• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ravna táttur

 

Ravna táttur

 

CCF 231

Einki TSB-nr.

 

1 Tað er siður í ravnamáli,

bæði við siður og sóma,

tá ið deyðseyðin etin er,

tá hava teir kaldan tóna.

 

Gyltan spora havi eg til fótaspenni,

so temji eg mín gangara gráa,

Gud hann lati renna.

 

Ravnurin í Djúpadali,

við so miklum hurri,

hetta man vera hin høvurgrái,

bróðir í landssuðri.

 

2 Tað kenni eg á teirra máli,

á tí svarta trælli,

tá ið teir hava heilan seyð,

tá syngur í hvørjum fjalli.

 

3 Tað kenni eg á teirra máli,

dýrið tað er raskt,

tá ið teir koma at tálgini,

tá er málið hægst.

 

4 Tríggir búgva eystur í Tippi,

koma heim at móla,

tað kann eingin teirra mál,

ikki gongur í teirra skóla.

 

5 Teir tykjast vera orðbrosnir,

teir koma heim til jóla,

teir eru sær í svørtum klæðum,

tað glitrar á teirra kjóla.

 

6 Tveir eru teir brøðurnir,

forstanda ravnamál,

annar eitur Jógvan,

og annar eitur Pál.

 

7 Annar er í hárum gráur,

í málinum er hann snjallur,

annar hann er tjúkkari,

við høvdinum gongur hallur.

 

8 Tveir eru teir brøðurnir,

forstanda ravnaboð,

kjóli teirra er ermaleysur,

hann hava teir til trog.

 

9 Teir fylla upp í taskuna

bæði við sukk og sút,

livrarnar liggja innanfyri,

broddarnir hanga út.

 

10 Ravnsar vaknar upp árla morgun,

svakur skal hann vera,

teir eru komnir á ljóaran,

sum boðini kunnu bera.

 

11 Glinta teir á skjólinum

rætt sum pík í stav,

hin gamli heilsar innanfyri,

hattin tekur hann av.

 

12 Hann leggur seg fram á songarstokk,

upp í tróðrið grín:

“Hetta man vera mín besti vinur,

komin at vitja mín.”

 

13 Hann gongur fyri dyrnar út,

ikki skal eg lúgva,

hyggur upp í luftina,

hann sær tveir ravnar flúgva.

 

14 Hann stendur undir vegginum,

við eygunum man hann blunka,

hyggur eftir røvnunum,

teir bera tálgarklunkar.

 

15 Stendur hann undir vegginum,

gløir sum nøkur ketta:

“Slepp nú tálgini, søti mín,

tað skal henda gamla metta!”

 

16 Liggur hann á bønarstundini

bæði títt og ofta:

“Slepp nú tálgini, søti mín,

eg skal klunki lofta!”

 

17 Gongur hann í stovuna inn,

kennir bráðasóttartevið:

“Eg havi sæð tveir ravnar flogið,

bóru tálg í nevi.

 

18 Tað var bæði feitt og mjúkt,

tó tað var ikki gult,

tað var seg í størrilsi

væl sekstan merkur fult.

 

19 Eg stóð har og hugleiddi tað,

eg fetti mína høku,

gott var tað aftur við fiski

og hvaðna betri við køku.

 

20 Ravnur fleyg bæði higar og hagar

við so mikið flisk,

eg stóð har og hugleiddi tað,

tað var so gott aftur við fisk.

 

21 Góðir eru hesir drýlar at brúka

bæði um páskir og jól,

sveittin støkkur um deiggið út,

sum kavi rennur í sól.

 

22 Góðir em hesir drýlar at brúka,

sum søgur ganga frá,

sveittin støkkur um deiggið út,

so bjøllurin stendur á.

 

23 Nái eg ikki í hagan burtur,

verður mær tungur ampi,

tálgarklumpur, ið ravnur bar,

hann var av hanakampi. 

