• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Huldufólkið í Útistovu

Søgn er, at huldufólk búðu í Útistovu í Hattarvík. Tann kona, ið greiddi mær hetta, segði frá, at tá hon var nakað ung, sat hon og vaggaði tí yngstu systrini; tá kom ein gráklæddur maður inn og læt hurðina upp til stovuna. Hann varð standandi har við dyrnar og hugdi inn til sín, men segði einki. Hon varð ógvuliga bangin, men tordi ikki at rýma frá systrini.

Endin var tann, at hon orkaði ikki at sita har longur men royndi at taka systrina í kneppið og leyp so upp í eina sokallaða himmalsong og krógvaði seg undir dýnuni. Hon var tó so bangin, at hon mátti fara at kaga eftir manninum og vita, hvat ið hann nú fór at gera. Tá sá hon, at hann stóð og kagaði eftir teimum.

Tá orkaði hon ikki longur at tiga, men mátti skera í róp eftir mammuni, sum var í kjallaranum og mjólkaði. Mamman, sum hoyrdi hetta neyðarróp, kom við tað sama, men tá var eingin maður at síggja.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017