• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Vatnskalla táttur

 

Vatnskalla táttur

 

CCF 233

Einki TSB-nr.

 

1 Eina veit eg rímuna,

ið inni hevur ligið leingi,

gjørd um bóndan á Vatnskalla

og aðrar raskar dreingir.

 

2 Eina veit eg rímuna,

ið inni hevur ligið enn,

gjørd um bóndan á Vatnskalla

og aðrar raskar menn.

 

3 Bóndin vaknar úr blundi upp,

fortelur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borist

í alla hesa nátt.

 

4 Meg droymdi, at Nakkalanga

sat við síðum rotti,

so droymdi meg, at tjúkkari endi

fleyt niðri í einum potti.

 

5 Tað segði mær Gorpur, gamli bóndi,

tá ið eg á skógnum gekk,

at eg fekk einki av tjúkkara enda,

tí hann var farin vekk. 

 

6 Tað segði mær Gorpur, gamli bóndi,

tá eg mundi honum møta,

at eg fekk einki av tjúkkara enda,

tí Jóhanna mundi hann eta.”

 

7 Bóndin fór á skógvin burt,

tað tápuliga svín,

hann skuldi betur við pottin sitið

og passað upp á enda sín.

 

8 Bóndin fór á skógvin burt,

tað tápuliga neyt,

hann skuldi betur við pottin sitið,

tá ið Vatnskallaboðin breyt.

 

9 Tað var bóndin á Vatnskalla,

hann heim aftur mundi venda,

honum kom einki annað í hug,

hann tonkti um tjúkkara enda.

 

10 Bóndin eigur ein lodnan hund,

raskur er hann at goyggja,

hann er slektaður norðan av Havn

og komin frá Jógvan beiggja.

 

11 Glopran kemur um Hamralið,

hon hevur so mikið mál:

“Jóhanna, gakk teg fram á gólv

og knoða í stóru skál!”

 

12 Jóhanna talar til Glopruna,

hon biður hana ikki tala,

meðni hon vendi drýlinum,

meðni mundi hon børkin stjala.

 

13 “Tá ið vit bardust um tjúkkara enda,

tá fekk eg eitt høgg á bakið,”

Jóhanna sletti lállurnar

við mørinum upp í takið.

 

14 Gívrin var bæði long og grim,

í ljóaran mundi hon røkka,

hon gav bóndanum á Vatnskalla

tað bara lýsi at drekka.

 

15 Best er at kvøða meira slíkt,

tað fyrsta er forbí,

gróðrarmykja og landbukkuskvøttur,

rokanin undir ský.

 

16 “Kalla meg ikki Kláðulærið,

eg gangi íblant menn,

rópa meg heldur Grunningshøvdið,

kjálkin inn í tenn.”

 

17 Landið út frá Lísbitu

rennur oman undir stein,

tað hava tey til matarløg

hjá Rakul og Jákup svein.

 

18 Tað svaraði ein so gamal maður,

hann var teirra næsti granni:

“Tey plaga ikki at pynta brúður,

sum situr við ongum manni.

 

19 Í fjør lótu tey pynta hana

við stakkum og bláum kjólum,

hon er ikki komin í brúðsong enn,

og nú líður aftur at jólum.

 

20 At pynta brúður ófesta,

tað man mangan svíkja,

tá ið hon fer at deigna breyð,

tað út millum fingrar spríkja.”

 

21 Uggilsið kom úr koyggju fram,

hon sigldi við donskum flaggi,

hendurnar á brúðrini vóru

smurdar út í deiggi.

 

22 Bóndin rópar á kokkarnar:

“Kókið kjøtið fort,

tí hon skal fáa brúðgóm snart,

vit rópa hann Brilluskort.”

 

23 Hompiskus kom úr Einglandi

við sínum brúdleypsdrekka,

Jóhanna sletti lállur við lær,

var glað fyri uttan ekka.

 

24 So pyntaðu tey ta ungu brúður,

tey høvdu so mikið skrál,

men Jóhonnu varð so illa við,

hon kundi ikki eingilskt mál.

 

25 Tá ið hon nú pyntað var,

hon sat við brúðarbondum,

eg visti ikki, fyrr enn tann unga brúður

tók endan úr mínum hondum.

 

26 Tá ið tey høvdu pyntað hana

við silvurnál fyri bringu,

eg visti ikki, fyrr enn tann unga brúður

hon endan í munnin stingur.

 

27 Eg veit ikki, fyrr enn tann unga brúður

hon endan í munnin stakk,

hon toygdi seg oman á triðja fat,

so langt sum armurin rakk.

 

28 Eingin gleði yvir borðinum var,

tí brúðgómurin var vekk,

men lukkan sætaði brúðrini,

tann tjúkkara enda fekk.

 

29 Hon hevur sitið við brúðarbondum,

hingu niður á reyv,

men fitin dryppar úr tjúkkara enda

og niður á silvurleyv.

 

30 Hon hevur sitið og knoskað hann

dagin út til enda,

nú hevur hon so proppað seg,

at eingin kann henni venda.

 

31 Vit skulu bjóða í Miðtúni

hjá honum Mikkjal Smelli,

síðani uppi á Glinsiniborg,

vit gloyma nú ikki Grúkhelli.

 

32 Glinsiniborg og Grúkhelli

standa uppi um tvørt,

Músabumban og Tronghólmur,

niðast er stýrimans Stert.

 

33 Vit skulu bjóða í Grúkhelli

øllum teimum har inni,

Eiriki og Maluni,

vit gloyma ikki Prumpuna svinnu.

 

34 Vit skulu bjóða Hálvdani

við sínum parúkkarheysi,

Skotbrelli og Klandralátri

og konuni norð á Kneysi.

 

35 Fanklaleggur dóttur eigur,

feit er hon sum spik,

kemur hon upp á Ófruktins loft,

tað verður eitt verri dik.

 

36 Kúluti Fressur dóttur eigur,

Glíringur mýkir leður,

tað kemur rok av landnyrðingi,

tá ið Hakaspjaðið treður.

 

37 Tú hevur leingi heitstór verið,

yvir tínum børnum prálað,

nú standa prik í tálgarendum,

sum Troyinborg útformálað.

 

38 Mær var altíð roff í hug,

eg upp á tjólegg fór,

men øvigur aftur á langleggin,

sum kálvur dettur í flór.

 

39 Eg fór upp á tjóleggin,

tað mundi ongan vara,

eg skjálvtaði aftur á langleggin

og mátti á vaðhornið fara.

 

40 Vit skulu bjóða á Klettum

og halda so saman hendur,

leggja so saðil á folans bak

og ríða yvir á Strendur.

 

CCF 233

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Úr søvnum Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Ole Mikkelsen, Tórshavn, skrivaði upp, nr. 2.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 482.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 56.

 

Heimild: Úr Sandoy. Ole Mikkelsen, lítli Óli (1865-1950) føddur á Sandi.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017