• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Símunar táttur

 

Símunar táttur

 

CCF 232

Einki TSB-nr.

 

1 Frá Kvívík hoyrdist sjongur,

slíkt hoyrist ikki longur,

um stóra hundafall,

tá Símun stóð í stríði

mót kertustubbum blíðum

alt um sín gamla hjall.

Hundar mundu tvøst úr hjalli stjala,

Símun svór, tað skuldu teir betala,

ella skuldi hann steina, stinga og kvala,

ikki ein hundur eftir í staðnum gala.

 

2 Tann kroysa, Símun átti,

av armóð mundi dottið

bæði skjótt og brátt,

tann halastutti Pennur

í Kvívíkstúni rennur,

hann breyt hann hvørja nátt;

rimar hann frá hjalli mundi slíta,

langan veg í runutúnið grýta,

syllar av um miðju mundi bíta,

mangan góðan bita mundi hann nýta.

 

3 Hann svór, hann skuldi tað endra,

og sprakk so upp at tendra,

birtir í koluskar,

tekur upp troyggjupjøkur

og gamlar buksubrøkur

og dregur upp á sítt lær;

báðar mundi hann tøtlingarnar klæða,

sum aðrir menn teir skøða seg burtur í haga,

leyp so út í dyrnar til at kaga,

hoyrdi hann hundin tvøst í hjalli gnaga.

 

4 Tá hundur var lagstur at gnaga,

sprakk Símun út at kaga,

og sprakk á ytstu gátt:

“Eg man so mikið hoyra

við mínum stóra oyra,

eitt spøkjarí í nátt,

tað man ikki annað spøkjaríið vera,

enn halastutti í hjallinum man regera,

alt tað, ið eg eigi, man hann upp fortera,

eg skal hann við mínum tálgarmuddi skera.”

 

5 Símun er ilskusnúgvin,

til ferðar er hann búgvin,

alt inn á hundsins lív,

hann leitar í hvørjari smáttu,

sum ketta eftir rottu,

at finna sær ein knív,

til síðst tá mundi hann tálgarmuddin finna,

ætlaði hundsins lív har við at vinna,

leyp so við sínum ónda og arga sinni

at stinga hundin, dersum hann var inni.

 

6 “Í nátt skal eg hann knípa,

við báðum hondum grípa

og fáa hann í mín hjall,

við sterkum bondum røra,

fyri sýslumannin føra

og klaga tann arga træll;

frá sýslumanninum til fútan skulu vit ganga,

frá fútanum til amtmannin tann langa,

hann skal fella dómin tann stranga,

tá skal mangur í Kvívík hella vanga.”

 

7 So illa mundi ganga

tann halastutta at fanga,

sum lá og gnagaði tvøst,

tá Símun skuldi springa

tann halastutta at stinga,

tá datt hann í ein køst;

tálgarmuddin mundi hann væl missa,

hundin við øllum tvøstinum forlissa,

illa var hann tá til sins for vissa,

sprakk og gav sær ikki tíð at pissa.

 

8 Frá Kvívík Símun strýkur

og yvir í Klivar fýkur,

hann ger so mangt eitt sløðr,

áir sær hann renna,

men ei hann kundi kenna

ta rættu Skælingsjørð,

tí man Símun yvir til Leynar halda,

tala vildi hann við tann Mikkjal balda,

settur av kongsins monnum til at valda

um Leynagarð, sum seyð teim bør at halda.

 

9 Mikkjal bóndi blíði

ei visti av hundastríði,

Símuni vísti leið,

so fast sum kettur klóra,

við sínum fóti stóra

um Leynagarðar steig,

snarliga hann út Stallar mundi fjakka,

grulvar rætt sum barn upp fyri bakka:

“Hetta havi eg Mikkjal fyri at takka,

hann vísti mær leið og við meg mundi snakka.”

 

10 Billu Símun stendur

og sær mót Skæling vendir,

hann sær seg runt umkring,

fannir í fjalli glansa,

og skælingsærnar dansa

hagar runt í ring;

angur mundi Billu Símun raka:

“Hví mundi slík forsintheit meg betaka?

