• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Dandadrongurin

Dandadrongur búði við Gjógv, var sjúkligur og mátti ofta liggja og stríðast við deyðan. Men hann segði, at hann skuldi ikki doyggja, fyrr enn hansara stund var komin, og hana kendi hann væl.

Og tað, sum hann segði,  var altíð  satt,  tað hevði fólk ferð eftir ferð kunnað ásannað í royndum. Serliga var tað útleggingar hansara, ið fólk kundu líta á. Hann fekk, harum var eingin ivi, sínar opinberingar niður gjøgnum ljóaran.

Tá ið ein av kúm gjáarbóndans hevði kálvað og bleiv við at vera slept, vórðu boð send til Dandadrong, ið, sum vanligt, lá í songini. Hann mátti verða borin heim í bóndahúsini til kúnna. Hann gav so ráð um, hvussu farast skuldi um kúnna, og teskaði óskiljuliga eina bøn.

Væl hjálpti. Kúgvin varð brátt góð aftur; og Dandadrongur fekk fyri hjálpina helvtina av tí mjólk, henda sama kúgvin mjólkaði í tíðini eftir.

Dandadrongur kom eftir hetta ikki at hava minni at týða í bygdarfólksins eygum. Alt tað, hann helt, hildu tey eisini; tí tey vóru bangin fyri, at fylgdu tey ikki ráðum og boðum hansara, vildi ilt vera av. Tey tóku tí eisini við ráðum hansara, tá ið hann helt teimum frá at brúka teir javnligu sálmar til syngingar, tá ið menn vóru á veg til útiróðrar. Ikki skuldi Jesus-navnið verða nevnt, bert “Harrin”, í útróðrarsálmum teirra.

Hann setti so á, hvønn sálmin teir skuldu brúka; tað var hann, sum byrjar so: “Den, som mig føder, det er Gud, min Herre”.

Fyrsta árið aftan á, at henda broyting var komin í songløg teirra, var fiskað sera væl. Og frá hvørji bátsskipan fekk hann væl aftur fyri ráðini. Og tann sálmur, Dandadrongur hevði biðið teir syngja, varð sungin alla hansara tíð.

Eitt aftrat fekk Dandadrongur bygdarfólk síni at gera, sum var merkiligt fyri nútíðar fólk at hugsa um. Hann álegði fólki, at tey ikki sum vanligt var, skuldu venda andlitið inn ímóti prædikastólinum, tá ið tey vóru í kirkju, men harímóti venda sær sama vegin sum deknurin, meðan hann las, við bakinum til prædikastólin og andlitinum út ímóti gáttini. Um tey gjørdu so, skuldi óeydnan ikki falla í lut teirra.

Einki størri óhapp segðist at vera fólki fyri, so leingi tey gjørdu so.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

Slóðir
Viðkomandi sagnir
Sagnir frá Gjógv
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017