• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

BRÚDLEYPIÐ Í STAPA

Tummas við Garð í Gásadali var ríkur maður, men mestur alt góðsið, ið hann átti, hevði hann fingið við konu sínari. Ikki hevði hann meira enn eina arbeiðskonu. Ógvuliga snarsintur maður var hann, sterkur sum trøllið og slerdi einsamallur allan bøin. Ein dag í hoyna, sum hann var at gera sátur upp - óførar vóru tær til støddar: seks vanligar sátur fóru í eina hjá honum - møddist arbeiðskonan at standa og kasta hoyggj upp til hansara; tí høgt var at blaka. Hann rópar niður av sátuni til hennara og biður hana kasta dúgliga: annars skal hann koma eftir henni. Hon sigur, at hon er ikki ment; tá springur hann niðurav og ætlar at gera henni mein; men hon loypur so kvik undan og út í Sóljumýri upp undir beltið. “Ólukkudýrið! nú slapp tú; tað var runan, ið frelsti teg.” So kólnaði hann aftur, og síðan gjørdu bæði sátuna lidna.

Sum ofta er: tann ið langt situr burturi, er ikki altíð vísur í ársins tíð, so tað hendi seg eitt árið um jóltíð, at Tummas visti ikki so gjølla, nær jólini vóru. Hann var nú ræddur um, at hann kom ikki at halda jólini røtt, og sendi tí húskallin - einans húskall hevði hann - til Bíggjar til at fáa at vita, nær jólini vóru. Húskallurin kemur til Bíggjar, í tí at fólk koma úr kirkju - tá er tað annar jóladagur. Bíggjarmenn fara at halda teiti og vilja ikki lova húskallinum avstað. Rætt sum dansurin gongur best um kvøldið, og eitt kvæði verður kvøðið, sum hevur til stev: “Gevið oss frið og góðar náðir!” - húskallurin kvøður við og er so kátur - nú stendur hin gamli, Tummas, í durunum við einum homlubandi í hondini; hann er komin eftir húskallinum. “Tú skalt fáa frið og fanans náðir,” rópar Tummas til hansara og loypur so á hann til at buka hann við homlubandinum. Síðan fóru báðir teirra veg heim aftur til Gásadals.

Tummas var ógvuliga væl kendur við eina huldukonu, sum var von at ganga til hansara um næturnar. Eina nátt, sum hon liggur fremri í songini hjá honum og ektakonan ovari, tekur henda kristna fram og følir eina kalda hond. Hon hvøkkur við og spyr mann sín, hvat ið hetta er; men hann dylur fyri huldukonuni og sigur, at hann hevur havt hondina oman fyri høvdið á sær, og hon er stirðnað. Síðan fórst hon ikki meira um hetta.

Tummas átti eina dóttur við hesari huldukonu. Tá ið hon skuldi eiga barn, fór huldumaðurin til konu Tummasar og bað hana vera jarðarmóðir hjá konu sínari. “Hon fær ikki livandi barn, uttan hon fær kristna jarðarmóður,” sigur hann. Nei, sigur hin kristna konan: hon hevur eitt lítið smábarn sjálv og nær ikki burt. Men huldumaðurin lovar, at einki skal koma at barninum, um hon fer frá tí, og endin er, at hon fer við honum. Tá ið tey eru komin á útgáttina, bindur hann klút fyri eyguni á henni og leiðir hana so allan vegin. Hon heldur seg hava gingið miðalstutt, so loysir hann klútin frá, og nú stendur hon á gólvinum hjá huldukonuni. Síðan fer huldumaðurin út. Tá ið huldukonan hevur átt barnið, fara tær báðar at tosa saman, og huldukonan spyr hina kristnu, um tey hava góða neytaeydnu hjá henni. Nei, sigur hin kristna: teirra neytaeydna er ring. Tá sigur huldukonan við hana, at hetta hevur maður sín gjørt í hevnd, og tá ið hon er komin heim aftur, skal hon biðja mann sín flyta annan kúbásin burt, tí tá ið kúgvin mígur, kemur tað niður á borðið hjá teimum, huldufólkunum. Tá ið konan kemur heim aftur til sín sjálvs, liggur barnið og svevur - huldumaðurin hevur verið og fjálgað um tað.