Kertustubbar havi eg forsakað,

á Skælingi við grúgvusteini meg bakað.”

 

11 Hans skalli tók at slangra:

“Nú havi eg tað at angra,

eg havi angrað nógv,

tað eg í bólinum gjørdi,

tá prestur kýrnar førdi

niður á Syðrugjógv;

kýrnar upp í Vatnsdal mundu vála,

dúgliga mundu kertustubbar skrála,

eg mær eftir í bóli mundi drála,

eg vildi ikki býtt ta løtu fyri ein dála.

 

12 Tvey hjún í Kvívík búðu,

sær áttu døtur tær prúðu,

tann eldra hon hóvaði mær,

við mær í bóli gisti,

so fáur av tí visti,

so vinarlig hon var;

hevði eg nú verið nakað ungur,

men ektastandurin var mær altíð tungur,

nú vaksa ellisrukkur og ellisbungur,

samansnert er alt sum gamal pungur.

 

13 Vestmenningar sóu,

tá vit í bóli lógu

í besta majestát;

sum eg har mundi liggja,

tá varð mær upp at hyggja,

og tá sá eg ein bát;

tá svór eg, at eg var ganska fokin,

hevði hon verið fyrr á búkin strokin,

tá fór eg so nakkalangur og hokin,

hon lá eftir so kirnufløt og slokin.”

 

14 Tann angur snart fekk enda,

so sigur vísan henda,

so snart hann skundaði sær

tann mannin upp at leita,

sum Heini mundi eita,

og átti Skælingsskarð,

at klaga sína neyð um Kvívíks hundar,

tí teir høvdu bitið kroysuna til grundar,

hann svór, hann skuldi kippa teir sum lundar,

kvívíkingar og allar teirra hundar.

 

15 “Og hoyrið tað, Skælings bøndur,

nú eri eg vorðin óndur,

tit leggja mær bróðurráð

at fanga teir devils hundar,

sum bíta mínar kroysur til grundar,

og teir av døgum fá,

so ringir munnu kertustubbar vera,

hundarnar lata teir tvøstið burtur bera,

eg royndi í nátt at steina, stinga og skera,

eg datt í ein køst og mátti lata vera.”

 

16 Hanus bóndi blundar:

“Tú klagar so hart pá hundar,

tað er bedrøviligt,

tú skalt teir oyðileggja

og dikt við trøum sleggja,

so blívur tú teir kvitt;

navnið títt er víða gitið við orðum,

rætt sum rádni Róland var í forðum,

nú tú stígur sum í kempusporum,

smíða tær Dýrindal av krambaborðum!”

 

17 Súsanna situr á stabba:

“Tú gakk tær inn til abba

og bið hann leggja tær ráð,

á hesum sama sinni

lat Janus vera inni,

og ommu mína hjá!

Janus sigur, tú skal stríðið vinna,

bið hann smíða tær Dýrindalin stinna,

har við skalt tú Kvívíks hundar tynna,

lat so kertustubbar seg besinna!”

 

18 “Eg haldi meg til Heina,

hann vísti mær vegin beina

at brúka mín tálgarknív,

og Dýrindalin harða,

sum Hanus mundi meg læra,

at taka teirra lív,

hundar inni í kroysum munnu smúgva,

so listuliga inn um dyrnar snúgva,

tað kann ikki hanga í róligheit ein húgva,

eg kann ikki blant teir búrhundarnar búgva.”

 

19 Tey ráð so Símun fylgdi,

tá gekk sum tað skyldi,

hann frið av øllum fekk,

hvørki hundur ei kattur

Símun rørdi aftur,

so friðarliga alt gekk;

nú kann Símun væl í friðum liva,

fyrr á sinni ofta mundi tiva,

býr við hús, við mark og so við kliva,

nú er vísan endað til at skriva.

 

CCF 232

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 480.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 48.

 

Heimild: Úr Streymoy. Poul Isaksen, Poul í Geil (1825-1889) Tórshavn. Hjalmar Hammershaimb skrivaði upp í 1885.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017