• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Markusar táttur

 

Markusar táttur

 

CCF 230

Einki TSB-nr.

 

1 Eina veit eg rímuna,

ið inni hevur ligið leingi,

gjørd er um tað heiðið djór,

ið Markus skuldi fanga.

 

2 Markus settist at smíða

um eina aftantíð:

“Hatta man vera dyllan tann,

ið sveitin skal fara í.”

 

3 Markus gongur for sína frú,

mín man ríman falla:

“Tú skalt mínar dreymar ráða,

tí tú ert komin av Skalla.

 

4 Meg droymdi, eg sá eitt heiðið djór

í sævarmála stá,

líkast var tað orminum,

ið Ragnar kongur vá.

 

5 Meg droymdi, eg reið á grannans fund,

fast av miklum móði,

eg stóð niður í sævarmála

og traðkaði í rossablóði.

 

6 Meg droymdi, at grannin, frændi mín,

blóðigan brandin bar,

pengamir sprungu av mínum lumma

og suður á Miklagarð.”

 

7 “Tú ver frímóðigur, søti mín,

hatta man einki saka,

tú skalt njóta bóndans gunst,

traktering av honum taka.”

 

8 Tá leið ikki longur um

enn eina so lítla stund,

bóndin sendi sveinin sín

ígjøgnum grøna lund.

 

9 Tá leið ikki longur um

enn eina so lítla tíð,

bóndin sendi sveinin sín

ígjøgnum grøna líð.

 

10 “Tú skalt ríða á Markusarfund,

falla for honum pá knæ,

eina bøn, ið eg hann biði,

hana veitir hann mær.

 

11 Eg eigi mær ein fríðan fola,

tænt hevur mær til fóta,

vil hann hann av døgum taka,

húðina skal hann njóta.

 

12 Húðina skal hann hava í løn,

selja sum hann kann,

hann kann leður maka til

betur enn annar mann.”

 

13 Sveinin fór, sum snarast var,

síðla dags eitt kvøld,

hann kom seg í Stertin inn,

sum Markus sat við eld.

 

14 Sveinin fór, sum snarast var,

goymdi væl hans orð,

hann kom seg í Stertin inn,

sum Markus sat við borð.

 

15 Sveinin stendur á hallargólvi,

hann mælir á tungu inna:

“Sit væl, Markus, í tínum Sterti,

bóndin vil teg finna!

 

16 Bóndin sendi meg til tín

at veita sær eina bøn,

tú skuldi taka hans úlv av døgum,

húðina hava í løn.

 

17 Húðina skalt tú hava í løn,

selja sum tú kann,

tú kanst leður maka til

betur enn annar mann.”

 

18 So varð hann Markus

glaður við tey orð,

hann breyt gylta mjaðarskál

alt yvir sítt breiða borð.

 

19 So varð hann Markus

glaður við tað mál,

hann breyt yvir sínum borði

forgylta mjaðarskál.

 

20 Markus rennur við sterkum alvi,

títt við fótum fjakkar,

sveinin sigur, at suðuroyarhesturin

bæði bítur og traðkar.

 

21 Hann aktaði ikki um sveinsins orð,

hestin vil hann treffa,

glúpskir hundar komu á garð,

ímóti honum bjeffa.

 

22 “Skamm fái tú, Skallagentan,”

Markus tekur at blóta,

“hetta man vera tann gunsturin,

tú segði, eg skuldi njóta.”

 

23 Markus gongur í hallina inn,

betjena vil sítt kall,

bóndin leyp so fimur á føtur,

niðan í stóra hjall.

 

24 Bóndin bar inn ein feitan bita,

Markusi mundi hann fá:

“Tú skalt flyta mítt beist av garði

við mínar sveinar tvá.”

 

25 Hann bar inn ein feitan bita,

Markusi mundi hann geva:

“Vilt tú svørja mær trygdareið,

hann skal ikki longur liva?”