Eitt árið um heystið, tá ið hoyggj varð borið í Gásadali, kemur kona Tummasar út við fløskuni til at skeinkja arbeiðsfólkunum og sigur við mann sín: “Á, Tummas mín! Hevði nú tín soppur verið so frægur sum mín, tá hevði tað verið ein fittur stumpur”, (hon stakk honum skørð, tí Tummas hevði fingið alla ognina við henni). Tá dró ylur at Tummasi; hann sló hana á hondina við heldini og gjørdi hana lamna. “Frægari stump man eg eiga enn hatta,” hvesti hann í. Tá fyrsta fekk hon fjølmæli á, at tað var ikki alt, sum tað skuldi vera, og at Tummas duldi nakað fyri henni.

So ganga árini; dóttirin, ið Tummas eigur við huldukonuni, veksur til, og komið er til tað, at hon skal giftast við einum huldudreingi í Stapa. Stapi er ein snøggur hamari í Víkum (á norðursíðuni á Vágoynni, eystan fyri Gásadal); har hevur altíð verið íbygt. Huldudóttirin kemur nú og býður pápanum í brúdleyp sítt; hann skal fáa at síggja alt, sigur hon: men eingin skal fáa at síggja hann. Hin ásetta dagin fer hann av stað og sigur fyri konuni, at hann fer burtur í haga; men hon undrast á, tí hann er so nógv betur klæddur enn vanligt. Tá ið hann kom yvir á Skarð, har sum tey síggja oman á Víkar, sá hann hálvt hundrað skip liggja fyri Hjallanum undir Stapa. Dóttirin kom ímóti honum og leiddi hann inn; tá var fult fyri innan. Hann skuldi ikki vera uppií, segði hon: bara síggja; einki skuldi hann hvørki eta ella drekka uttan tað, sum hon gav honum sjálv. Einki av tí, á borðinum stóð, føt og borðiskar, var ringari enn silvur. Tá ið liðugt var at eta, fór alt huldufólkið at dansa; beint upp og niður, rætt sum tey stoyttu ljós, so var dansur teirra at síggja. Í átta dagar stóð brúdleypið. Níggjunda dagin fór alt av stað - tá var skrambul í Stapa. Tá ið Tummas kom á fjøllini á Umfaragjógv, sá hann øll hálvt hundrað skipini fara undir segl. Ikki kom hann sama vegin heimaftur, sum hann fór, men gjøgnum Mannaskarð, har sum tey ganga til Sørvágs. Heimafturkomin segði hann fyri konuni, at hann hevði verið niðan fyri Skørð í Sandavági. Nei, segði hon: aðra ferðina mundi hann hava gjørt. Síðan upplýsti hann alt fyri henni, at hann hevði verið í Stapa og drukkið brúdleyp hjá dóttrini, ið hann átti við huldukonuni.

Eftir hetta er einki meir at siga um tey uttan tað, at Tummas fór einaferð aftur til huldudóttrina til at vitja, og tá læt hon mann sín fáa at síggja pápan.

***

Sakaris, sonarsonur Tummas Pæturssonar, var burtur í haga ein sunnudag til at hyggja eftir torvi og hitti tvær torvreisur niðurdotnar í Sógili. Sum hann setti upp eina reisu, visti hann ikki av, fyrr enn ein huldugenta stóð hjá honum. “Betur helt eg mín sabbat í gjár, enn tú heldur tín sunnudag í dag”, segði hon, “og tó eru vit nær í skyldskapi”, legði hon afturat. Av Tummasi Pæturssyni vóru tey skyld. “Tað var tað smellið, ið var,” segði Sakaris, tá ið hann kom heim aftur: “Hevði hon verið kristin, so hevði hon verið eiggilig.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017