• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Slættaratindur

Fyri okkurt um trísindstjúgu árum síðani segðist at vera tippi á Slættaratindi, ein fittliga stór kelda við góðum, køldum vatni. Og tað var sjálvandi ógvuliga hent, tá ið ein kom sær upp á tindin ein heitan summardag at kunna fáa sær ein kaldan munn. Hylurin segðist at vera so stórur har uppi, at ein væl kundi fáa sær upp í eina fløsku av kelduvatninum.

Um ein nú fer upp á tindin at leita eftir kelduni, finst hon ikki. Mangar sagnir ganga um, hvussu hon er horvin. Men eyðvitað er hon fjald av sandroki, sum tíðum verður her av sterkum stormi. Fyri kortum segðist eisini enn at vera høgvaksin mosi uppi á tindslættanum, men tað er ikki at ivast í, at eisini hann er blivin burtur av storminum.

Slættin á tindinum er, sum mær er sagt frá, tvey byrsumál langur eystur og vestur og eitt breiður í suður og norður.

Slættaratindur er hægsta fjall í Føroyum (882 m) og eitt stórt prýði fyri norðara endan av Eysturoy. Ikki bert er hann Føroya hægsti tindur, men við hann grasar Føroya størsti seyður; og har um leið býr eitt sera álvarsmikið og harðbalið fólk. Djúp spor hevur Norðurhavið høgt í tað og alt tað upp til stór brøgd.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017