• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Yvir í Heygum

Ein dagin fyri okkurt um 200 árum síðani, stóð jarðarmóðirin í Fuglafirði og vaskaði í lækjuni undir húsum sínum. Meðan hon so stóð, kom fremmandur maður yvir til hennara og bað hana koma og hjálpa konu síni, sum var í barnsneyð. Og hon so gjørdi.

Hin ókunnugi tók eitt klæði og bant um eygu hennara, so hon ikki sá petti, tók hana í hondina og leiddi hana á veg.

Langt um leingi steðgaði hann, tók klæðið frá eygum hennara, og stóðu tey tá við eina song, har ein fremmand kona lá.

Tá barnið var komið, tók hin fremmandi maðurin eitt glas við nøkrum í og segði, at jarðarmóðirin skuldi taka eitt sindur av tí og smyrja yvir eygum nýfødda sonar síns, men bað hana endiliga ikki lata nakað koma á síni eygu. Hon so gjørdi. Tá at enda var, bant hann aftur klæði fyri eygum hennara og leiddi hana heim aftur til sín sjálvs.

Stutt aftaná at hetta hendi, var sonur jarðarmóðrina yvir á Heygum (“fyri handan Skarð”). Har gekk hann í tí góða veðri og leikaði í ovurkátur á einum heyggi.

Meðan hann hetta gjørdi, stóð fremmandur maður alt í einum hjá honum og segði, at um ikki móðir hans á sinni hevði veitt honum hjálpandi hond, hevði tað ikki verið til drongsins bata at vera haruppi og gera ófrið í ovfarakæti.

Árið eftir, meðan jarðarmóðirin stóð úti á bønum og hoyggjaði, sá hon fremmanda mannin har námindis. Hon fór til hansara fyri at biðja honum góðan dag. Tá segði hann til hennara: “Tú hevur latið eitt sindur av hinum glasinum koma í eygu tíni, hóast eg beyð tær ikki at gera tað.”

So fór hann sín veg og sást ikki aftur.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017