• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Eiriksboði

Stutt frá  Tindhólmi  er ein   boði,  sum kallast Eiriksboði; hann er uppi stundum, tó at tað kann vera dýrdarveður og sjóslætt; helst brýtur hann ímóti terra, hita ella hørðum kulda. Um henda boðan høvum vær søgnina, sum her skal sigast frá.

Tveir brøður, Símun og Eirikur, áttu alla jørðina, ið liggur við bygdina í Bø í Vágum; eina systur áttu teir, sum var gift við bónda í Húsi í Miðvági. Teir báðir kundu ikki koma til sættis um at býta jørðina ímillum sín; teir skuldu tí fara til løgmans at láta hann skifta ímillum teirra. Ein dagin var Símun á útróðri, men Eirikur sat meðani heima og brýndi øksina.

Um kvøldið, ið útróðrarbáturin leggur at landi, fer Eirikur skundiliga oman í fjøruna til teirra og sigur við Símun, at nú skuldi hann fara sum skjótast við sær til løgmans at fáa skil á jarðarbýtinum og arvinum. Símun sigur seg vera bæði svangan og tystan og hava neyðugt at fara í onnur klæði; men Eirikur vildi ikki lurta eftir nøkrum, at hann skuldi bera seg undan at fara straks, nú ið sær bar til at gera hesa ferð. Símun eftirlíkaði honum nú og fór við honum; hann var tystur og legðist at drekka úr ánni, ið rennur oman Skatagjógv ímillum Bíggjar  og Sørvágs;  - Eirikur tekur nú øksina og høggur høvdið  av bróður sínum. Eirikur fer tá til gongu yvir um Vatn (Sørvágsvatn) og til Miðvágs.  Tá ið hann kemur rennandi móti býlinginum  í Húsi, sær systirin hann og fer út at spyrja hann, hvønn partin av jørðini fell í lut Símunar; hann svarar, at tað var tann parturin, ið næstur er kirkjugarðinum. Hann sprakk so haðani til Sandavágs;  ein  bátur stóð har á sandinum, Eirikur orkaði ikki at draga hann, men bar ymsar skutir fyri og fekk so flotað bátin á sjógv.    Systirin  grunaði væl á svarinum, Eirikur gav henni, at hann mundi hava dripið Símun, og hon bað tí mann sín fara at hevna deyða hans.   Bóndin fór við øksi í hendi eftir Eiriki, men tá ið hann kom oman á  sandar, hevði Eirikur skotið frá landi; hann kastaði tá øksina út eftir Eiriki, men hon kom í stavnin og gjørdi ikki manninum skaða.   

Eirikur fór nú til bispsins í Kirkjubø at lýsa víggið, og bispurin lovaði, at drápið skuldi vera honum fyrigivið, tá ið hann gav kirkjuni góðar bøtur og bispinum ein feitan  oksa um árið; - hetta læt biskupurin alt skera á eitt trækelvi, at nú var  síðsti og evsti sallur  útslættaður eftir  Símun í Bø.   

Tá ið Eirikur hevði givið bøturnar, ið á vóru lagdar, fór hann vestur aftur fyri øll vágabjørgini; tó at tað  var ein hættilig ferð hjá einum manni at fara,  hevði hann tó eydnu til at koma ígjøgnum harðan streymasjógv og høga aldu tann langa vegin. Hann var nú komin  inn um Dragasund á deyða vatnið og á tann slætta sjógvin innan fyri drangarnar og Tindhólmin og  sá nú bygdina í Bø og alla jørðina frá  fjalli og til fjøru, sum hann nú átti einsumallur; hann helt seg nú vera slopnan úr øllum vanda, tók kelvið upp og fór fegin at lesa, hvat á tí stóð; - nú, tóktist honum, var fyri ongum at ræðast.  Sum hann nú best sat við hesum tonkum og hugsaði ikki um at lova og takka Gudi, sum hevði ført hann yvir havið, ella biðja hann tilgeva sær drápið, tá reis aldan frá grunni, og ein boði kom upp, sum ikki hevði brotið áður, hvølvdi bátin  og dró Eirik til botns; síðan rak líkið upp í Skatagjógv og hevði enn kelvið frá bispinum í hondini. Tí kallast hesin boðin enn Eiriks boði.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

Slóðir
Viðkomandi sagnir
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017