 

24 Nái eg ikki í hagan burtur,

tað gongur mær ikki væl,

men holini eru so skaðilig

norðri í Djúpadal.

 

25 Fari eg í hagan burtur,

eg gevi mær fullgott tol,

vanlukkan er so mikil og stór,

eg kann væl fara í hol.

 

26 Fari eg í hagan burtur

at trampa á mongum steini,

hoyr tú tað, mín sæli sonur,

tú leita eftir mínum beinum!

 

27 Trettan havi eg funnið í ár,

fjúrtan fann eg í fjør,

dalin kann eg ikki minni meta

enn eina mørk í jørð.

 

28 Hann er betri enn mørk í jørð,

sum søgur ganga frá,

tað eg ikki veit í Djúpadal,

ið ikki bráar á.

 

29 Sumt havi eg funnið livandi,

sumt hevur verið snorkið,

tað eg ikki veit í Djúpadal,

ikki er í fløti storkið.”

 

30 Reisist hann frá eldinum

í síni kloddabrók,

so fór hann á naglan upp,

hann kjólan niður tók.

 

31 Læsir hann upp kistuna

eftir stóra knívi,

so fór hann á bitan upp,

band bant hann um lívið.

 

32 Lystiligt er at lýða á

hesa vøkru frøði,

so fór hann eftir norsku hettu,

setti niður á høvur.

 

33 Stendur hann á gólvinum,

snarliga hann sær vendi,

spanskrørið tók hann úr krókinum fram,

hann bar í høgra hendi.

 

34 Spanskrørið tók hann úr krókinum fram,

ikki var hann sein,

hólkurin var silvurrendur,

knappurin var elfinbein.

 

35 Tá ið hann var reiddur til ferð,

var reyvin sum tarablað,

hann heilsar øllum, ið inni vóru,

so fór hann ástað.

 

36 Hann heilsaði øllum, ið inni vóru,

bæði við sukk og sút,

so græt hann í durunum,

at tárini fuku út.

 

37 Hann gongur eftir bønum

yvir á Geilargarð,

hann sær heilan ravnaflokk

flúgva í Hvannaskarð.

 

38 Gongur hann eftir bønum,

nú er ikki longur at bíða,

síðani vappaði hann, tað hann kundi,

hagar yvir á Stígar.

 

39 Tá ið hann kom á Stígarnar,

tykti honum vakurt gaman,

tá sá hann í luftini

seks og sjey til saman.

 

40 Gongur hann nú brekkuna upp,

sveitkast hansara bolli,

teir plaga ikki at narra fólk,

teir hava hann úti í Kolli.

 

41 Gongur hann nú brekkuna upp,

hoyrir tað veingjahurr,

síðani tók hann hattin av,

setti hann upp á snurr.

 

42 So gongur hann í *Fløgur fram,

ikki skal eg lúgva,

tá ið hann kom á Hvannaskarð,

tá sá hann ongan flúgva.

 

43 Stendur hann á Hvannaskarði,

báðar hendur í hupp,

gløir hann við eygunum,

hvar teir flúgva upp.

 

44 Stendur hann á Hvannaskarði

við sín spjarraknokk,

tá sá hann seg oman í Støðu

allan ravnaflokk.

 

45 Hann gongur bæði hart og títt,

nakin er hann um hupp,

veittrar hann við hondunum,

hann hutsar allar upp.

 

46 Tekur hann nú deyðseyðan

av so tungum harm,

naknan dró hann knívin

út av sín egin barm.

 

47 Nú er komið tað ørindi,

fyri ongum skal eg loyna,

kruvdi hann undan flagbróstinum,

gjørdi hann síðani reinan.

 

48 Bindur hann nú deyðseyðan,

tykti honum vera teiti,

síðani vappaði hann, tað hann kundi,

haðani heim á Leitið.

