• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

SNEPPAN Í HAMRABYRGI

Áðrenn sóttin svarta kom og legði oyði í Føroyum, var Víkarbyrgi í Suðuroy av størstu bygdum. Men sóttin ruddaði út í Víkarbyrgi og Hamrabyrgi (tey vóru tá bæði sum  ein  bygd). Eitt konufólk  í  Hamrabyrgi,  nevnt Sneppan, livdi einsamalt eftir; men hon var vorðin so vill og stygg, at hon fekst ikki upp ímillum fólk aftur. Í Hamrabyrgi varð hon sitandi einsumøll alla sína ævi, og tí gingu menn og kastaðu kjøt niður av einum hamri til hennara, at hon skuldi ikki doyggja í hungri.

Ein toft er enn í Hamrabyrgi, sum rópast Snepphúsið eftir henni.

Søgn er eisini, at tá ið sóttin svarta hevði herjað, vóru í Sumba bert nøkur fá konufólk eftir. Synir bóndans í Akrabyrgi giftust tá hagar.

Húsavíkar bygd í Sandoy ruddaðist út av sóttini. Húsini stóðu tá heilt uppi í Kvíggjargili, og síggjast har toftir enn. Noregs kongur sendi ein mann, sum æt Nevur, til at grunda bygdina aftur. Stórastova (norðan fyri ánna) var fyrsta húsið, ið hann bygdi. Nevur giftist við hústrúini í Húsavík.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Slóðir
Viðkomandi sagnir
Sagnir úr Hamrabyrgi
Sagnir úr Víkarbyrgi
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017