• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

NYKURIN Á EIÐI

Ein nykur dró alt grótið til kirkjugarðin á Eiði í Eysturoy. Steinarnir eru viðgitnir fyri stødd og vakurleika. Tá ið alt grótið var komið til, skuldi nykurin rýma; men tá settu tvey smábørn seg í spølni upp á bakið á honum - tey hildu tað vera ein hest. Fleiri komu til, men fyri hvørt eitt, sum setti seg upp á nykin, kom at vera pláss til eitt afturat, og so var, til alt fólk á Eiði hevði sett seg uppá. Tá fór nykurin avstað og helt beina leið fram at vatninum. Summi, ið uppi á nykarbakinum sótu, høvdu mat hjá sær. Ein rætti einum smábarni spik, men tað snaraði sær undan og rópaði: “Ikki “nyka” meg!” Tað dugdi ikki rættuliga at tosa enn og meinti “snika”. Men nykurin helt seg hoyra sítt egna navn nevna og hevði tá ikki meiri vald á fólkunum (hoyrir hann navn sítt, so missir hann allan mátt); hann kastaði øll av bakinum og hvarv í vatninum.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017