nú er komin til enda.

 

45 Eg kann ikki kvøða meir,

eingin vil meg læra,

Grái misti har sítt lív,

háls og heys tann harða.

 

CCF 228

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) II, s. 88, nr. 40.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 466.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 8.

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908) Koltri, 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017