• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Báta táttur

 

Hunda táttur

 

CCF 229

Einki TSB-nr.

 

1 Bóndin reið frá Todneshúsum

og út at Miðgerðará,

honum møtti ein kelling, hon var ikki bogin,

[so ganga søgur frá.]

 

Tey koma ikki.

 

2 “Hoyr tú gamla, góða kelling,

tú kanst bæði binda og spinna,

eg biði, tú vilt ikki dylja fyri mær

tað longsta, sum tú kann minnast.”

 

3 “Satt vil eg tær bóndin siga,

eg vil ikki fyri tær lúgva,

eg minnist hundar í Kollafirði,

hen við trýsinstjúgu.

 

4 Fyrst minnist eg tað stóra beist,

var Kobba Sørinar hund,

hann var mikil og ógvuligur,

tí hann rann alt í grund.

 

5 So minnist eg hann Lúsaheyk,

hann var ein hundur so rak,

fiskasoð stoyttist á hansara kropp,

so skáldað var høvur og bak.

 

6 So kom Gripur við sínum loppum,

og sekstan hundar teir vóru,

sum stjólu bæði skógvar og skinn

og heim í Homrum bóru.

 

7 So tá kom hin gamli Haddur,

hann hevði tann sama sið,

Skúvur og tíkin í Homrum vóru,

búrhundar vóru teir við.

 

8 Enn vóru teir ellivu hundar vist,

sum teir høvdu her og der,

áðrenn Svanur hin grummi kom lakkandi fram,

sum liggur í Æðusker.

 

9 So minnist eg ein so lítlan hund,

varð kvaldur oman fyri køst,

hann var ofta í mínum húsi,

hann stjól bæði kjøt og tvøst.

 

10 So kom Fína, Sørinar tík,

og Koltur ein varðhundur var,

Mogul og Penna og lítla Pallasa,

sum svevur við kvinnulær.

 

11 Hundsfótur og Frammur, Hjørtur og Snappur,

Doggur og Herur og Blakk,

Netta og gamla Tjørureyv,

tað var so ringt eitt pakk.

 

12 Falkur hin gamli av Kjalnesi kom,

hann svam í Taravík,

Rani og Skjóman, Floyur og Sámur

og Perla, tann devils tík.”

 

13 “Mær tykir, tú ert ein kelling leið,

tú ert so gomul ein kvinna,

eg fari meg til Kjalnes út,

eina vænari har at finna.”

 

14 “Ikki eri eg kelling gomul og grá,

um eg beri stav og posa,

ikki heldur ert tú ein bóndi so boldur,

um tú eigur stríputar hosur.

 

15 Ikki eri eg eitt maraminni,

um eg havi rukkut lær,

ikki heldur ert tú ein bóndi so boldur,

um tú eigur morreytt par.”

 

16 Bóndin reið, so fast hann rendi,

kellingin leyp longst umkring,

fyrr var hon komin til Sjóvar heim,

áðrenn dómarin setti landsting.

 

Tey koma ikki.

 

CCF 229

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) II, s. 152, nr. 48. b: Kvæðabók hjá  Jóni Jónssyni  í Tórshavn 1871, 8°, nr. 7, úir søvnum  Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 468.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 15.

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908) Koltri, 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017