• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Risi og Kelling

Norðan fyri bygdina á Eiði ytst í flógvanum, sum er millum Eysturoyar og Streymoyar, standa framman fyri landi tveir stórir drangar, sum kallast Risi og Kelling, hin ytri og hon innari landinum, og har er røtt sund ímillum teirra, tá ið kyrt er.

Um hesar drangarnar er søgnin, at einusinni ætlaði Ísland at flytja Føroyar norður til sín og sendi tí ein stóran risa og konu hansara at fáa tær fluttar har norður. Tey komu bæði at tí ytsta berginum, sum kallast Eiðiskollur og longst ímóti útnyrðingi. Risin varð standandi úti í sjónum, meðan kellingin fór upp á kollin at fatla byrðina, hann skuldi bera, og skúgva hana fram á hann. Fyrsta tak, hon tók, var so fast, at ”Ytri Kollur”   skrædnaði  frá; hon royndi tí at fáa fetilin fastan í einum øðrum stað á kollinum, men ikki vildi bera í lag hjá teimum; - grundvøllurin var fastur, og oyggjarnar ikki lættar at flytja.

So er sagt, at enn stóð kelling uppi á kolli, tá ið dimmið tók at lætta; - tey ræddust dagin, og hon fór tí sum skjótast oman  til risans, sum stóð í sjónum og bíðaði eftir henni; men ovleingi høvdu tey drálað, tí í sama bili, tey funnust undir kollinum og skuldu vaða leið sína norður aftur til Íslands, risin undan og kellingin aftaná, tá reis sól úr havi, og tey gjørdust tí bæði til steinar og standa nú og líta ímóti Íslandi, men sleppa ongan veg.

Aðrir siga, at tey vóru send at fáa korn úr Føroyum, av tí kornneyð var heima í Íslandi; tað sæst, at kellingin hevur sum knýti ella posa á baki.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017