 

49 Ælið rak av útsynningi,

rann sum nakar hundur,

blóð og gor á kroppin rann,

tí kjólin hann var sundur.

 

50 Menninir undir veggi standa,

munnu um tað snakka,

mann síggja teir á Leiti koma

við deyðseyða á nakka.

 

51 Mann síggja teir á Leiti koma,

ravnar yvir honum góla:

“Hetta man vera hin grákamputi,

gongur í kjóla.”

 

52 Teir standa undir vegginum,

skottast at hinum rádna:

“Hetta, tú bert á høvdi í dag,

tað man síðla sodna.”

 

53 Teir standa undir vegginum,

halda at honum gleim,

hin gamli kemur sleipandi

ímillum garðar heim.

 

54 Glúpskur er hann í eygunum,

sjáldan ið hann lær:

“Fanin eigi kropparnar,

ið standa og gløa at mær.”

 

55 Illa høvdu teir við honum farið,

etið høvdu teir hálvan,

síðani vappaði hann, tað hann kundi,

bar hann til sín sjálvan.

 

56 Flettir hann nú deyðseyðan,

tað mundi vera seint,

síðan tók hann avnotið

og gjørdi tað alt reint.

 

57 Fletti hann nú deyðseyðan,

tykti honum vera gott,

avnotið var ógvuligt,

tað fylti stóra pott.

 

58 Býtir hann nú deyðseyðan,

tað mundi vera leingi,

eldurin goysir í tróðrið upp,

nú er uppyvir at heingja.

 

59 Situr hann í bríkini,

tekur til álvara at genna,

nú fer at orna í pottinum,

fløtið fer at renna.

 

60 Ravnsar so til orða tekur,

tók nú til at hosta:

“Er nú nakar, ið ætla kann,

hvat ið potturin kostar?”

 

61 Tá kom fløtið í høvdið á honum,

tekur til at skrála:

“Best kann eg tað sjálvur ætla,

hann kostar ein slættan dála.”

 

62 Situr hann í bríkini,

sveitkast hann um høku,

tað var mær á sonnum sagt,

nú heintar hann køku.

 

63 Hann gongur bæði uttar og innar

við so mikið flisk:

“Kann eg ikki køku fáa,

so vil eg hava fisk.”

 

64 Hann gongur bæði uttar og innar,

vítt er um at leita:

“Kann eg ikki fiskin fáa,

so vil eg hava sveita.”

 

65 Stendur hann á gólvinum,

ikki var hann sein,

síðani tók hann turran fisk,

og pottin ímillum bein.

 

66 “Nú skal ikki fløti eira,

væl skal eg meg plaga,”

kastar fisk á eldin út,

bæði at ríva og skræða.

 

67 “Eg eigi mær ein gamlan bróður,

ofta setir upp nakka,

ikki eri eg so harðhjartaður,

eg vænti, hann skal hann smakka.

 

68 Eg eigi mær eina bróðurkonu,

hana man muðurin spilla,

hon er seg so átufrek,

at hana kann eingin fylla.”

 

69 Tekur hann til stykki trý,

beiggja sínum at smakka:

“Válgaran hann unni eg henni,

sum eitlar hevur í nakka.

 

70 Hoyr tú, søta systir mín,

tak nú upp ein sopp,

sært tú ikki, hvussu eg siti

við blóði og gori á kropp?

 

71 Ver nú skjót við soppinum,

meðni eg fái mær mat,

siti eg í hesum varma,

eg kvíði, tað skorpnar at.”

 

72 Hann leggur kjálkan at bróstinum,

tykist at hava ilt:

“Meg grúir meir um kjóla mín,

sum blóð og gor hevur spilt.

 

73 Eg fái ikki barað mær,

eg síggi innan í skrokki,

hesa somu vanlukku

neyt eg av ravnaflokki.

 

74 Hesa somu vanlukku

neyt eg av ravnagóli,

maktarleysur siti eg nú,

spiltur er mín kjóli.

