• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Fitlara táttur

 

Fitlara táttur

 

CCF 236

Einki TSB-nr.

 

1 Og hvussu skal eg kvøða,

meðan eg gangi fram,

um ta miklu blómuna,

í Gamlagarði rann.

 

Glymur dansur í høll, sláið ring,

blóðið dreiv um Fitlaran fyri Fimting!

 

2 Frebbi kemur út árla morgun,

rívur skruv[u] frá eygum,

so fór hann um veggin inn

at hyggja eftir seyði.

 

3 Frebbi kemur inn árla morgun,

tekur so høgt at gráta:

“Hatta man vera Steffans kúgv,

ið stendur í míni sátu.”

 

4 Gívrin treiv í geilina niður

eftir gróti at leita:

“Skamm fái tú, átuvomb,

tú føð tína kúgv so feita.”

 

5 Talar hon tá til Fimting,

bæði skjótt og brátt:

“Far tú tær á Eystgarðin inn,

tú flyt hana haðan burt!”

 

6 Og bóndin var fimur á fótunum,

hann fór á gluggan at skýla:

“Hevna skal eg mín fimta son,

eg var ikki vanur at fíra.”

 

7 Tá varð snekkjan innan skipað,

Frebbi gekk til stýri,

maður og kona í hvørt borð,

merkisfólk øll fýra.

 

8 “Og Risin gav mær orð fyri sær,

lukka fyri honum liggi,

gívrini skalt tú geva grið,

tí hon bar meg á ryggi.

 

9 Risin gav mær orð fyri sær,

lukka fyri honum vekki,

gívrini skalt tú geva grið,

tí hon bar meg í kneppi.”

 

10 Tí svaraði tann gamli maður,

hann býr við Trappusund:

“Hvørjir eru teir, ið berjast í dag,

meðan staðurin gongur í grund?”

 

11 Og til svaraði Sunnan

við sín reyða nebba:

“Annar eitur Fitlarin,

annar er bróðir mín Frebbi.”

 

12 Tí svaraði Sunnan,

við sín krókuta fingur:

“Annar eitur Fitlarin,

og annar er bróðir mín Ringur.

 

13 Og hoyr tú tað nú, Breiðaldur,

tú ert so kvikur í eygum,

far tú tær í Dalarnar inn,

og vita um hann er deyður!

 

14 Og hoyr tú tað nú, Breiðaldur,

um skortin ert tú reyður,

traðka teir meg í rununa niður,

so snarliga eri eg deyður.”

 

15 Og Duffa gongur um geilina,

illa man hon láta:

“Tað mundi ei fyri góðum gegna,

teir fóru at keypa bátar.”

 

16 Og Duffa gongur um geilina,

ongan hevði hon klút:

“Skamm fái tað høkilspakk,

sum meg hevur plúnđrað út!”

 

17 Og Duffa átti klássu ta,

ið Fimtingur fekk á nebba,

so fór hann í Ókunnahelli

at klaga seg fyri Frebba.

 

18 Og Duffa átti klássu ta,

ið Fimtingur fekk á maga,

so fór hann í Ókunnahelli

fyri Ringi seg at klaga.

 

19 Og bóndin var fimur á fótunum,

hann svør um sína trú:

“Eg eigi mær eina vínfløsku,

hon stendur úti í búð.”

 

20 Og Duffa so til orða tekur,

hon rópar á pápasystur:

“Eg eigi mær eitt hovmansglas,

tað stendur niður í kistu.”

 

21 Og tað var Anna Lindenskov,

begynnir til at skeita,

so fór hon í køstin niður

eftir krákutonn at leita.

 

22 Duffa skuldi plástrið gera,

hon klíndi saman av bót

hømlurøtur og rølikur,

spónbørku og sót.

 

Glymur dansur i høll, sláið ring,

blóðið dreiv um Fitlaran fyri Fimting!

 

CCF 236

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Úr søvnum Jakob Jakobsens 1904 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 489.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 64.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Samuel Jakob Hans-Jacobsen, seinni Kjærbo (1836-1911) Sumba.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017