• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

FIMTI, SAKARIS OG FJØRUTRØLLINI Í HATTARVÍK

Eitt kvøldið - tað er ikki meira enn nøkur mannaminni síðani - fóru børnini í Hattarvík í Fugloy út at spæla sær, og høvdu tey tá fyri at renna út og inn úr húsunum. Um ljósatendring kemur eitt av teimum inn rennandi í býlinginum “uppi í Húsi” og sigur: “Eitt trøll kom eftir mær.” Barnið setst niður við dyrnar, men í sama viðfangi verður ein armur rættur inn ígjøgnum dyrnar og tekur barnið út aftur við sær. Sum ikki var undarligt - róp kom, tá ið barnið hvarv, og út leyp ein gamal maður, sum tey rópaðu “Fimta”; hann fór eftir trøllinum, sum tá var farið yvir um húsini, fekk tað aftur niðri á bakkanum og tók barnið frá tí; men í tí sama leyp trøllið yvir á sjógv, og varð tað tí hildið fyri at vera eitt “fjørutrøll”. Fimti var so kallaður av tí, at hann var hin fimti maður í tí húsi, sum bar navnið Hanus. Hann var bæði klókur og væl lærdur maður.

Nøkur ár eftir fór aftur at merkjast til eitt trøll, sum eisini kom frá sjónum. Í fyrstuni kom tað ikki, fyrr enn myrkt var; men hvørt sum tíðin longdist, kom tað fyrr og fyrr hvørt kvøldið, og tá ið átta dagar vóru farnir, kom tað í skýmingini. Ógvuliga øgiligt var tað at síggja; nógvur tari vóks uppi á tí, og nógv grót dró tað uppi í sær. Fólk ræddust illa, og eftir dagssetur tordi eingin at fara út fyri dyr. Vatn og hvat annað, ið nýtast skuldi um kvøldið, mátti alt vera innborið, meðan dagur var. Tá ið trøllið kom, ljóðaði tað rætt sum tað hevði drigið tveir mylnusteinar uppi í sær, og var tað, sum alt túnið hevði verið leyst og malið um koll undir fótunum á tí. So stórt var hetta fjørutrøllið, at tað stóð upp um mønuna á húsunum “niðri í Húsi”. Soleiðis gekk tað eina langa tíð, og illa mundi verið burturúr, um ikki ein maður, Sakaris nevndur, niðri í Húsi hevði hildið seg mentan at beina trøllið burtur. Eitt kvøldið, sum tað var á veg til at koma, fór hann út til at taka ímóti tí og legði fólkinum við, ið inni var, at eingin mátti koma út til at hyggja eftir sær, ið hvussu leingi hann var burtur. Leingi var Sakaris burtur; komið var at niðurfaringartíð, og ikki var hann afturkomin enn; men tó tordi eingin út fyri dyr at hyggja eftir honum. So til endan kom hann, vátur sum hann hevði verið drigin upp frá grunni - tað rann úr hvørjum tráði. Hann segðist at hava mánað trøllið niður í eina gjógv, kallað Tøllagjógv, okkurt um hundrað favnar burtur frá húsunum. Síðan hevur einki hoyrst um nakað fjørutrøll.

Frá Fimta er sagt, at eitt kvøldið, sum brúdleyp varð hildið í Hattarvík, mánaði hann eina nøgd av trøllum upp yviri á Kirkju (hinari bygdini í Fugloy) og beindi tey so til Hattarvíkar inn í brúdleypshúsið, rætt sum alt var setst til borðs. Tá vildu fólk svíma frá hond við borðið; men hin áðurnevndi Sakaris niðri í Húsi fekk beint tey útaftur.

Fyri oman húsini “uppi í Húsi” er ein brekka, sum tey rópa “uppi á Brúnum”. Har skuldi ein huldumaður búgva, og hvønn fyrsta jólamorgun fór Fimti uppskrýddur niðan í Brúnir til at halda jól hjá hesum huldumanni. Tá ið hann kom aftur og fólk spurdu, um hann hevði notið góðan blíðskap, svaraði hann, at sær var sýndur allur blídni, sum nevnast kundi.

Fimti var framsíggin maður. Tá ið hann var lagstur á songina av aldurdómi, hildu fólk hann tosa í ørviti við hvørt. Ímillum annað, sum hann tosaði, hoyrdu tey hann siga: “Hoyr tú meg, søtin! (hetta var eitt orðatak hansara) tað mesta, meg gremur, er um tær olmussu einkjurnar, ið yviri á Kirkju fara at liggja.” Hetta vónaði eingin at skula hava nakað at týða. Men árið eftir hendi tann vanlukka á Kirkju, at ein bátur við sjey monnum umkomst fyri lendingini, og bert ein maður var bjargaður. - Tá ið Fimti varð spurdur, hvussu tað fór at vera við ætt hansara, um tað fóru at vera nógvir eftir hann, sum itu Hanus, svaraði hann, at tað fór at vera fimti, sætti og sjeyndi og so ikki meira. Og so varð: tveir komu aftan á hann, sum itu Hanus; men tá ið tann áttandi skuldi koma, tá var tað genta

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017