 

75 Hann er bæði við skruvur og galli,

alt ígjøgnum blandað,

hann kann eingin til rættar seta,

sum býr í hesum landi.”

 

76 Ravnsar so til orða tekur

við so mikið sút:

“Kjólanum kann eingin hjálpa,

uttan hann fer út.”

 

77 Etur hann nú fótamørin,

linur mundi hann sita,

tað var mær av sonnum sagt,

hann fór í tríggjar bitar.

 

78 Etur hann nú fótamørin,

staddur í hesari neyð,

tað var mær av sonnum sagt,

at kultrið fór í tvey.

 

79 Kultrið stóð í hálsinum

væl ein fullan tíma,

veittrar eftir vatni,

hin gamli býst at svíma.

 

80 So fór hann í seingina

við tí ringa hopi,

prutlið hoyrdist langan veg

bæði av frati og ropi.

 

81 Liggur hann í seingini

bæði við buldur og brumm,

ikki kann hann regera seg,

tí gørnin vil snarast um.

 

82 Liggur hann í seingini,

einki vildi dovna,

tað leið væl at miðnáttini,

áðrenn hann fekk sovnað.

 

83 Liggur hann í seingini

væl ein fullan tíma,

tá ið hann hevði svøvnin fingið,

begynti tað at dvína.

 

84 Ríman er væl samansett,

tó hon er ikki prentað,

Ravnsar setst upp undir seg

at lesa testamenta.

 

85 “Nú man vera stutt til dags,

eg meini, nú gelur hanin,

her kann eingin liggja í,

tað stinkar verri enn fanin.

 

86 Spilt tað er nú seingin mín,

tað kann eg ikki loyna,

sendið boð eftir systur míni,

hon ger hana reina!”

 

87 Setst hann upp í seingini,

hýkur við nakkaspiki,

krýpur fram at eldinum,

kuldi hevur hann tikið.

 

88 Situr hann hjá eldinum,

tekur til sínar vøttir,

kuldi hevur tikið hann,

men nakað kemur eftir.

 

89 Situr hann hjá eldinum

í síni kloddabrók,

eingin visti fyrr enn tá,

hann svímaði aftur í krók.

 

90 Hetta verður deyði hans,

tí lívsýki hann tók,

eingin visti fyrr enn tá,

hann svímaði aftur í krók.

 

91 Hin gamla leyp av durunum

við sínum høvdi svarta,

hon fór eftir brennivínsdropa

at leska niður á hjartað.

 

92 Hon kom aftur við brennivínsdropa,

tað var í ein hast,

tá hon skuldi veta hann,

tá var tonnin læst.

 

93 Eingin av teimum, ið inni vóru,

kundi lívsmakt við honum kenna,

uttan tey sóu, at tungan læt,

og eyguni í honum renna.

 

94 Upp leyp alt, ið inni var,

hetta langa ønið,

sumt leyp eftir knívinum,

og sumt leyp eftir spøni.

 

95 Bóru hann í seingina,

søgur ganga frá,

sveiptu hann í dýnur og løk

og løgdu hann afturá.

 

96 Ravnsar vaknar av svøvninum:

“Mær eru vaksin eygu,

tekin havi eg fingið av,

at deyður er ein seyður.”

 

97 Ravnsar so til orða tekur,

fortelur frá sínum dreymum:

“Eg droymdi, at krákur og ravnar

løgdu meg í trimum.”

 

98 Klæðir hann seg í ringar hosur,

leggur undir geira:

“Eg fari meg í hagan burtur,

eg komi ikki aftur meira.”

 

99 Tann yngri hann kom leypandi,

kappin var hann sprækin,

húgvan hon stóð høll á høvdi,

dintilin var nakin.

 

100 Húgvan hon stóð høll á høvdi,

dintilin var nakin,

talar hann til systur sína:

“Tak mær vattabakið!”