 

26 Markus tók við bitanum,

takkar øllum teim:

“Hann gongur ikki av hesari nátt,

tit frætta tað ikki heim.”

 

27 Markus stendur á hallargólvi,

hann tekur til bond at greiða,

loysir hann út hin huppagula

yvir til sín at leiða.

 

28 Markus leiðir, sveinin koyrir,

Sjúrður er eingin kálvur:

“Far teg aftur til bónda tín,

tí vega kann eg hann sjálvur!”

 

29 Sveinin so til orða tekur

av so tungari neyð:

“ Meg únkar so sára á bóndans kveik,

og síggja vil eg hans deyð.”

 

30 Markus leiðir, sveinin koyrir,

Sjúrður er eingin kálvur:

“Far teg aftur í djevils navn,

tí vega kann eg hann sjálvur!”

 

31 Sveinin mátti grúa við

og rýma sín veg tilbaka,

Markus mundi skaða gjørt,

tí vreiði vildi hann taka.

 

32 Enn mundi Markus gera

væl fullar útreiggir tvær,

nú er hann riðin, Sjúrður frægi,

aftur á Miklagarð.

33 Markus fór á Miklagarð

við skálini, hann hevði brotið:

“Eg verði ikki bótarførur,

tann skaða havi eg notið.”

 

34 Smíðað havi eg sveitakerald,

bondini fattast nú,

hann letst at leita eftir gjarðarpettum,

men sleggjan var í hans hug.

 

35 Svaraði ein av miklamonnum

í fyrsta orði tá:

“Hvat gjørdi tú við tað heiðið djór,

tú flutti bóndanum frá?”

 

36 Markus so til orða tekur

bæði við sprakt og kæti:

“Hann flýtur niðri við havsins botn,

sum mangt hevur lívið latið.”

 

37 Svaraði annar av miklamonnum,

hann mælir á tungu inna:

“Hvat vilt tú mær í veður seta,

eg skal hann á landi finna?”

 

38 “Eg skal seta tubbakk í veður,

tað man vera tað besta,

tú finnur hann ikki á landinum,

verður hann hægri enn eystan.

 

39 Men verður hann niður um eystan komin,

tá verður tað ikki væl,

so kunnu tit finna hann

yvir á Svínadal.”

 

40 Svaraði triði av miklamonnum,

tað mundi Markus hoyra:

“Eg skal gera tað vitnisfast

við sjálvt dýrisoyrað.”

 

41 Markus leyp av durum út,

vreiður var hann tá:

“Hann hevur lagt síni eygu saman

í havsins djúpa vrá.”

 

42 So gingu sveinar av Miklagarði,

hestin mundu teir fá,

Markus situr í skálanum

og leggur við grannan ráð.

 

43 “Eg havi flutt eitt djór til garðs,

tað hevur so mangar greinar,

hann stendur bundin í myrkari vrá

við sínar sjálvsins reimar.

 

44 Eina kann eg honum einki gera,

tað kanst tú sjálvur beteinkja,

vilt tú vera behjálpiligur,

hálvt vil eg tær skeinkja.”

 

45 “Tá mást tú *læna tær skjøld og svørð,

hartil eina stóra øksi,

ella eg høggi títt høvur av,

og títt forbannaða bøkslið.”

 

46 Markus fór í Miklagarð

sleggjuna at læna:

“Eg eri komin í stóra neyð,

meg trykkir ein svartur fani.”

 

47 Teir leiddu dýrið for hallardyr,

og Markus tað ikki vardi,

hann leitaði eftir sleggjuni

og ongan ómak spardi.

 

48 Teir leiddu hann fram eftir túninum,

tað glymur for hansara hógva,

Markus sær í hallardurum

eina hvíta striku glógva.

 

49 Markus sá for hallardurum

tann huppagula knassa:

“Nú skalt tú til strandar oman,

tann djúpa kava at vassa.

 

50 Tá ið eg var á ungum aldri,

lærdi tú meg at banna,

her skalt tú síggja mækan tann,

ið klúgva skal tín panna.

