• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

KNÁVI

Andras í Hvilvt í Fámjin var skírdur Knávi. Hann og Jóanis í Porkeri vóru kønastir menn í gandi um tað bilið í Suðuroy.

Huldukona gekk til Andrasar á Heyggi í Hvalba, og hvørja ferð hon kom til hansara, mátti hann vera bundin. Boð fór eftir Knáva. Hann kemur og spyr, hvat tíð hon er von at koma. Hin svarar: tá ið dagsett er. Knávi er nú hjá honum um hesa tíð. Huldukonan kemur og vil til Andrasar; men Knávi stendur frammanfyri og forðar henni. Hann tekur hana og førir hana út treyða. Tey at berjast, og so var endin, at Knávi komst undir. Hann hevði gloymt eitt orð, sum kundi geva honum vald yvir huldufólkinum. Hon dró hann opnan eftir jørðini, og hann visti einki til sín, fyrr enn høvur hans sló ímóti eingjargarðinum. Tá raknaði hann við og fekk orðið aftur, sum hann hevði gloymt. Við tað sama breyt hann seg upp og fekk yvirvald á huldukonuni.

Knávi átti eina ær, sum ikki kundi ganga ímillum hin seyðin. Ein dag fer hann við hundi at beita eftir lambi hennara, men ikki bar til at fáa tað, tó at lambið altíð vísti seg fyri honum, tá ið hann kom. Hann fór annan dagin, men tað gekk við sama lag. Triðja morgunin ger hann seg til aftur at fara á fjall, men í sama bragdi verður boðað til útróðrar, og ikki hevur Knávi hug at liggja eftir heima. Ein fátækur maður, skírdur Rappi, búði tætt hjá. Hann var fram um allar menn til skjótleika. Knávi biður hann fara sær eftir lambinum, men Rappi sigur seg ikki tora, tí at hann kvíðar fyri at fáa skaða. Knávi lovar honum, at tað skal ikki vera, og Rappi heldur seg til. Hann fer, hittir lambið hjá ærini, tekur tað frá henni, bindur tað og leggur tað á bakið. Men best sum hann gongur, snávar hann og missir lambið. Hann vendir sær við til at taka tað aftur, men horvið er og verður tað, og við tí skili verður hann at fara aftur til húsa. Um kvøldið kemur Knávi heim, og Rappi sigur nú frá, hvussu sær hevur tilborist. Knávi heldur fyri, at tað man vera hin heidni í Herðablaðsgjáum, ið er farin við lambinum, men teir skulu tó dragast um tað. Hann biður Rappa koma við sær og vísa sær á, hvar hann snávaði og misti lambið. Báðir avstað til plássið og so í Herðablaðsgjáir. Knávi biður Rappa ikki lurta eftir, hvat ið hann talar. Nú letst upp, og ein føgur skínandi stova sæst. Ein maður gongur har inni, og lambið liggur á gólvinum. Knávi sigur seg eiga ærina og lambið, men hin forneski heldur seg hava javngóðan rætt til teirra og hann, tí hann átti sjálvur brundin, sum lambið var gitið av. Knávi tók hendur á lambið, og so gjørdi hin forneski; hvør dró í sín endan, men Knávi dró huldumannin út um dyr við lambinum, og tá varð hin at sleppa. Tað dunaði í Herðablaðsgjáum, tá ið hellið varð afturlatið.

Kona Knáva bað dóttrina fara niðan í Teindal ein morgunin og skava korka. Hon fór, men tá ið hon kom oman aftur, var hon málleys og fekk ikki talað. Knávi var til sjós. Tá ið hann kom aftur um kvøldið, var konan heilt ring um dóttrina og segði honum frá, hvussu til hevði borist við henni. Hann spyr, hvar hon sendi dóttrina um morgunin, og hon sigur: niðan í Teindal á tann stóra steinin til at skava korka. So hann avstað, tók knív uppá seg — tí, helt hann fyri, knívleysur maður var lívleysur — fór niðan og inn í steinin. Ein kona situr inni. Hann spyr hana, hví hon hevur tikið málið frá barni hansara: »Skamsetta! gentan hevur  grøtað mær barnið,« sigur huldukonan; »tað hvakk við, sum hon tók at skava uppi á steininum, datt í eldin úr fanginum á mommu sínari og kolaði seg.« Knávi biður hana fáa gentuni málið aftur í stundini, fer so út aftur, smellir hurðina í eftir sær og sigur, at ongantíð skal hon fara upp aftur. Ikki hevur steinurin verið opnaður síðani.

Men tá ið Knávi kom heim, hevði dóttirin fingið málið aftur.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Slóðir
Viðkomandi sagnir
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017