• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Óli rami og Tórur rami

Áður í fyrndini var í Gásadali í Vágum ein risi, sum er nevndur Tórur rami, og í Mykinesi búði um  somu tíð ein maður, sum er kallaður Óli rami.

Tórur dalbúgvin ætlaði at drepa mykinesbúgvan og at vinna oynna til sín; hann fór tí upp úr dalinum á Líraberg og sprakk haðani um fjørðin út í Borgargjógv á Borgardali eystast á Mykinesi; fótasporini standa eftir honum í klettunum báðumegin har, sum hann hevur lopið.

Mykinesbúgvin hevði setur vesturi á oynni; Tórur hevði tí langa leið at ganga yvir dalir og fjøll, áðrenn hann fann hann; men leiðin var ikki drjúgv hjá honum, við sínum longu beinum fetaði hann ringan vesturum. Tá ið hann kom ginandi oman eftir hamrinum, sá mykinesbúgvin hann, og ótti fell á hann, tí hesin stóri risi var øðiligur at líta. Hann sprakk tí á føtur og rann undan, sum skjótast hann kundi, vestur eftir  oynni; men sum hann var komin vestur um rógvuna, var ikki langt ímillum teirra. Hjartað fór tí at kippast upp í háls á Óla, og hann tók at óttast hart og rópaði neyðarrópið: “Rivni gjógv!” og tá varð, at mikineshólmur varð leysur frá oynni, og sundið kom ímillum; tað er sjónligt í berginum báðumegin, at hólmurin og oyggin hava verið áføst áður; hvar holur eru í øðrum berginum, standa klettar út úr beint yvir av í hinum berginum.

Nú risin sær hetta meir enn tjúgu favnar breiða gloprið fyri sær og hólmin losna  frá, rópar hann: “Rivni, hvat ið rivna vil, eg loypi eftir”. Hann gleivaði yvir um, og har úti á hólmi fóru hesir báðir nú at berjast, av tí at mykinesbúgvin sá, at eingi onnur kor vóru at velja enn at halda ímóti risanum og royna mátt og megin. Teir glímdust hart  og leingi og grópaðu jørðina upp um øklar; - tað eitur “í Trakki”, og ikki hevur vaksið gras har síðani, tó at allur hólmurin annars er alloðin í síðum grasi ovast frá eggini og oman til sjóvarklettarnar.

Um langt og leingi feldi mykinesbúgvin risan á knæ, sleit annað  eyga út úr honum og hótti at drepa hann. Men risin vildi ikki missa lív og fór nú at biðja fyri sær og lovaði Óla trý sjaldsom ting, vildi hann geva honum lív og grið. Tað fyrsta, ið risin vildi geva fyri at loysa seg undan bana, var ein stórhvalur, sum á hvørjum ári  skuldi koma í Hvalagjógv har í Mykinesi; annað var tað, at eitt stórt træ skuldi reka upp í eina gjógv, sum er stutt frá hinari og kallast Viðarhellisgjógv; og tað triðja var ein fuglur, sum ikki skuldi setast ella  eiga á nakrari aðrari oyggj í Føroyum uttan á Mykineshólmi. Men hann legði tær treytir við gávunum, at eingin, sum í framtíðini búsettist har á oynni og vildi njóta gott av teimum, mátti lasta ella spotta tær. Mykinesbúgvin gekk undir hesi vilkor og tók við tilboði Tórs; so samlíktust báðir og livdu saman alla ævi sína. Vestast á oynni, á róukollinum úti við hólmin, vóru teir settir hvør í sín heyg, tá ið teir doyðu; enn á døgum kallast annar heyggjurin Óli rami, sum er norðari, og har er mykinesbúgvin grivin; annar eitur Tórur rami, hvar dalbúgvin er grivin.

Væl helt risin tað, hann hevði lovað; hvørt ár um hoyna kom hin stóri hvalurin í Hvalagjógv, men nú kemur hann ikki longur, tí at mykinesmenn gloymdu, at teir máttu ikki siga nakað ilt um hann, og so hildu teir spott at honum, tí at hann hevði ikki meira enn eitt eyga (“døglingur”), og teir lastaðu hann, tí at teir fingu lívsýki, tá ið teir ótu tvøstið, - so hvarv hvalurin og kom ikki aftur.

Træið kom um várið, men tað fór skjótt sama veg sum hvalurin, tí at teir lastaðu tað, at tað var skeivt og rangviðað, og teir bóðu ilt fyri tí, tí at teir máttu brúka tað hvørt ár til at byggja bønhús; men bønhúsið tók hvørt vár niður av vindi, tá ið rekaviðurin kom, og førdist út av berginum - teir tóktust sær tí einki gagn hava av  hesari gávuni, og so hvarv hon.

Fuglurin, sum var tað triðja, ið risin hevði lovað, var súlan; hon kom í stórum flokkum í røkurnar í hólminum og á drangarnar hjá honum; men súluna vil eingin mykinesmaður lasta ella spotta, at teir ikki skulu missa hana, tí hon er góður styrkur hjá teimum, sum sita í  brimstøð og sjaldan sleppa á sjógv til útróðrar; um so er, at nakar av meginlandinum kemur út til Mykines og lastar súluna, at illur roykur gongur av fjaðrunum á henni, ella annað tílíkt, bøtir mykinesmaðurin, sum slíkt hoyrir, um tað og sigur: “Góður fuglur er kortini, og háborin  fuglur, sum sigur “træl” (so ljóðar mál hennara) við hvønn mann”. Men ikki setist súlan á land í nakrari aðrari oyggj enn á Mykineshólmi, uttan so er, at hon er feig, og tó sæst hon fljúgva víða hvar um firðirnir oyggjanna millum. Súlan søkir hólmin um pálsmessu  og er so í berginum til út við mortansmessu, tá ið ungarnir eru væl floygdir; hon er tá fyrra partin av  vetrinum  burtur.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017