 

51 Tá ið eg var á ungum aldri,

lærdi tú meg at blóta,

her skalt tú síggja mækan tann,

títt bollabein skal bróta.”

 

52 Gingu teir til strandar oman,

kavin leikar at beini,

teir viltust oman at Oyrarodda,

so mangt var teimum at meini.

 

53 Síðani fylgdu teir ánni eftir

oman í sævarflóð,

áin var sum droyri at sjá,

og vágin reyð sum blóð.

 

54 Teir løgdu sínar bardagar

eftir sløttum sandi,

slíkur hevur eingin dystur verið

í øllum Føroya landi.

 

55 Bardu teir tað heiðið djór

væl í hálvan tíma,

blóðið tók at renna um,

og tá vildi Markus svíma.

 

56 Markus lá í svímilsi,

til høvdið tað var leyst,

tá leyp hann so fimur á føtur

at fletta tann svarta hest.

 

57 Markus knív úr slíðrum dregur,

tað syngur í gyltum ringi,

við hesum hevur Hanus av Branum

mangan túmark fingið.

 

58 Húðina skóru teir sundur í helvt,

hvør sín anpart taka,

stungu so hol á fótamørin,

inn í kroppin at raka.

 

59 Markus mundi stirðnað í hel,

hann tók sínar armar at tveita:

“Mítt er blóð at beini fryst,

og mínar hendur í sveita.”

 

60 Markus mundi stirðnað í hel

av tann kalda kava,

rótaði hann innan um innvølin,

tí ístrið vil hann hava.

 

61 Markus hevði høvd við fótum,

gerst mín ríman long,

helvtina av ístrinum,

og grannin mør og vomb.

 

62 Markus hevði høvd við fótum,

sveitin bleiv til eyks,

nú er allur Markusar leikur

komin í henda tekst.

 

63 Tað kom eitt grin av útnyrðingi,

ættin hon var norðan,

Markus grætur og illa kvinkar,

hann bæði fratar og gorar.

 

64 Gingu teir um bøin niðan,

Markus fratar við hvørt,

grannin fór aftur í skálan sín,

Defensar aftur í Stert.

 

65 Menninir tveir eftir bakkanum komu,

sum teir høvdu gingið for plóg:

“Eg meini, hatta er ein slættibøka,

ið hggur yvir við ló.”

 

66 Kongsbóndin til orða tekur:

“Lukkan mundi os kalla,”

nipin stóð tá Álar sterki,

sum øksi hevði komið í skalla.

 

67 Nipin stóð tá Álar sterki,

har var einki til fals,

hesturin hevði í sínum høvdi

fýra hol til skjals.

 

68 Markus so til orða tekur,

mín man ríman líða:

“Mongum havi eg at løna,

sum frá man frættast víða.

 

69 Fansaskøðið skal burtur fara,

tað fær dóttir Skalla,

 sjálvur havi eg høvuðleðrið,

nú man ríman falla.

 

70 Lærsveipaskøðið skal burtur fara,

vil eg fyri tygum tína,

til bóndan suður á Miklagarð

í skatt fyri sleggju sína.

 

71 Nú er eftir um kálvin mín,

tað man eg mest um grunda,

mín gamli húsbóndi úti um tvørt,

takk havi hann allan stunda.

 

72 Hann skal fáa gumpaskøðið,

tað man vera tað besta,

mín gamli húsbóndi úti um tvørt,

fyri kálvin, ið hann mær gesti.”

 

73 Tá ið tú fletti tann huppagula,

tað arbeiði fell tær berkið,

nú mást tú takka mær høfliga,

eg greiddi frá hesum verki.

 

CCF 230

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Uppskrift hjá Óla Mikkelsen í Tórshavn, nr. 6. Hann hevði hana frá abba sínum. Úr søvnum Jakobs Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 469.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 19.

 

Heimild: Úr Sandoy. Ole Mikkelsen, lítli Óli (1865-1950) Sandi, 1887.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017