• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

DÁNIALSMIÐIÐ

Eitt valamið er beint út av Kalli (norðan fyri Kalsoynna). Tað eitur Dánialsmiðið.

Dánial í Fuglafirði í Eysturoy hevði gjørt løgbrot og var dømdur frá lívi av løgmanni í Føroyum, Hann tók bát og legði til havs við trimum dreingjum; ætlanin var at fara til Íslands. Komin hálva triðju míl frá landi, sá hann ein bak sita á sjónum. Snøri hevði hann við sær, krók og agn, og segði við dreingirnar, at teir skuldu kasta, har sum bakurin fleyt. Teir so gjørdu og hittu so nógvan fisk, at teir fyltu bátin floytifullan og fóru aftur til lands. Hungursár vóru tá í Føroyum, og eingin fiskiskapur hevði verið leingi. Tað frættist víða um hesa góðu veiði, ið Dánial hevði fingið, og tíðindi fóru um tað til embætismenninar í Havn. Teir vildu hava hann at siga frá, hvar hann hevði fingið henda nógva fiskin, men Dánial setti tey kor, at, fekk hann lív og grið í Føroyum, so skuldi hann siga frá tí; annars ikki. Tá lovaði løgmaður honum lív og grið, og Dánial vísti føroyingum á miðið. Har fekst tá so nógvur fiskur, at eingin hungursneyð var meira á tí sinni. Men miðið varð nevnt Dánialsmiðið eftir honum, sum hevði funnið tað.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017