• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

ANFINNUR OG SYNIR HANSARA

Anfinnur bóndi í Elduvík var á útiróðri ein dagin. Óveður kom á hann, hann rak av leið og setti upp einastaðni í Norðuroyggjum. Langur vegur var at koma heim aftur hjá honum, fleiri firðir at sleppa um. Tá ið hann kom at bøgørðunum í Elduvík, hoyrdi hann dans ganga — tá drukku tey ervi eftir hann, tí ikki hildu tey vón vera til, at hann kom aftur, so long tíð sum nú var liðin. Eingin visti av, fyrr enn Anfinnur bóndi kom og loypti splitt í dansin. Tá dansaði konan uppií. Við tað sama var alt kvirt, og øll stóðu so smoykin. Lítið var hann syrgdur - tað sá hann, segði Anfinnur.

Átta vóru synir Anfins. Ein dagin sum teir vóru útrónir, funnu teir eina deyðseyðaær flótandi og tóku hana inn í bátin. “Mutti, mutti,” segði yngsti bróðirin Gutti (tað var nú orðtak hansara); “betur var, um eg hevði fingið hesa í part í kvøld!” Tá ið teir komu til lands aftur - einki høvdu teir fiskað - funnu teir eina kistu rikna inn á Gráastein (summi siga, at kistan varð fingin á útiróðri). Tá segði elsti bróðirin við Gutta: “Nú kanst tú eiga ærina,” og knossaði so kistuna heim til hús. “Blíantskistan” varð hon nevnd av tí, at har var fagurt klæði í, blíant kallað; ein blíantsstakkur var í, settur við perlum og dýrum steinum, og mangt annað skart. Býtt var ímillum teir eldru brøðurnar, men hin elsti, sum var giftur og búði í Nýggjustovu, tók stakkin heim til konu sína, Tríggjar páskadagar upp í slag gekk nýggjustovumatmóðirin í kirkju í hesum stakki; triðja dagin var prestur komin og skuldi leiða hana inn í kirkjustólin, sum siður var, tá ið ein kona hevði átt barn. Nú ið prestur sær hana, trívur hann í: “Eg hugsaði, at hetta hevði verið ein bóndakona; men nú síggi eg, at tað er ein harramansfrú”. Síðan gav hann hana og húsbónda hennara upp fyri øvrigheitini og so hinar brøðurnar. So gekk Nýggjustovugarður undir kong.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017