 

101 Hann gongur fyri dyrnar út

við sínum skeggi hvíta,

eyguni vóru sum brandar tveir,

grimt var móti at líta.

 

102 Eyguni vóru sum brandar tveir,

tá ið hann sá beiggja,

hundarnir vóru so ræddir við,

teir fóm út at goyggja.

 

103 Ravnsar stóð undir vegginum,

hyggur niðan á Varða,

hin yngri spyr hann sjálvan at:

“Hvar býst tú at fara?”

 

104 Ravnsar so til orða tekur:

“Nú er gott í boði,

meðni eg havi staðið her,

havi eg sæð tveir ravnar flogið.”

 

105 “Seinast tú vart burtur í haga,

spilti tú tín kjóla,

tú mátti ikki verið sansaleysur,

tú hoyrdi ravnar góla.”

 

106 Ravnsar so til orða tekur,

svarar hinum rádna:

“Eg fái ikki barað mær,

eg hoyri teir á morgni.”

 

107 Ravnsar so til orða tekur,

hann stendur undir veggi:

“Týdligt er at eta sperðlamar,

tá ið fløtið rennur í skeggið.”

 

108 Hin yngri tók undir hond á honum,

vildi leiða hann inn,

hin gamli mundi koma sær

við tárunum út á Kinn.

 

109 “Hetta verður skammiligt,

tað frættist suður til Havnar,

at liggja pá sítt ýtarsta,

og standa og gløa á ravnar.”

 

110 “Tú leiðir meg í stovuna inn,

tað er ikki hent,

onkuntíð á ungum aldri

hevði eg ikki aftur vent.”

 

111 Ravnsar so til orða tekur,

sum hann sjálvur sigur:

“Fanin upp úr helviti

hann seti teg nú niður.”

 

112 Stendur hann á gólvinum,

kroppin er hvør kongur:

“Tað verður ikki, meðan eg livi,

eg fari í hagan longur.”

 

113 Letur hann hann í onnur klæði,

tá var maður bravur,

tá var hann í klæðum vaksin

sum ein harramaður.

 

114 “Tá ið tú gróvst í Áartungu,

bæði í kava og gleri,

tá ið tú gróvst í kassunum,

hvør hevur frægari verið?

 

115 Nú ert tú til afturs komin,

liggur uppi í skoti,

tá ið tú hevði snjóhvíta leyp

fullan av avnoti.”

 

116 Hendan ríman er so vøkur,

tað er ei at undra,

hon er seg í ørindum

væl sekstan vers og hundrað.

 

117 Hvør ið hesa rímu hoyrir,

hann ber til mín hat,

um enn eg leggi lívið á,

so kvøði eg trý aftrat.

 

118 Eg man hesa rímu kvøða,

tað skulu allir síggja,

hon er teimum til skammar gjørd,

sum eftir deyðseyða glíggja.

 

119 At vera so argur eftir deyðseyða,

skomm er at siga frá,

summir leypa spilnaknir

og lívið leggja á.

 

120 Ríman hon er hundrað og tjúgu,

nú er aftur at venda,

hetta kalla tey Ravna tátt,

sum nú er komin til enda.

 

Gyltan spora havi eg til fótaspenni,

so temji eg mín gangara gráa,

Gud hann lati renna.

 

Ravnurin í Djúpadali,

við so miklum hurri,

hetta man vera hin høvurgrái,

bróðir í landssuðri.

 

CCF 231

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Koltursbók II (Fróðskaparsetur Føroya), nr. 43, s. 100; b: Ravne-visen (Ravna-Tátturinn), Alexander Weihe gav út á egnum forlagi, Keypmannahavn 1850; c: Sunnbiarbók (um 1850). Søvn Jakob Jakobsens (Føroya landsbókasavn, Tórshavn). Bæði niðurløgini eru úr b.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 473.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 30.

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908) Koltri, 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017