• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Eiðissystkini

Á Eiði búði ein bóndi, sum átti tveir synir og eina dóttur. Hann var stórur bóndi at kalla, hann átti alla ta jørð, ið hoyrdi til bygdina, umframt tað, hann átti aðrastaðni. Av tí, at gentubørn tá í tíðini ikki áttu arvarætt, býttu brøðurnir, tá ið faðir teirra var deyður, jørðina millum sín.

Men teir hildu tó, at systir teirra, ið ætlaði at giftast í næstum við einum røskum húskalli har í húsinum, átti at fáa eitt sindur burturav. Teir komu tá á samt um, at hon skuldi hava tær 4 merkurnar við Skála; teir høvdu jú ivaleyst eftir kortini. Hesar 4 merkur vórðu so lagdar frá til systrina, og síðani býttu teir ognina sundur í tvey, annar fekk norðaru helvt, hin sunnaru helvt, og báðir búsettust á Eiði.

Systir teirra giftist stutt eftir býtingina við húskallinum og búsettist á sínum við Skála (Norðskála). Og tann bróðir hennara, sum ognaðist Suðurhelvt, bygdi hús suðuri á Troðoyri til røkjaran hjá sær, sum skuldi røkja haga hansara har suðuri og suður til Skálamarkið. Toftin av hesum húsum skal kunna síggjast enn.

Hesin røkjari og skálabóndin komu skjótt í ósemju um markið haganna millum. Orsøkin var tann, at skálabóndin segði seg at eiga til eina á, sum rennur hálvtannað hundrað favnar norðari enn heimasta Svíná, ið annars var markið. Tað gjørdist sakarmál, og løgrættumenninir dømdu so, sum siður var, at hann av teimum, sum vann í bardaga tríggjar ferðir í slag, skuldi eiga rætt.

Løgrættumenninir settu so dagin, tá ið partarnir skuldu koma saman undir teirra umsjón. Bardagin skuldi fara fram tætt norðan fyri heimastu Svíná á eini fløtu oman fyri ein stein, sum eftirsíðan varð kallaður Kampmannasteinur (nú oftast nevndur Kamsanarsteinur). Hesin sami steinur stendur nú úti í sjónum. Hann er um ein favn í fýrkant, og er meira enn eina manshædd høgur. Tá í tíðini skuldi hann standa uppi undir bakkanum, men bakkin er nú so nógv burturmataður, at steinurin nú er einar tíggju favnar uttan fyri bakkan. Hann er tó turrur á hægstu fjøru.

Í bardaganum, ið varð, vann skálabóndin allar tríggjar ferðir (hann var annars áðrenn vísur í, at so fór at vera). Markið varð so dømt at vera tann norðara áin, ið síðan nevndist Marknaráin.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017