• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Gásadalsmaðurin í huldubátinum

Ikki er fjøruslætt í Gásadali í Vágum; har er bratt berg, fimtan favnar hátt, móti sjónum; Gásadals bygd liggur tí illa fyri útróðri, bátur fær ikki staðið undir berginum fyri brimi um veturin, teir kunna tí ikki hava stóran bát standandi, av tí at drátturin upp í bergið er tung-  ur og ringur, og gásadalsmenn hava tí havt útróðrarbát til havróður í felag við teir í Bø og eru vanir at rógva út við teimum.

Ein maður úr Gásadali fór eina náttina í góðum útróðrarlíkindum heimanífrá til gongu eystur á Akranes, hvar bíggjarmenn skuldu leggja at landi og taka hann inn í bátin. Tá ið hann kom eystur um Skarðsá, sá  hann bát rógva inn at Akranesi; hann vildi ikki, at teir skuldu dvøljast leingi eftir sær, og tók tí at renna hart oman til teirra. Hann sá nú, at sjey menn vóru á bátinum, og at sessur stóð leysur fyri honum á einum bekki; tó tekti hann ikki menninar, tí at dimmið var ikki tá meir enn farið at lætta.

Gásadalsmaðurin hevði ongan illgruna á nøkrum, men hugsaði, at alt var, so sum tað átti at vera; hann var kvikur at springa inn í bátin, og teir løgdu straks frá landi. Maðurin settist á bekkin,  ið hann var vanur at sita á, og legði út árina; men nú hann hyggur um seg, kennir hann ongan mann á bátinum og grunar tá, at tað eru huldumenn, hann er komin ímillum; tó lætst hann vera óræddur og rør dúguliga sum hinir.

Teir fara norður um oynna út á Ravnamúla, eitt mið, sum vágamenninir fyri vestan plaga at rógva út á. Huldumenninir egndu og kastaðu niður, men gásadalsmaðurin sat stillur og tagdi, tí snørið hevði hann borið við sær úr dalinum, men onglarnir hingu í Bø, og einki átti hann agnið. Formaðurin á bátinum spyr hann nú, hví hann ikki kastar niður; hann svarar: ”Eingin er krókurin, og eingin er bitin.” Huldumaðurin fekk honum straks bæði ongul og agn, og onglarnir vóru ikki meir enn komnir niður at botni, fyrr enn hann kendi og dró ein stóran fisk; tá ið hann var liðugur við at sløga hann og legði hann niður í bátin, tók formaðurin og markaði hann, og so var hvør fiskur, sum hann dró, markaður.

Tá ið teir høvdu fingið upp í bátin av góðum fiski, róðu teir heimaftur og løgdu at landi á Akranesi í sama staðinum, hvar teir høvdu tikið gásadalsmannin inn. Av tí hann hevði sitið um dagin í sjalvdrátri, blakaðu teir hvønn fisk á land, sum teir høvdu markað.

Nú hann er komin á land og hevur tikið við veiðu síni úr huldubátinum, ansar hann fyrst, at hann hevur gloymt knív sín eftir í bátinum; hann rópar tá til teirra: ”Hvast við lær stendur eftir.” Huldumaðurin treiv um knívin og blakaði eftir honum; men hann rakaði hann ikki; hann rópaði tá: ”Bannaður verði tú, eydnumaður ert tú”. Teir løgdu nú aftur frá landi, men huldumaðurin segði nú: ”Hundur vart tú, at tú segði mær ikki takk fyri bátin”.

Ikki er gott, tá ið huldufólk er nær á sjógv ella á landi (og hvør veit tað?), at nevna ”knív, svørð, øksi, agn, royk” o. s. v. við rættum navni uttan við øðrum orðum, sum ”hvast, biti, húsaskýggj” og tílíkt. Ei heldur er gott at takka huldufólki, um tey gera nøkrum ein beina, tí tá fáa tey kraft at gera  manni mein.

Sagnir, sum líkjast hesari, ið nú er sagt frá, ganga um ein mann á Strondum og annan á Eiði í Eysturoy, sum báðir róðu út við huldubáti, og er sagt, at hesin seinni róði út við honum allan veturin.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017