• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Frá Blankaskála.

Úr Mittstovuni á Blankaskála fór ein maður ein dagin eini ørindi til Húsa. Ætlanin var hjá honum at verða aftur um kvøldið. Men hann kom ikki.

Leitað varð bæði leingi og væl av blankaskálamonnum og húsamonnum, men alt var til onga nyttu.

Eina tíð eftir, at maðurin var horvin, førdu blankaskálamenn prest frá bygd teirra og til Oyndarfjarðar. Tá ið teir komu norður fyri Líðarmunna, helt prestur fyri: “Her ganger et af vore Faar!”

Manningin spurdi tá prest, um tann, hann nevndi, og sum teir grunaðu mundi vera tann burturblivni blankaskálamaðurin, ikki kundi bjargast aftur. Jú, tað helt hann, men hann hevði nú verið so leingi burtur, at eingin gleði mundi vera at fáa hann aftur - best mundi vera, sum var.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017